At gera oljuhavn inni á Sundi er púra ørt. Tí Havnin inni á Sund er fullkomiliga óbrúkilig.
Erland Jacobsen, bátsmaður á Smyrli eitt mannaminni, øtaðist, tá hann frætti um ætlanirnar at gera oljuhavn inni á Sundi.
Seianstu dagarnar hevur eitt ávíst kjak stungið seg upp um, hvat pláss er best egnað til oljuhavn- og, hvat er ikki.
Vit hava lagt merki til, at eitt oljufelag hevur sagt, at Drelnes er besta plássið at gera oljuhavn á
Men bara narkar fáar dagar seinni stakk eitt annað oljufelag høvdið fram og kunngjørdi fyri øllum Føroya fólki, at Sund er besta stað í landinum til endamálið.
Eitt er, hvat útrokningar vísa á einum pappíri og eitt annað er, hvussu Sund og Drelnes taka seg út fra síni bestu síðu í fínasta veðri.
Men staðfestast má so, at tey, sum hava brúk fyri eini oljuhavn í Føroyum - og skulu offra milliónir upp á hana, eru ósamd um nakað so grundleggjandi, sum, hvar tað er best at gera hana.
Tí hava vit spurt tann roynda bátsmannin á Smyrli, hvat sjómenn halda um Sund og, hvussu veruleikin á Sundi er.
Erland Jacobsen sigur, at hann má viðganga, at hann undraðist stórliga, táið hann frætti, at ætlanin var at gera oljuhavn inni á Sundi.
Hann sigur bart út, at Sund er púra óbrúkilig til oljuhavn.
Brimpláss burturav
Erland Jacobsen sigur, at Sund er brimplás burturav. Tað er gamalt, at Sund er brimpláss.
Tað súðar eisini so illa í sjónum, eisini í fínasta veðri, at har er ikki verandi hjá skipum.
Hetta vita allir sjómenn. Og eg minnist eisini, at táið Havnin inni á Sundi varð gjørd fyri nøkrum árum síðani, funnust sjómenn at ætlanini, tí Sund var ikki pláss at gera havnalag á.
Slitu endarnar
Sjálvur hevur Erland Jacobsen royndir av Havnini inni á Sundi.
Eg havi sjálvur ligið inni á Sundi, báði við Smyrli og við Teistanum.
Tað var sjaskveður, men ikki meiri enn tað, og kortini slitu vit endarnar og fingu ikki ligið.
Hann veit eisini um onnur skip, sum hava ligið inni á Sundi og hava slitið endarnar.
Vit kunnu eisini spyrja okkum sjálvi, hví havnin inni á Sundi ikki er meiri brúkt, enn hon er.
Hon er at kalla slett ikki brúkt, síðani hon varð gjørd. Og tað er nettup tí, at har er ikki liggjandi hjá skipum, sigur Erland Jacobsen
Hann sigur, at eyðvitað eru tað eysturættirnar, sum eru tær ringastu inni á Sundi.
Sund liggur ikki inni á einum fjørði. Tað er at kalla opið hav fyri, sigur bátsmaðurin á Smyrli.
Drelnes er nógv frægari
Hinvegin heldur Erland Jacobsen, at Drelnes er nógv betri egnað til oljuhavn, enn Sund er.
Sum bátsmaður á Smyrli eitt mannaminni, hevur fáur fleiri royndir av Havnini á Drelnesi enn júst hann.
Og hann ivast ikki í, at Drelnes verður ein fín oljuhavn.
Akkurát har, sum sjálv ferjulegan er, súðar illa í sjónum viðhvørt.
Men úteftir teirri gomlu havnini á Drelnesi, har ætlanin er at gera oljuhavnina, eru ongir sum helst trupulleikar.
Har kunnu skip altíð liggja.
Erland Jacobsen sigur, at nú Norrøna var í suðuroyarsiglingini nakrar vikur, vóru ongantíð trupulleikar á Drelnesi.
Serliga teir fyrstu dagarnar var nógvur súður í sjónum.
Men tað vísti seg sum at Norrøna var so mikið stór, og stakk so djúpt, at súðurin fekk ikki fatur í skipinum, og tí lá hon púra trygg.
Tí er ongin ivi í hansara verð um, at Drelnes verður ein nógv betri oljuhavn, enn Sund nakrantíð er og nakrantíð verður.










