Djurhuus, hevur fyrstu konsertina á summarfestivalinum í kvøld. Fyrstu ferð, Evi sang alment, var í sínum egna brúdleypi í august mánað í fjør. Síðani hevur hon givið tónleik út og hevur spælt á konsertum [...] ætlanin er, at fløgan skal koma út fyrst í komandi ári. Eftir at barnaundirhald hevur verið á Føroya Tele-pallinum, hevur Evi konsert í Flags-tjaldinum. Konsertin byrjar klokkan 20.
í almannamálum, hevur gjørt av, at tað verður Petra Johnsdóttir Joensen (myndin), sum skal stjórna nýggja, samanlagda stovninum, Almannastovan og Nærverkið. Landsstýriskvinnan hevur í hesum føri fylgt [...] og Nærverkið. Petra Johnsdóttir Joensen hevur drúgvar leiðsluroyndir, bæði í Føroyum og Danmark. Hon er 66 ára gomul og útbúgvin sum løgfrøðingur. Seinni hevur hon lokið prógv í Master of Public Policy [...] Policy á Roskilde Universitetscenter. Stjórin á samanlagda stovninum hevur verið stjóri á Almannastovuni síðan 2000. Petra Johnsdóttir Joensen tekur við starvinum beinanvegin.
Stjórnin í Sýrialandi hevur samtykt eina lóg, sum ógildar undantaksstøðuna, sum hevur verið í gildi síðani 1963 ella í samfull 48 ár. Við hesum hevur stjórnin slakað fyri einum av høvuðskrøvunum hjá teimum [...] fleiri býum í seinastuni. Tann nýggja lógin kemur ikki í gildi, fyrr enn Bashar al-Assad, forseti, hevur staðfest hana, men sambært ríkisákæranum er eingin ivi um, at hann fer at skriva undir lógina. Sýrisku [...] og rættiliga nógv fólk hava latið lív í samanbrestum millum mótmælisfólk og trygdardeildirnar. Tað hevur kortini ikki steðgað mótmælunum, skrivar Reuters.
varaforsetin Dick Cheney hevur ofta funnist at Barack Obama, forseta, men nú Osama bin Laden er funnin og deyður, hevur pípan fingið eitt annað ljóð. Nú sigur Cheney, at Obama hevur rokkið tí týdningarmesta [...] sta málinum í yvirgangshøpi. -Stjórnin hevur uppiborið at fáa greiða viðurkenning fyri tað væleydnaða átakið, sigur Dick Cheney við sjónvarpið ABC News, og hann rósar Obama fyri at taka ta røttu avgerðina [...] Cheney verður roknaður millum teir sokallaðu ?heykarnar? í amerikonskum trygdarpolitikki, og hann hevur ofta funnist at Barack Obama og sagt hann vera ov lagaligan.
Danska løgreglan hevur funnið 37 kilo av rúsevninum amfetamin á einum bóndagarði millum Randers og Hadsten í Jyllandi, og í tí sambandi hevur løgreglan tikið ein 31 ára gamlan mann, sum er limur í fel [...] sigur, at hon hevur ongantíð lagt hald á so nógv rúsevni fyrr. Løgreglan kom fram á rúsevnið í gjár. Síðani hava løgreglumenn rannsakað fleiri støð í Randers og felagshúsið, sum Hells Angels hevur í býnum. [...] Men sambært Ritzau hevur løgreglan ikki funnið meiri rúsevni, og eingin er handtikin afturat.
í seming og hevur tí onga viðmerking. Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, hevur heldur onga viðmerking. Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur ikki aðra viðmerking [...] Arbeiðskvinnufelag. Tað hevur gingið illa at fáa nakra viðmerking frá teimum til stóru rokningina frá semingsmonnunum. Vár í Gong, forkvinna í Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum, hevur ongantíð áður verið í
Gilli Rólantsson hevur verið skaddur í eina tíð, og hevur sostatt ikki verið tøkur hjá Odd Grenland í bestu norsku fótbóltsdeildini. Í dag endaði Odd Grenland kappingarárið í bestu deildini við einum 3-1 [...] Odd endaði á fjórðaftasta plássinum við 33 stigum. Odd hevur trygga fjarstøðu uppá sjey stig niður til gamla felagið hjá Gilla, Brann Bergen sum hevur 26 stig á triðaftasta plássinum. Brann skal spæla up [...] fótbóltsdeildini. Stabæk og Mjøndalen flyta beinleiðis niður í næstbestu deildina. Bodø/Glimt sum hevur gjørt tað framúr væl í Europa League vann meistaraheitið við 63 stigum.
Víkingur hevur í kvøld kunngjørt, at felagið hevur longt sáttmálan við Andreas Lava Olsen. Royndi áleyparin var eitt av álitunum í góða kappingarárinum í fjør. - Leirvíkingurin, Andreas Lava Olsen, hevur gjørt [...] galdandi fyri komandi kappingarár. Stóri og sterki leikarin, sum seinastu árini hevur givið mongum verjum høvuðbrýggj, hevur bert umboðað barndómsfelagið í Føroyum, og vit fegnast um at hann tekur enn eitt
koyrikortið. Annars hevur tað verið eitt sindur hált summastaðni í nátt og morgun og tað hevur helvt til nøkur óhapp, men talan hevur bara verið um smávegis skaða. Løgreglan hevur eisini kanna ferðsluna [...] Løgreglan hevur aftur verið á ferð í nátt og tað kostaði einum bilførara koyrikortið. Klokkan 1.30 í nátt kannaði løgreglan ein bil og tað vísti seg, at bilførarin var so mikið ávirkaður, at hann misti
& Lassen, sum nú hevur skift navn til Lerøy Haarberg AS. Dagligi leiðarin, Torger Haarberg, hevur eisini fingið eina bót upp á 40.000 norskar krónur. Leiðarin váttar, at fyritøkan hevur tikið við bótini [...] Matvøruframleiðarin Haarberg & Lassen í Tróndheimi í Noregi hevur brúkt ólógligt krabbameinselvandi nitrit í síni framleiðslu av royktum laksi. Herfyri fekk fyritøkan eitt sektaruppskot upp á 600.000 norskar [...] bótini, men hevur annars ongar viðmerkingar til málið. Tað var norska matvørueftirlitið, sum avdúkaði ólógliga nitritið, og tað er Adresseavisen og Fiskaren, sum bera hesi tíðindi.