visti eg ikki, um eg yvirhøvur slapp til arbeiðis um morgunin, hvørjum eg skuldi sigla við (av tí sama visti eg heldur ikki hvørjari kai eg skuldi standa á) og ringast av øllum, visti eg ikki, um eg slapp heimaftur [...] ikki heim, hvar skuldi eg tá farið? Nólsoyarfjørður er baldruttur um veturin. Tað kunnu flest fólk við útsýni yvir fjørðin nikka játtandi til, tá tey hava eygleitt mongu túranar við Ternuni um veturin. Men [...] bygdina. Sjómenn úr Nólsoy settu seg tá saman at gera eitt skriv, har teir ávara um at seta Erlu Kongsdóttir aftur í sigling um Nólsoyarfjørð á hávetri. Men heldur ikki hesum verður lurtað eftir, nú tað hoyrist
varð settur at skriva eina frágreiðing um ta tíðarfestu útbyggingarætlanina, og nú er frágreiðingin handað landsstýriskvinnuni í orkumálum. Landsstýriskvinnan fegnast um frágreiðingina, sum slóðar fyri, at [...] Tí samdust SEV, Kommunufelagið og landsstýrið um at leggja eina tíðarfesta útbyggingarætlan fyri tey næstu fimm árini. Ein arbeiðsbólkur við trimum umboðum fyri Umhvørvisstovuna og trimum umboðum fyri [...] at útbyggingararbeiðið kann skipast betur og gerast meira støðugt, so at leggjast kann upp fyri framtíðar orkutørvi og orkuskiftinum. Eftir at hava fingið frágreiðingina tók landsstýriskvinnan stig til
býráðið skuldi samtykkja hetta, men tað kom ongantíð so langt sum til atkvøðugreiðslu Í býráðsfundinum varð ført fram, at mentanarnevndin hjá býráðnum hevði ikki havt høvi til at siga sína hugsan um málið [...] endamálið er at skipa og víðka Skálatrøð til at verða ein virknan býarpart, har dentur eisini skal leggjast á mentanarstovnar. - Müllers Pakkhús er týðandi mentanarpallur hjá kommununi og partur av sama øki [...] verður gjørd, tí tað verður hon, sigur hann. Men tað vóru ikki allir býráðslimir, sum vóru so fegnir um hesa ætlanina Jógvan Arge heldur at tað er púra burturvið at stjala eina millión frá ítróttarhøllini
heilsumálaráðið og Sjúkrakassan um ognirnar hjá sjúkrakassanum. - Fyri meg hevur tað stóran týdning, at vit loysa hendan trupulleikan í sátt og semju. - Tvíheldur sjúkrakassin um at skipa eina privata sjúk [...] tryggja mær, at politiskur meiriluti er í Løgtinginum fyri tí. - Skuldi tað hinvegin ikki eydnast at finna eina semju má málið sjálvandi leggjast fyri dómstólarnar til avgerðar, men tað eigur avgjørt at vera [...] at finna eina semju. Men tað, sum nevndin fyri meginfelagið fyri sjúkrakassan ætlar, minnir meg mest um rán á alljósum degi. Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, staðfestir, at nú ætlanin
partur av Hovs Kommunu leggjast afturat Tvøroyri. Tað hevur Føroya Landsstýrið nú boðað kommununum í Suðuroyunni frá. Allar kommunurnar í Føroyum hava í seinastuni fingið eitt uppskot um kommunusamanlegging [...] Landsstýrið ætlar ikki at tvinga kommunur at leggja saman. Eftir uppskotinum skal tvørturímóti verða talan um sjálvbodnar kommunusamanleggingar. Men gera kommunur sjálvbodnar av at leggja saman, skal tað gerast [...] samtykkja at flyta tey gomlu kommunumarkini. Men tað skilst, at so skal semja verða ímillum kommunurnar um tað. Suðuroy í eitt ella tvey Eftir uppskotinum hjá landsstýrinum verða tveir møguleikar fyri samanlegging
Símun í Vátutoft er kokkur. - Vit skulu skifta fólk um tvær vikur, og tá fara tveir mans heim, sigur Símun í Vátutoft við In.fo úr Grønlandi. Leggjast kann aftrat, at grønlendsku jollufiskimenninir fiska [...] at tey kundu halda frí í tveir dagar. Vit fara eftir teimum aftur á veg norður aftur til Umanak-fjørðin. Umborð á Ågot eru fimm føroyingar. Ólavur Poulsen er skipari, stýrimaður er Christian Olsen, Anders
sigur hann. - Útgangsstøðið var at samgonga og andstøða skuldi semjast um so nógv sum gjørligt. Vit ætlaðu at samgonga og andstøða skuldu semjast um fíggjarlógina innanfyri tann karm, sum er lagdur. Men [...] - Koma ikki uppskot um fleiri útreiðslur, skal tað undra meg. Páll á Reynatúgvu, sum er talsmaður hjá tjóðveldisflokkinum í sambandi við fíggjarlógina, er ikki treytaleyst nøgdur við arbeiðsumstøðurnar [...] eisini av tíðarneyð, at samgongan hevur lagt síni tilmæli fram. Hann vísir á, at fíggjarlógin mátti leggjast fram nú, men hann hevur kensluna av, at samgongan er ikki rættiliga samd og at tað tí meiri var
maður fór um 14.15 tíðina mikudagin av Nólsoy. Hann setti kós móti Havnini. Upplýst verður av politistøðini í Havn, at fólk stóðu í Nólsoy og eygleiddu hann, til hann var komin út á hálvan fjørðin. Veðrið [...] leitað framvið norðara parti av Sandoynni og í Skopunarfirði. Umleið klokkan 11 fyrrapartin í gjár skuldi Golfstream flogfarið hjá donsku marinuni kanna eitt vítt havøki eystanfyri og vestanfyri Føroyar
tikið verður samanum og so verða samráðingar tiknar upp við tað byggifelagið um at gera arbeiðið. Ætlanin er at gera sáttmála um djúphavnina fyri summarfrítíðina, so at arbeiðið kann byrjað beinanvegin. [...] djúp Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, sigur at tað, sum skal gerast, er ein stór útfylling út á fjørðin, har sum havnin er. Síðani skal gerast ein atløgubryggja eystur og vestur uppá 86 metrar og sum verður [...] merkir eisini, at tað ber til at koyra av øðrum skipinum, beint umborð á hitt, so lasting og lossing skuldi gingið ógvuliga skjótt. Og so skal tað eisini nevnast, at verður samferðsluhavnin í Trongisvági ikki
sindur um formansskiftið, sum var í felagnum eftir næstseinasta aðalfund, tá ið Ellintur Abrahamsen ikki ynskti afturval sum formaður eftir 22 ár í hesum álitisstarvi. - Nevndin heitti á meg um at taka [...] vera ein stórur trupulleiki, tá ið fundir og annað skulu leggjast til rættis. - Ein onnur orsøk var, at eg standi sum ákærdur í einum rættarmáli um ólógligan fiskiskap. Formaðurin vísti á, at nevndin tó [...] Djurhuus. FSN og framtíðin Í síni framløgu um farna ár nam formaðurin við nógv ymiskt mál, sum felagið hevur havt við at gera, og hann endaði við at tosa um FSN og framtíðina, sum var ein áhugaverdur partur