fram í starvinum í upp til ein mánað, um tað verður mett, at skipið í hesum tíðarskeiði kemur í havn, haðani heimferðin fer at kosta munandi minni ella er munandi lagaligari. Stk.3. Mynstrað verður ikki [...] av orsøkum, sum eru reiðaranum óviðkomandi. Viðmerking til §5, stk. 2 verður sagt, at skipari/stýri-maður skal tó halda fram í starvinum í upp til ein mánað, um tað verður mett at skipið í hesum tíðarskeiði [...] verið grundað, so var tað í sáttmálanum fyri línuskip. Søgan í tí málinum er: Fyrr var tað soleiðis, at í sáttmálanum millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag var tað soleiðis, at reiðaríið
skúlaumhvørvið, sum er áhugavert fyri næmingarnar, og tað kann vera eitt sindur trupult á einum so óbygdum øki sum Kambsdalur. Tá tú gongur í skúla í Havn, so ert tú næstan mitt í býnum. Men sjálvur heldur [...] vísir tað seg, at teir ungu dreingirnir fara í læru ístaðin fyri at koma í skúla, sigur Sámal í Skorini. Men hetta er eitt afturvendandi mynstur, heldur rektarin. Tá tíðirnar eru góðar, er tómligt í skúlanum [...] er fult á skúlanum. Sámal í Skorini sigur, at talið á næmingum er ikki fallið orsakað av skúlanum í Hoydølum. Tað kundi annars verið, at valt varð heldur at fara í skúla í høvuðsstaðnum enn úti á bygd
byrjaði í Fámjin mikukvøldið og í gjárkvøldið vóru tey í Sumba. Í kvøld, fríggjakvøldið, klokkan 17.30, verður upplýsandi fundur í skúlanum í Hovi. Í morgin, leygardagin, klokkan 14, verður fundur í Húsinum [...] við Á í Porkeri og klokkan 17 í morgin verður eisini fundur í Roynhøllini í Hvalba. Mánakvøldið klokkan 19.30 verður fundur á Seglloftinum á Tvøroyri og fundarrøðin endar í Vági, har fundur verður í VB Húsinum [...] svam og hóast tað var ein kinesari, sum vann, var Tað Pál, sum prýddi forsíðuna á einum tí størsta blaðnum í Kina, veit John Hendrik Holm, sum er ein av stigtakarunum, at siga frá Jón Bjarnasyni, venjara
samband millum høvd og gøgn. Høvdið var í Fámjin; kroppurin sprellaði í Havn í herviligum fepurherindum. Fleiri ganga í hesum døgum yvir at kontaktini, ivast í, hvørt aktiv deyðshjálp man vera vegurin [...] her tykist, sum arvurin skal skiftast fyrst. Sambandsflokkurin er sum kroysan í søguni hjá H. C. Andersen – ikki før fyri at standa uppi, men veit ikki, hvønn veg, hon skal falla; tí verður hon standandi [...] býta blóð, sveitta og tár. Í meðan liggja vit enn við Kaj, ið sum propagandaministarin í Iraq á sinni lovar samgongunnanar alfevnandi sigur hvørja løtu. Men gamla er fallin í óvit. Henni tørvar aktiva
Í hesum døgum verður skrivað um, at vit hava nógv ung fólk, ið stríðast við sálarligar trupulleikar og rúsevnis trupulleikar. Vit í Sinnisbata vilja staðiliga heita á politisku myndugleikarnar, at taka [...] taka tað í størsta álvara, at vit hava ung fólk, sum onkursvegna ikki klára at fóta sær uttan hjálp. Marginaliseraðir ungdómar, tað vil siga ung, ið t.d. bæði hava sosialar trupulleikar, sálarligar avbjóðingar [...] “góðu tilgongdini”, ið verður bjóðað familjum við børnum, sum hava Autismu. Vit í Sinnisbata meta, at tað er umráðandi, at inndraga familjuna og saman virka fyri, at okkara ungu fáa ta hjálp teimum tørvar
ð føroyinga verður AS 1904 (verður telvað 24. feb). Í seinasta umfari verður toppliðið K41 mótstøðuliðið ( seinasta umfar 17. mars), sum hava verið suvirenir í ár og flyta allarhelst upp í 1. deild. U [...] tvey onnur lið, sum hava tungar dystir eftir. Eitt lið flytur upp í fremstu deildina, og sum tað sæst, er hetta nærum við vissu ein ógjørlig uppgáva hjá føroyingunum. Tvey umfør resta í, og næsta mótstøðulið [...] Rógvi eru sera ágrýtnir og luttaka í nógvum kappingum. Jú, framtíðin innan føroyska telving tykist bjørt. Sum liður í komandi NM-kapping, er serligur talvskúli nú á døgum í Klaksvík, har Heini Olsen undirvísur
mannin, sum hevði sitið í bakskutinum á Havnarbátinum og nú ætlaði sær fram í rong – í framskutin – á bonaðu fjalunum – har sum valdsins tannhjól taka í hvørt annað. Politikkur er ikki sum nakað annað í hesum [...] politiska mótinum í fremstu røð. Tað ber nóg illa til í einaveldislondum, har politikarar sum Fidel Castro í Cuba, Kim Il-Sung, fyrsti leiðarin í Norður Korea, og Muammar Gaddafi í Libya sótu í ávikavíst 49 [...] húskið enn tann, sum sjálvur gekk upp á hendan pallin og annars trívist í politiska euforiserandi kíkinum - líkamikið hvussu tað vignast. Tá eru tað konur sum Hjørdis, ið standa sum drangar í ringasta uppgangi
kann at tað ikki eru nógv støð í heiminum, sum hava so vøkur og fjølbrott støð at taka upp í. Landsslagið er hugvekjandi og yndisligt. Tað kennist næstan sum nátturan sjálv er ein persónleiki í filminum [...] Skotlandi vitja í hesum døgum í Føroyum og gera spennandi upptøkur til nýtt sjónband til sangin Home Sweet Home hjá Lenu Andersen. Duoin vitjaði í Føroyum fyrstu ferð í august mánaði í fjør, og tóku tá [...] ferðafólkastreyminum, siga teir. Í gjár og í dag hava filmsframleiðararnir tikið upp til tónleikasjónbandið, og í morgin er ætlanin at taka nakað av eyka tilfari upp, og síðani verður flogið aftur til Skotlands
Tá ið Patil, sum hann vanliga er nevndur í Vági, hevði lokið prógv sum lækni og hevði arbeitt eina tíð, hevði síðst í sekstiárunum fingið starv í London, har hann arbeiddi í eitt ár. Í 1970 hevði hann [...] Føroyum. Men so hendi tað, at ein av hansara gomlu sjúklingum, Kaspara Hjelm, fylti 80 og í tí sambandinum bjóðaði hon teimum í føðingardagin, sum varð hildin í Vági. - Soleiðis kom tað í lag, at vit komu aftur [...] kommunulækni í Vági í tríggjar mánaðir, áðrenn hann skuldi taka við starvi í New York. Men hóast veðrið var ræðuligt, dámdi honum so væl í Vági, at tað var skjótt, at hann segði starvið í USA frá sær og
Fyrst í juni var handilsskipið Hav Atlantic, sum Frakt & Sand í Runavík eigur, á Sundi við skervi til Eysturoyartunnilin. Eftir tað var skipið í dokkini á Skála í nakrar dagar, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið [...] Føroysku Sjómansmissiónini veit í kvøld at siga, at mánadagin lá leiðin hjá skipinum til Hvalvíkar, har teir hava lastað gamalt jarn. - Í morgun varð so kósin sett móti Grenå í Danmark, har jarnið skal skipast [...] umborð á Hav Atlantic á Skála í dag, og her varð hann væl móttikin av manningini. - Á brúnni gekk prátið við nakrar av manningini væl, meðan drekkamunnurin gleið niður, verður lagt aftrat.