Djúphavn
Vágur: Tilsamans átta tilboð komu inn uppá arbeiðið at gera djúpahavnina í Vági.
Tað varð greitt, tá ið tilboðini vórðu latin upp á býráðsskrivstovuni í Vági klokkan 13.30 mánadagin.
Tað er eisini greitt, at tilboðini samsvara rættiligavæl við tað, sum tað frammanundan varð mett, at djúphavnin fór at kosta, tí tann metingin segði, at hon fer at kosta 19,20 milliónir, umframt byggieftirlit og projektering, ella tilsamans einar 24 milliónir.
Men tað var ávísur munur á teimum ymsu tilboðunum og tað vóru 5,1 milliónir á muni á tí lægsta tilboðnum uppá 18,2 milliónir, sum Byggitek hevði og tí hægsta tilboðnum, sum var frá J&K. Petersen og sum var uppá 23,3 milliónir.
Landsbyggifelagið, sum stendur fyri útbjóðingini, fer nú at samanbera tey øll tilboðini og at gera tey ymsu fyrivarnini upp í pengum.
Tá ið tað er gjørt, verðurfunnið fram til, hvør hevur lægsta tilboðið, tá ið tikið verður samanum og so verða samráðingar tiknar upp við tað byggifelagið um at gera arbeiðið.
Ætlanin er at gera sáttmála um djúphavnina fyri summarfrítíðina, so at arbeiðið kann byrjað beinanvegin.
Djúphavnin skal vera liðug 30. september næsta ár og grótið verður tikið úr Dalinum í Lopra, har tað, sum kom úr Sumbiarbergholinum, liggur á goymslu.
Tíggju metrar djúp
Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, sigur at tað, sum skal gerast, er ein stór útfylling út á fjørðin, har sum havnin er.
Síðani skal gerast ein atløgubryggja eystur og vestur uppá 86 metrar og sum verður 10 metrar djúp. Eisini verður ein atløgubryggja upp á yvir 70 metrar gjørd út og inn, har dýpið er ímillum 10 og sjey metrar
Í krókinum á eystursíðuni verður gjørd ur ein altjóða ferjuskrái og í krókinum vestureftir verður gjørdur ein minni ferjuskrái.
Sostatt ber til hjá tveimum skipum við ferjuskráa at liggja við bryggju í senn. Tað merkir eisini, at tað ber til at koyra av øðrum skipinum, beint umborð á hitt, so lasting og lossing skuldi gingið ógvuliga skjótt.
Og so skal tað eisini nevnast, at verður samferðsluhavnin í Trongisvági ikki liðug, tá ið nýggi Smyril kemur, fer ikki at standa á hjá honum at liggja í Vági.
Borgarstjórin í Vági sigur, at hetta er ein neyðug útbygging, tí tey stóru skipini, sum nú eru, fáa ikki brúkt havnina.
Og hann sigur, at hóast tað í løtuni sær eitt sindur svart út við vinnulívinum í Vági, fer gongd at koma á aftur einaferð, og tá ræður um, at umstøðurnar eru í lagi, sigur hann.
Tilboðini
Tey seks tilboðini, sum komu inn upp á djúphavnina í Vági, eru hesi:
Byggitek: 18.209.280,00 krónur
C.N Bygg: 18.982.453,00 krónur
Articon: 19.784.338,96 krónur
M.T. Højgaard: 20.975.745,00 krónur
Pihl Føroyard: 23.300.000,00 krónur
J&K. Petersen: 23.302.695,91 krónur
Umframt hesi høvuðstilboðini, høvdu J.K. Petersen eisini eitt annað tilboð, har teir bjóðaðu sær til at gera arbeiðið fyri 19.602.484,54 krónur, varð tekningin broytt.
MT. Højgaard bjóðaðu sær eisini at sláa 150.000 krónur av prísinum, vórðu onkrar broytingar gjørdar.
MVG er ikki við í tilboðunum.
Annars høvdu øll feløgini, uttan CN Bygg, ymisk fyrivarni, sum leggjast skal upp fyri, áðrenn endalig støða verður tikin til tilboðini