Áttamannafar framvegis saknað

Seinnapartin mikudagin hvarv eitt áttamannafar á Nólsoyarfirði. Politiið hevur sett stórt leitingararbeiði í verk, men hósmorgunin høvdu teir framvegis onki funnið. Við bátinum var ein 65 ára gamal maður

Ein 65 ára gamal maður fór um 14.15 tíðina mikudagin av Nólsoy. Hann setti kós móti Havnini. Upplýst verður av politistøðini í Havn, at fólk stóðu í Nólsoy og eygleiddu hann, til hann var komin út á hálvan fjørðin.
Veðrið var eitt sindur illfýsið, men sagt verður, at maðurin var ikki ókendur á sjónum.
Tá maðurin mikukvøldið framvegis ikki var komin fram, varð leitingararbeiði sett í verk. Skip og bátar á sjónum og tyrlan leitaðu eftir Hellu, sum er ein frambygdur glastrevjabátur. Hella er reyð og hevur gult stýrhús.
Brimil og Triton hava í nátt og fyrrapartin leitað á Nólsoyarfirði, eystanfyri Nólsoynna og Sandoynna. Skip og bátar vóru eisini við í leitingini fyrrapartin hósdagin.
Tvær tyrlur hjá Atlantsflog hava eisini verið og leitað. Onnur hevur leitað í økinum eystanfyri Streymoynna, framvið fjøruni, í Heystfirði, runt Hestoynna og Koltur. Hin tyrlan hevur leitað í Nólsoyarfirði og Tangafirði.
Umframt hetta hevur tyrlan hjá donsku sjóverjuni leitað framvið norðara parti av Sandoynni og í Skopunarfirði.
Umleið klokkan 11 fyrrapartin í gjár skuldi Golfstream flogfarið hjá donsku marinuni kanna eitt vítt havøki eystanfyri og vestanfyri Føroyar.
Fyrrapartin í gjár vóru onkrir lutir funnir og latnir politinum til eyðmerkingar, men tá blaðið fór til prentingar, var framvegis hvørki maður ella bátur funnin.