ógvuliga væl at svimja um kapp við bátin hjá okkum. Av tí sama sóu vit tær ógvuliga nær, og tað hendi meira enn so, at tær vístu okkum ymisk kynstur, so sum at sláa sveivin í vatnið ella at svimja í spiral. Vit [...] kanningini. Hetta er nokk minst líka so áhugavert sum delfinirnar, tí sei hvalirnir eru á IUCN listanum katagoriseraðir sum at verða í vanda. Á hesum sama listanum eru bæði delfinsløgini katagoriserað, tí [...] reinsað fyri minur, og ímeðan eg var har, vitjaði eg eina fløtu, sum einans hevði verið opin í 3 ár. Eg vitjaði inni hjá einum pari, sum búðu í Camp, og tá eg segði, hvaðani eg var, hugsaði konan seg um
Bygdin, húsini, litirnir og tað sum er inni í húsunum, fortelur okkum, hvør sum býr har. Soleiðis er tað sjálvandi eisini við okkara listafólkum. - Øll lond hava onkran, sum gevur tjóðini ein samleika, og [...] arbeitt sum mentanarblaðmaður millum annað í Aftenposten. Í ²Nordiske kunstnerhjem² kaga vit inn í heimið hjá 35 norðurlendskum listafólkum. Tað eru umboð fyri heimlondini, sum hava gjørt av, hvør sum skal [...] og her eru listafólk oftani tey, sum skara framúr, sigur Finn Jor. Hann hevur havt høvuðsábyrgdina av bókini ²Nordiske kunstnerhjem², sum kom út hósdagin á donskum. Sosialurin hitti Finn Jor í heiminum
stórari teggju. Ingálvur var ein maður, sum tosað var um heima hjá okkum. Abba dámdi so frágera væl málningarháttin hjá Ingálvi, also tann sum hann nýtti sum yngri. Abbi kom at uppliva ta sorg, at Ingálvur [...] bílæti. Gott vinsemi gongur í arv, í dag standa eftirkomarar hjá Ingálvi á mínum vinarlista og Ingálvur er á veg heim í ta fullkomna, sum hann ongantíð fann her á fold og sum hann kláraði seg fínt fyri uttan [...] Oyndarfirði og blýantsstrikurnar eigur Ingálvur av Reyni, sum dró andan fyri seinastu ferð nú leygardagin, 84 ára gamal. 26. juni 1964 hendi ein stórhending í mínum lívi. Kanska ein av teimum fyrstu
Skopunar. Tað var eitt øgiligt stríð, men tað hendi so eingin vanlukka tað, sum eg veit um. Tað var nakað misjavnt sum torvið var í Hesti. Tað vóru tey, sum áttu góðar torvheiðar, men hjá okkum var tað [...] men tann, sum tá keypti fisk, man hava verið pápi Jóan Kristian, Poul, sum hevði handil. Fiskurin varð flaktur og saltaður, og hetta gav nakað av arbeiði. Seinni var tað Hans Jacob Niclasen, sum tók ímóti [...] vóru jú hestkonur, sum vóru giftar til Havnar og havnarkonur, sum vóru giftar út í Hest. Omma míni, Poulina, var úr Havn. Pápi og Poli í Dali vóru systkinabørn. Omma skrivaðist Kjeld sum genta, og tað var
einum indianskum høvdinga í Kanada. Í dag livir hann, sum indianarar liva í dag, í einum framkomnum samfelag. Men hann kann greiða okkum frá síni upprunamentan, sum vit onnur lítið og einki vita um Tveir [...] týdning, er tað sama galdandi fyri fiskaslagið, sum eitur oolichan. Hetta er ein smáfiskur, sum hevur serligan týdning fyri indianararnar. Hann kemur niðan í áirnar í mars mánaði. Hann er nakað sum smásild til [...] og vit vóru ættaðir úr sama túni í Norðragøtu. So lítil kann verðin vera. Hetta var Jón sonur teirra. Jytte og Annfinnur komu sum ung til Kanada, har tey búsettust í Kitimat, sum liggur á vesturstrondini
danska ríkinum, og at Danmark, sum uttanveltað land, sum royndi at skáksigla millum tvey stórveldir í blóðugari uppgerð, var í eini ovurhonds viðkvæmari støðu. Av tí sama varð tað vanlig hugsan, at allar [...] vørunevndin royndu allar útvegir til at tryggja Føroyum vøru, og Rytter gjørdi sum formaður í vørunevndini sítt arbeiði til lítar. Sum longu nevnt fór farmaskipið Ísland tann 2. apríl úr Keypmannahavn til Føroya [...] diplomatiskir fakmenn, og høvdu, sum tað tykist, lítlan áhuga fyri tí stórpolitisku heildarmyndini. Umráðandi var, at ein mótpartur í krígnum fekk so lítla vitan sum gjørligt um flutning ella um vøru
a, og at hetta vekir minnir, sum rína við hann. Komin til hús spyr mamman, hvat ið er áfatt, men: »Hvussu skuldi eg nakrantíð kunna siga nøkrum frá tí ræðuliga, sum hendi tá fyri fleiri árum síðani?« [...] navnið á einum øðrum drongi, sum í sínum lagi verður avsmurdur. Tað er ikki ein tilvildarligan drong, hann nevnir, men ein sum er líka so nógv uttan fyri felagsskapin sum hann sjálvur. Høgni skákar sær [...] finna ein, hvørs støða er líka veik sum hansara, men gerðin hjá Høgna fær hann bara inn í eitt enn verri myrkur enn tað í titlinum. Aftan á ynskir hann, at tað var hann, sum varð avbukaður: »So hevði eg ikki
ikki fyrr enn Sofus nevnir okkurt, sum hendi fyri eini 60-70 árum síðani, at tú varnast, at hann ikki er nakar unglingi longur. Eg man hava verið ein av teimum hepnu, sum hava fingið eitt lætt sinni og góða [...] tíverri nøkur, sum ikki altíð fáa nóg nógva hjálp, og tað eru heldur ikki nóg nógv pláss á ellisheimunum til øll, sum hava brúk fyri tí. Og tað er spell, tí eftir tí, eg havi sæð, eru tey, sum búgva á ellisheimi [...] Nakrar gongurtúrar verður tað til kortini, tí omanfyri bygdina hevur Sofus eitt gásapar, sum skal hava at eta hvønn dag. Túranir í haganum hava altíð verið eitt hæddarpunkt á degnum fyri Sofus. Hann hevur
alskyns fótonglar. Tað kenna vit alt til. Tað er hetta sum vit síggja nú allur landparturin, sum makrelurin hevur goldið, ikki kemur til jørðina, sum hevur rætt til hann, men fer í ein grunn hjá landinum [...] orsøkin til at Dalsgarður yvirhøvur er til í dag, er at donsku embætismenninir fingu forðað fyri, at kongsjørðin var avhendað festarunum samstundis sum tað hendi í Danmarkar ríki fyri 160 árum síðani. Hevði [...] ikki verið gjørt, so høvdu øll tey sum eru ættaði frá tí bóndanum sum tá var, havt rætt til sín part av garðinum, og hesir partarnir høvdu verið smáir. At hetta ikki hendi tá, var ein vanlukka, tí alt okkara
í Suðuroy, sum hevur havt málið um hendi. Johannes Magnussen sigur, at tað var als einki skelti, sum segði frá, at har var grivið sama dag, og tað er ikki nøktandi. Hann sigur, at Ístak, sum hevur arbeiði [...] Tvøroyri verður sagt, at vegurin er sera smalur, einans 4,7 metrar, har óhappið hendi. Tá ið so tveir bilar møtast, sum í hesum førinum, verður í hvussu so er annar bilurin noyddur út í annan vegjaðaran [...] arbeiðinum upp á Hovstunnilin, og úti í vegjaðaranum var heilt fitt av runu, tí har høvdu menn grivið sama dag. Tá ið Simona Jensen kemur út í vegjaðaran, fer bilurin á glið, og hon megnar ikki at rætta upp