tíðini, hava fólk lættara at góðtaka, sigur kelda okkara. Men vit vita frá Skriftini, at aðrir enn Jesus høvdu mátt at grøða fólk og gera onnur undurverk. so tað átti ikki at verið so løgið, um fólk enn í dag [...] einki, sum eins og nakað nýtt andaligt, sum kann fáa fólk at tosa júst fyri ella ímóti. Er hent fyrr Hóast Toronto rørslan er rættiliga nýggj, eru tað ikki nýggj og ókend ting, sum henda á møtunum, sigur [...] dag hava hesar gávur. Fólk koma á møti og verða fylt við nýggjum mátti at fara út aftur í lívið við. Fólk, sum annars vóru heilt útbrend. Tey lata seg upp og síggja nýtt ljós. Og tað henda undirverk á hesum
eisini í fótbólti ofta gongur skjótt hvønn vegin, er so ofta komið fyri. Síðsta dømið um hetta er úr hesi vikuni. Mánakvøldið spældu unglingarnir hjá NSÍ og B36 landskappingardyst í Runavík. Tá var illveður [...] liðnum. Talan er kortini ikki um hvønn sum helst, tí Sjúrður í Skemmuni, Jan Nónklett og Ken Nónklett eru í ferðalagnum hvørja ferð U-16 landsliðið fer av landinum. Hvussu hevur verið og ikki, so hevur hilnast [...] fáa vitjan av Skála. Um NSÍ vinnur í Fuglafirði komandi mánakvøld og ímóti Skála á heimavølli, so eru teir FM vinnarar, sjálvt um B36 vinnur sín síðsta dyst, sum er á heimavølli ímóti KÍ komandi mánakvøld
og so onkur annar, sum bara av forvitni var komin framvið. So nógv vóru tey, at hølið tók ikki og fólk stóðu í gongini, tá byrjað varð. Formaðurin í mentunnarnevnd Tórshavnar Býráðs, Klæmint Olsen, beyð [...] heiðurslønunum, fylgdi ein skattafríur kekkur á kr. 14.000. Petur Jensen segði í takkartalu síni, at fólk hildu helst yrkjarar vera nakrar depressivar, svakar alkoholikarar, sum eftir at gravsteinar teirra [...] grundgevingini, sum Eyðun Andreasen las, verður sagt: »Millum tey ungu skaldini, ið taka seg fram hesi árini, hevur Petur Jensen, við øðrum yrkingarsavni sínum, vunnið sær eitt støði, sum óivað fer at
um 60 krónur, sigur Finn Jensen. ? Men tað er bara lagið um Dianu, fólk vilja hava, leggur hann afturat. Eftirspurningurin eftir hesi fløguni er óvanliga stórur. ? Tað er heilt ótrúligt - eg havi ongantíð [...] hjá Dianu prinsessu. ? Vit royndu í gjár at fáa fleiri eintøk í gjár, men vit fáa bara 30, og tey eru langt síðani útseld. Finn Jensen sigur, at fløgan er umbiðin í 10 milliónum eintøkum í Evropa, og [...] sigur Finn Jensen. Annars fæst fløgan í tveimum útgávum. Á teirri útgávuni, sum FC-búðin fekk í gjár, eru tvey løg, Something About The Way You Look Tonigt og Candle In The Wind 1997. Hendan fløgan kostar
tó at hetta er ógvuliga torført at útgreina, tí oftast eru slíkar studningsskipanir ógvuliga fløktar. Nevndin vísir eisini á at hesir studningar eru á veg burtur og málið er at náa ein verðinsmarknaðarprís [...] studningin bíligari, tí vit ikki eru limir í EU. T.v.s. at hetta er studningur, sum bert verður goldin, um og tá vøran verður útflutt úr EU, eitt nú til Føroya. Kanska eru tað atkvøðurnar sum standa upp [...] tann, at eg ikki skilji, hví einki er gjørt við hetta og har næst eisini tí eg havi varhugan av at fá fólk kenna støðuna og halda at eitt nú bóndin í Íslandi ella Danmark »dugir« nógv betur at framala eitt
møguligum sakarmáli í Haag. Annars eru skotar vónsviknir av avgerðini hjá bretska herinum at fara av St. Kilda. Í dag liva fýra fólk, sum eru fødd á St. Kilda. Hesi búgva í Skotlandi. Tey bera ótta fyri [...] tríggjar oyggjar, liggur 110 fjórðingar úr skotska meginlandinum ella umleið 40 fjórðingar úr Hebridunum. Fólk búðu á oynni fram til 1930, tá tey gjørdu av at flyta inn á meginlandið. Tað var ikki hildið ráðiligt [...] av fjarstøðuni og óttanum fyri heilsustøðuni hjá fólkinum. Tjúgu ár seinni setti bretska hervaldið fólk í land á størstu oynni og hevur hon verið brúkt sum herstøð síðani. Sambart skotska blaðnum Press
frálíka henta Smyrla-rutan til Aberdeen somuleiðis skattgjaldarans uppá gott og ónt. Vanlig fólk, sum sjálv eru von at gjalda fyri seg, vóru ómetaliga fegin um henda ómakaleysa og bíliga møguleika til eisini [...] lokkinum. Væl er veljarin tolin og við lyndi til at gloyma sum frálíður, men tað eg veit um, so eru fólk víða hvar so ørg og frustrerað, at tey á komandi valdegi kortini fara at minnast bæði eitt og annað [...] tala um hatta týska mær kunnugt ikki, men til hvør sítt reiðarí, sum so aftur hava fingið áður upparbeiddar Smyrla-rutur forerandi og enntá nú annars eru farin at tevja almennan studning. So hatta roknistykki
Har eru vit ósamdir Nei, vit eru langt frá samdir í tí, tú skrivar, og mín sannføring er, at verður tað almenna stýrt við skili ber sjálvandi til nógv betur at røkja hesar tænastur. Haraftrat eru tað hóast [...] bert vit privatisera, so eru næstan allir okkara trupulleikar loystir. Hann byrjar greinina við at siga, at man í útlondum hevur sæð eyðsýndar fyrimunir av, at almennar uppgávur eru latnar privatum at reka [...] ðar. Tú mást endiliga ikki trúgva, at allir trupulleikar eru loysir, bert vit privatisera, tí í sjálvum sær loysir hon ongan trupulleika. Hvør skal kappast móti hvørjum í Føroyum? Tað hevur annars verið
Har eru vit ósamdir Nei, vit eru langt frá samdir í tí, tú skrivar, og mín sannføring er, at verður tað almenna stýrt við skili ber sjálvandi til nógv betur at røkja hesar tænastur. Haraftrat eru tað hóast [...] bert vit privatisera, so eru næstan allir okkara trupulleikar loystir. Hann byrjar greinina við at siga, at man í útlondum hevur sæð eyðsýndar fyrimunir av, at almennar uppgávur eru latnar privatum at reka [...] ðar. Tú mást endiliga ikki trúgva, at allir trupulleikar eru loysir, bert vit privatisera, tí í sjálvum sær loysir hon ongan trupulleika. Hvør skal kappast móti hvørjum í Føroyum? Tað hevur annars verið
støðan hjá tónleiki í Føroyum í dag? Ikki eru her umstøður at fara so víða, og hjá mær er tað natúrligt at koma mest inn á tað eina evnið tónleikauppaling, sjálvt um hesi viðurskifti meira enn so hava verið [...] løgd upp undir hesar tankar og hesi hugskot, er her ikki talan um annað enn litfagurt eygnafang, sum lítla og onga ávirkan kann fáa á mentunarligt virksemi; tí tað eru ikki hugflog og áræði, sum tvørra [...] undirtøka. »Ja, men sum tíðirnar eru, mugu vit jú øll vera við til at spara!« - Eyðsæð at so er; men hevur ikki mentunarligi stirðilin størri týdning fyri okkara fólk enn tær lutfalsliga fáu krónurnar