Fyrst í juni var handilsskipið Hav Atlantic, sum Frakt & Sand í Runavík eigur, á Sundi við skervi til Eysturoyartunnilin. Eftir tað var skipið í dokkini á Skála í nakrar dagar, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið varð gjørt.
Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini veit í kvøld at siga, at mánadagin lá leiðin hjá skipinum til Hvalvíkar, har teir hava lastað gamalt jarn.
- Í morgun varð so kósin sett móti Grenå í Danmark, har jarnið skal skipast upp, veit Facebook-síðan at siga.
Sjómanstúboðarin, Torleif Johannessen, vitjaði umborð á Hav Atlantic á Skála í dag, og her varð hann væl móttikin av manningini.
- Á brúnni gekk prátið við nakrar av manningini væl, meðan drekkamunnurin gleið niður, verður lagt aftrat.