Vit kunnu takka Atla Dam fyri undirgrundina

Týsdagin í seinastu viku bar SVF tey tíðindi, at tann danski javnaðarflokkurin var ímóti, at vit fingu undirgrundina í sínari tíð

Sum so var onki nýtt í hesum. Tað, ið hevði tíðindavirði, kom hósdagin, tá Høgni Hoydal tosaði við Atla Dam um tann dramatiska leygardagin í desember mánaða 1992, tá ið ríkisfelagsskapurin nærum var rivnaður. Eg minnist hetta klárt og geri tí viðmerkingar til tað, ið Atli segði. Annars havi eg altíð mett hesa hending sum eitt innanhýsismál, tí tað er sárt at viðganga, at okkara partamenn royndust okkum so beiskir.

Men søgan er henda: Leygardagin 19. desember (dagurin eitur Nemesis í álmanakkanum) júst eftir tíðindini á middegi ringdi Atli Dam til mín. Hann var ógvuliga uppøstur og fortaldi, at Poul Schlüter var setstur aftur, tí Nyrup hevði noktað honum at avhenda undirgrundina, um ikki donsk feløg høvdu framíhjárætt í avtaluni, og nú var ferðin hjá Schlüter avlýst. Atli hevði allan leygarmorgunin roynt at fingið fatur á Nyrup gjøgnum Lone Dybkjær, Poul Nilson og Henning Rasmussen, fyrrverandi tingformann, men ongin visti, hvar hann var. Hann var horvin.

Nú vildi Atli hava loyvi frá starvsnevndini at boða frá, at hann tók tann føroyska tingmannin definitivt úr tí sosialdemokratiska bólkinum. Síðani skuldi javnaðarflokkurin uppseta eitt 10-ára program, har vit avviklaðu ríkisfelagsskapin.

Satt at siga var eg ovfarin. Eg var nýggjur næstformaður og ikki vanur at taka so álvarsamar avgerðir, og loysingarmaður havi eg ongantíð verið. Men Atli helt fæst við, at fingu vit ikki undirgrundina nú, so sá hann fyri sær, at danskir boripallar fóru at standa á landgrunninum um fá ár. Og tá vendist ikki aftur. Hetta fór at skapa slíkan beiskleika móti dønum, at ríkisfelagsskapurin allíkavæl var fokin. Hetta sá eg skil í og góðtók eftir gjølliga umhugsan.

Klokkan 2 seinnapartin ringdi Atli til Poul Nielson, ið var framsøgumaður í orkumálum, og boðaði frá okkara støðu, og hann hevði vist hølvað sosialdemokratarnar av í telefonini. 20 minuttir seinni ringdi Poul Nyrup til Atla og segði honum, at hann hevði góðtikið handanina av undirgrundini uttan treytir og vónaði annars, at viðurskiftini flokkanna millum komu aftur í rættlag.

Atli er taktikari fram um allar aðrar. Hann spældi høgt spæl, satsaði alt upp á tað eina kortið og vann okkum undirgrundina.

Undirgrundarmálið og seinni bankamálið hava gjørt, at tann javnaðarkandidatur, ið verður valdur mikudagin, undir ongum umstøðum verður partur av tingbólkinum hjá tí danska javnaðarflokkinum.


Dan R. Petersen