Verður Suðuroyggin løgd saman í tvær kommunur, skal ein stórur partur av Hovs Kommunu leggjast afturat Tvøroyri.
Tað hevur Føroya Landsstýrið nú boðað kommununum í Suðuroyunni frá.
Allar kommunurnar í Føroyum hava í seinastuni fingið eitt uppskot um kommunusamanlegging frá landsstýrinum.
Uppskotið skal setast í gildi á nýggjárinum.
Landsstýrið ætlar ikki at tvinga kommunur at leggja saman. Eftir uppskotinum skal tvørturímóti verða talan um sjálvbodnar kommunusamanleggingar. Men gera kommunur sjálvbodnar av at leggja saman, skal tað gerast eftir einum heilt ávísum leisti.
Og verða kommunur lagdar saman, kann Landsstýrið samtykkja at flyta tey gomlu kommunumarkini. Men tað skilst, at so skal semja verða ímillum kommunurnar um tað.
Suðuroy í eitt ella tvey
Eftir uppskotinum hjá landsstýrinum verða tveir møguleikar fyri samanlegging í Suðuroy.
Annar møguleikin er, at øll Suðuroyggin verður ein kommuna. Hin møguleikin er, at hon verður løgd saman í tvær kommunur, har Sumba, Vágur, Porkeri og Hov eru í Suðursuðuroyar Kommunu og Fámjin, Tvøroyri og Hvalbiar Kommuna manna Norðsuðuroyar Kommunu.
Vágs Býráð viðgjørdi uppskotið á fundi í farnu viku. Á fundinum varð upplýst, at verður Suðuroyggin løgd saman í tvær kommunur, er tað ætlanin at gamla kommunumarkið ímillum Hov og Tvøroyri skal flytast
Sum er, gongur Hovs Kommuna nakað inn á Trongisvágsfjørð og tað er langt síðani, at Tvøroyrar Býráð gjørdi greitt, at tað vildi tað markið broytt. Tað varð hildið at vera órímiligt, at Suðursuðuroyar Kommuna skuldi gangalangt inn á Trongisvágsfjørð.
Og hetta hevur landsstýrið eftir øllum at døma tikið til eftirtektar.
Tí á fundi í Vágs Býráð varð upplýst, at landsstýrið hevur boðað frá, at verður Suðuroyggin koyrd í tvey, er tað ætlanin at nýggja kommunumarkið ímillum norðaru og syðru helvt, skal ganga eftir Hovsegg. Sostatt verður ein stórur partur av tí, sum nú er Hovs Kommuna, løgd afturat tí, sum nú er Tvøroyrar Kommuna. Sostatt kemur annar parturin av tí, sum nú er Hovs Kommuna at liggja í Norðsuðuroyar Kommuna og hin parturin kemur at verða í Suðursuðuroyar Kommunu.
Vágs Býráð tekur samtykti annars at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um, at Suðuroyggin kann verða antin ein, ella tvær kommunur.
Men eitt samt býráð samtykti eisini at mótmæla ætlanini hjá landsstýrinum at flyta tað gamla kommunumarkið ímillum Hov og Tvøroyri.
Og tað mótmæli verður nú sent landsstýrinum.