Ikki nóg væl uppmerkt

Løgreglan í Suðuroy sigur, at tað vóru fleiri viðurskifti, ið spældu inn, tá ið ein bilur við fýra ungfólkum fór út av vegnum millum Øravík og Hov í farnu viku. Millum annað var tað als ikki skeltað, at har var grivið sama dag.

Á politistøðini á Tvøroyri verður sagt, at vegurin er sera smalur, einans 4,7 metrar, har óhappið hendi. Tá ið so tveir bilar møtast, sum í hesum førinum, verður í hvussu so er annar bilurin noyddur út í annan vegjaðaran. Í hesum førinum var tað Simona Jensen.

Lá nógv runa
Tað var nakað av runu á vegnum frá arbeiðinum upp á Hovstunnilin, og úti í vegjaðaranum var heilt fitt av runu, tí har høvdu menn grivið sama dag. Tá ið Simona Jensen kemur út í vegjaðaran, fer bilurin á glið, og hon megnar ikki at rætta upp aftur. Bilurin fer útav, og hann bóltar tvær ferðir runt, sigur Johannes Magnussen, løgreglumaður í Suðuroy, sum hevur havt málið um hendi. Johannes Magnussen sigur, at tað var als einki skelti, sum segði frá, at har var grivið sama dag, og tað er ikki nøktandi.
Hann sigur, at Ístak, sum hevur arbeiði av at gera Hovstunnilin, frá byrjan av hevur fingið boð um at sópa landsvegin fyri runu hvørt kvøld, og tað hevur eisini verið gjørt. Síðani óhappið hevur tað tó verið álagt Ístak, at vegurin nú skal spulast hvørt kvøld, og hesi boð hava eisini verið fylgd, sigur Johannes Magnussen.
- Tað er tó harmiligt, at tað skal henda eitt óhapp, áðrenn vit koma har til, at boð verða givin um at spula vegin dagliga, sigur løgreglan í Suðuroy.