samfelagnum og til nútíðina í okkara samfelag. Dreymurin um at liva lukkuligt allar ævir Øll eiga í sær dreymin um at vinna ta ævigu lukkuna, um tað so er at finna kærleikan í øðrum menniskjað, fáa børn [...] Helena er forelskað í Demetrius, so er greitt, at her má okkurt henda. Forna lógin í Athen um hetta mundið sigur, at um gentan noktar at giftast við manni,sum pápin hevur valt henni, so skal hon fara í kleystur [...] hvørt minnir um tónleikin í londunum í fjareystri. Aftaná langar og strævnar roynslur, verður at enda brúdleyp, men tað er bert byrjanin til annan leik, sum aftur stríkur aftur og fram um pallin, leiddar
vanliga møsni um at sambandsflokkurin hevði vent gongdini í Føroyum. Hetta er beinleiðis tvætl. Sambandsflokkurin hevur ongari gongd vent! Og tað hevði verið veruliga synd í hesum stórskrøggara, um ikki toskaveiðan [...] toskaveiðan við Føroyar øktist úr nærum ongum upp í nøkur og tríati tons, og um ikki sildin afur fór at svimja vestur í hav. Er hatta okkara stórorðaða løgmanni fyri at takka? Ella droymir løgmaður nakað [...] nakað tað sama sum konan í runuveitini, ið vildi seta seg javnbjóðis við hin alvalda? Tann søgan er væl kend, og skal eg tí ikki greiða nærri frá henni her. Veruleikin til framgongdina er í stuttum hesin: Ein
var onki nýtt í hesum. Tað, ið hevði tíðindavirði, kom hósdagin, tá Høgni Hoydal tosaði við Atla Dam um tann dramatiska leygardagin í desember mánaða 1992, tá ið ríkisfelagsskapurin nærum var rivnaður. Eg [...] eitt innanhýsismál, tí tað er sárt at viðganga, at okkara partamenn royndust okkum so beiskir. Men søgan er henda: Leygardagin 19. desember (dagurin eitur Nemesis í álmanakkanum) júst eftir tíðindini á middegi [...] fortaldi, at Poul Schlüter var setstur aftur, tí Nyrup hevði noktað honum at avhenda undirgrundina, um ikki donsk feløg høvdu framíhjárætt í avtaluni, og nú var ferðin hjá Schlüter avlýst. Atli hevði allan
Veruleikanært Hetta er eitt science-fiction ævintýr um tíðarumboðsmenninar á TSA, Temporal Security Agency. Teirra hetjukenda uppgáva er at forða fyri og betra um teir skaðar, sum brotsmenn hava gjørt á fortíðina [...] Dorado og Atlantis mugu vit staðfesta, at Journeyman 3 er eitt hitt besta spælið av sínum slag.. Søgan er góð, umhvørvini, ið ferðast verður runt í, eru bæði spennandi og veruleikanær, og spælið er lætt [...] fortíðina til tess at broyta søguna til teirra fyrimunar. Tað ræður sum altíð um, at bjarga jørðini undan fremmandari megi. Vit eru í 24. øld, men handlingin fer fyri tað mesta fram í einari mytologiskari
størri lesaraskara, heldur Alan Bower, at søgan um »Barbu og harra Pál« er hóskilig til eina byrjan. - Serliga væl hóskar skaldsøgan sum grundarlag á skeiðum um samanberandi bókmentir, sigur Alan Bower [...] óvist enn, tí tað hava teir ikki spurt forlagið í USA um. Skaldsøgan verður at fáa í bókabúðunum í USA um einar tríggjar vikur. Martin Joensen upplýsir um permuna annars, at tað var ein mynd hjá myndamanninum [...] USA, um loyvi at nýta føroysku permuna til teirra útgávu av skaldsøguni. Sagt varð eisini, at forlagið í USA hevði valt føroysku permuna, sum tann besta av øllum »Barbu« útgávunum, sum eru víða um í heiminum
er 77 ára gamal, harmast um, at teir skulu arbeiða uttan »pápa«: ? Vit eru ógvuliga harmir um, at Balling ikki er við. Tað verður ikki tað sama, men tað halda hinir báðir, og um hann kann sveima omanfyri [...] eisini tosað um at fáa Clinton við. Skulu vit ikki hjálpa honum?, skemtar Morten Grundwald. ? Åh, tí hevur hann helst gott av, sigur Poul Bundgaard og leggur afturat: ? Vit hava tosað um tað í so mong [...] Olsen-Bandin er eisini ein samfelagssatira, sum sigur okkum nakað um Danmarkarsøgu og samstundis er Olsen-Bandin ein partur av sjálvfatan dana. Søgan í hesum filminum byggir á eitt hugskot, sum Erik Balling fekk
Herfyri hevur Jóanes Nielsen havt einar tvær hugleiðingar um eitt og annað samfelagsligt í Dimmalætting, tann fyrra var um málning í eini kirkju, sum sambært hesum statsrikna høvundi varð givin kirkjuni [...] fyrrverandi bankastjóra í sálarneyð, eitt slag av avláti, og tann seinna var um pengar til føroyska útgávu og høvundar. Jóanes kærdi seg um, hvussu lítið hesir ymisku grunnar lata til bókaútgávu og høvundar, og [...] sum hann skrivaði í 5 ár, er besta prógv um tað. Og skal okkara skaldskapur dvølja á hesum støði so forbarmi tann almáttugi okkum. Jóanes Nielsen er besta dømi um, at hvussu nógvan pening danski statskassin
er vístur nógvastaðni í heiminum og seinasta Maria visti um, var at hann var vístur í Kina við kinverskari talu. Við í Santa Barbara Sjálvt um Maria bara er 34 ára gomul hevur hon verið við í nógvum filmum [...] hetta er kortini nógv øðrvísi í mun til, tá ið eg byrjaði at spæla film fyrstu ferð sum 17 ára gomul. ? Um eg til dømis skuldi gráta, kundi eg brúka fleiri tímar at geva til kennar hesar kenslurnar fyrr enn [...] . Tá ið upptøkurnar skulu gerast, fái eg fram tær kenslurnar, sum eru ætlaðar í filminum. ? Sjálvt um tað kanska ganga dagar ímillum, áðrenn framhald av somu upptøkum skulu gerast. Hetta havi eg millum
, sum farin eru í verkfall. Um verkfall er rætta orðið kann tjakast um, men starvsfólkini eru í øllum førum farin til hús, tí arbeiðsumstøðurnar eru heilsuskaðiligar. Søgan er tann, at tað er ein kons [...] har lekur sum soldið. Arbeiðsmedisinarin og Arbeiðseftirlitið hava verið á staðnum og sett ymisk krøv um broytingar. Arbeiðsmedisinarin hevur m. a. sagt, at tað kann verða heilsuskaðiligt, at arbeiða í b [...] tey vilja ikki undir nøkrum umstøðum arbeiða í bygninginum meðan handverkararnir eru har. Tí, sjálvt um størsti skaðin er hendur í ovastu hæddini, so merkist lekin eisini í hæddunum undir henni. Starvsfólkini
presturin kemur við upplýsingartíð og vónum um framburð og frælsi. Tilveran letur seg upp við øllum sínum brigdum: »Durita var ein av teimum ungdómum, sum hálsaðu heilt um; hon varð tað glaðasta menniskja, sum [...] »Men lívið lær« er málað við stórum pensli, og tey fínari brigdini verða aloftast lopin um. Í nógvum minnir hon um skaldsøgurnar hjá Captain Marryat og tær hjá B.S. Ingemann, har tann psykologiska lýsingin [...] mest stórætlaða. Hendingarnar í bókini eru beinleiðis heftar at teimum avleiðingum, sum lógin frá 1777 um bátsband og giftarmál hevði fyri tann vanliga ognarleysa føroyingin. Lógin staðfesti millum annað,