Genturóðurin á Sundalagsstevnuni gjørdist tann mest spennandi av øllum róðrunum.
Seinasta vikuskiftið tók Ørnin øll á bóli, tá hon vann Skálafjarðastevnuróðurin.
Ørnin tók Svan av Skála og Koll úr Kollafirði við sær fram í oddin, og hetta vikuskiftið skuldu hesir bátarnir prógva, at róðurin á Skálafjarðarstevnu ikki bert var eitt einsamalt fyribrygdi, men at tað var rætta myndin av styrkini hjá gentumanningunum.
Og soleiðis skikkaði róðurin sær eisini.
Svanur av Skála legði seg skjótt í oddin. Ørnin lá fram við, men har manglaði tað síðsta, áðrenn tær komu heilt fram.
Tætt var millum bátarnar og einu løtuna sá út til, at onkur av teimum bátum, sum annars ikki hava klára seg so væl higartil í ár, skuldi fara við sigrinum.
Báran úr Hvalvík og Streymnesi lá væl fyri einu løtuna, men orkan gekk undan tá tær av álvara fóru at nærkast málinum.
Tá raknaði Ørnin við.
Tá einir tvey hundrað metrar vóru eftir á mál, kom stígur í hjá Svani, og Ørnin, sum annars hevði ligið eina bátslongd og meira enn tað aftanfyri Svan, nærkaðist av álvara.
Tá sjálvur endaspurturin varð settur inn, høvdu skálagentur enn fyrimunin. Men ov lítið var.
Tí tá skotið var fyri fyrsta bátinum, var tað nummarið hjá Ørnini, sum var rópt upp.
Men ikki var munurin stórur. Bert 13/100 av einum sekundi vóru á muni millum Ørnina og Svan og tað merkir, at tað bert vóru fáir sentimetrar, sum Ørnin var frammanfyri.
Men róðurin var so sera spennandi, tað er vist og tað skulu manningarnar eiga stóra tøkk fyri - allar sum ein.
Róðurin á Sundalagsstevnuni prógvaði at tað sum hendi á Skálafjørðinum var í lagið, ella í hvussu er ikki var nakað heilt burturvið.
Teir tríggir bátarnir, sum gjørdust nummar eitt, tvey og trý har inni, komu á mál í somu raðfylgju í Sundalagnum, so tað er nakað sum bendir á, at tað er her hyggjast skal eftir einum møguligum FM-kandidati.
Royndin Fríða úr Vági, sum vann á Norðoyastevnu er fallin eitt sindur burtur í millum. Hon hevur bert fingið eitt stig síðani tá. Spurningurin er so bara, um Svanur ella Kollur, kunnu gera nakað fyri at fáa fatur á tí síðsta, sum manglar, fyri at fáa Ørnina afturum.
Ørnin hevur eisini lagt seg á odda í FM-kappingini við 14 stigum. Kollur er nummar tvey við 13 stigum og Svanur nummar trý við 11 stigum.
So spenningurin er varðveittur, fyribils í hvussu er.
Úrslitið av genturóðrinum á Sundalagsstevnuni var annars:
1Ørnin5.44,11
2.Svanur5.44,24
3.Kollur5.46,20
4.Junkarin
5.Erla Kongsdóttir
6.Sílið
7.Royndin Fríða
8.Báran
9.Beinta
10.Tjaldrið
11.Blikur
12.Fípan Fagra
13.Drekin
st