Flutningurin ikki nóg væl tryggjaður

Nógv tíðir uppá at Strandfaraskip Landsins missir mest í krónum og oyrum eftir óhappið við lastbilinum hjá teimum mánadagin. Saltfiskurin, sum endaði í havnini í Skopun, hevði eitt framleiðsluvirði uppá umleið 170.000 krónur

? Vit skulu hava fund bæði við tryggingina og teir, sum vit flyta vøruna fyri, hvussu vit best loysa hesa støðuna sum nú er komin, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfarðaskipum Landsins.

Tey umleið 9 tonsini av flaktari longu og brosmu, sum mánadagin endaðu í havnini í Skopun høvdu eitt virði av umleið 200.000 krónum. Hetta vátta bæði Hans Johaannes á Brúgv, stjóri á Faroe Seafood Prime og Egil Olsen, stjóri á Sandoy Seafood.

Enn er tó ikki heilt greitt, hvussu tað er við tryggingini av hesi vøruni, og hvør fer at missa pengar uppá vøruna.


Tryggja seg

Á Faroe Seafood Prime gera tey vanliga tað, sum tey eisini hava gjørt í hesum førinum, at teir ikki taka ábyrgdina av vørini fyrr enn hon er latin teimum. Tað vil siga, ikki fyrr enn hon er komin umborð á tann bátin, sum skal føra hana til keyparan. Tá tryggja teir vøruna.

? Vit hanga tískil ikki uppá hesa vøruna. Tað sum vit hinvegin missa er handilin. Tað er sjálvandi harmiligt, at eitt tílíkt óhapp hendir, men vit syrgja altíð fyri at tryggja okkum, frá tí vit hava ábyrgd av vøruni.

Egil Olsen, stjóri á Sandoy Seafood P/f, sigur, at teir eisini hava tryggja vøruna. Hann hevur spurt seg fyri hjá teimum, sum hava við trygging at gera, og tað skal vera í lagi tryggingini, sigur hann.


Bíligari at leggja út

Hjá Strandferðsluni er støðan ein onnur.

? Politikkurin her á Strandferðsluni hevur verið, ikki at tryggja vøruna, sum vit flyta. Hetta kemst av einari grund, og tað er at tryggingin er so ómetaliga kostnaðarmikil, og tað hava vit í skyldu at gera.

? Vit hava ráðført okkum við ráðgevarar um hetta. Møguleikin fyri stórum missi undir flutningi er so evarska lítil. Mett hevur verið, at peningurin, sum vit møguliga missa í einum óhappi, eru minni enn tað vit annars skulu gjalda í trygging. Tí hava vit heldur valt, ikki at hava vøruna, sum verður flutt, tryggjaða, men heldur at leggja út, um tað skuldi verið neyðugt.

? Vit fara samráðast nú við tryggingina og Sandoy Seafood, um hvussu vit loysa henda trupulleikan, sum nú er komin upp. Hetta verðu viðgjørt innanhýsis, og tí kunnu vit ikki siga meir um hetta í løtuni, sigur Reidar.

Reidar er sjálvandi keddur av, at eitt tílíkt óhapp skuldi henda. Men tað gleðir hann eisini, at bilførarin ikki fekk størri skaða.