Bretar rýma av St. Kilda av St Kilda

Bretski herurin fer nú av oynni St. Kilda, sum verður løgd mannleys

Eftir at hava havt eina hernaðarstøð á oynni St. Kilda vestan fyri Skotland í meira enn 40 ár hevur bretska hervaldið nú avgjørt at rýma av oynni við sínum fólki.

St. Kilda, sum telur tríggjar oyggjar, liggur 110 fjórðingar úr skotska meginlandinum ella umleið 40 fjórðingar úr Hebridunum. Fólk búðu á oynni fram til 1930, tá tey gjørdu av at flyta inn á meginlandið. Tað var ikki hildið ráðiligt at búgva har longur orsakað av fjarstøðuni og óttanum fyri heilsustøðuni hjá fólkinum.

Tjúgu ár seinni setti bretska hervaldið fólk í land á størstu oynni og hevur hon verið brúkt sum herstøð síðani. Sambart skotska blaðnum Press and Journal, er orsøkin til, at herurin fer av oynni, tær høgu flutningsútreiðslurnar.


Týdning fyri sakarmál

Avgerðin hjá bretum at leggja St. Kilda mannleysa kann fáa týdning í eini møguligari rættarsak í Haag um markið millum Føroyar og Bretland.

Føroyska samráðingarnevndin hevur higartil sagt seg vilja góðtaka St. Kilda sum eitt bretskt grundlinjupunkt, tvs. at bretar kunnu brúka St. Kilda sum eitt av sínum punktum, haðani teir áseta markið.

Sosialurin hevur spurt Árna Olafsson, leiðari í føroysku samráðingarnevndini, um avgerðin hjá bretum at taka fólkið av St. Kilda, fær nakrar avleiðingar fyri samráðingarnar. Hann sigur, at hetta fer neyvan at ávirka verandi samráðingar, men dylur ikki fyri, at tað kann fáa týdning í einum møguligum sakarmáli í Haag.

Annars eru skotar vónsviknir av avgerðini hjá bretska herinum at fara av St. Kilda. Í dag liva fýra fólk, sum eru fødd á St. Kilda. Hesi búgva í Skotlandi. Tey bera ótta fyri, at oyggin nú verður heilt gloymd av umheiminum, og tað er stórt spell siga tey við skotska blaðið.