Tungt hjá Toda

Á sínum áttanda ári í FCK tykist Todi vera meira í útjaðaranum av liðnum, enn hann nakran tíð áður hevur verið

Útiseti

Tað munar lítið, at áskoðararnir støðugt hava givið til kennar, at teir vilja hava føroyingin á vøllin. Tað er Hans Backe, sum setir liðið í FCK, og hann hevur í ár givið sera lítla spælitíð til Toda Jónsson.
Ein partur av frágreiðingini er tó, at Todi ? enn einaferð - hevur drigist við drúgvan skaða í vetur. Hesaferð er talan um skaða, sum hann fekk undir fyrstu venjing síni við landsliðnum, júst sum vit øll gleddu okkum til, at Føroya fremsti fótbóltsleikari nú aftur var tøkur at taka tørn fyri Føroyar.
Høgt virdur
Júst skaðarnir hava uttan iva verið størsta forðingin hjá Toda á yrkisleið hansara, og var tað ikki fyri hesar, so kundi væl verið, at hann spældi fyri enn størri felag enn FCK, men meira enn næstan er tað so ikki vorðið til. Áhugin hevur verið til staðar, og fyri tveimum síðani var heilt nær við, men ta ferðina vildi FCK hava ov nógvar pengar fyri leikaran.
Men hóast alt hetta, so skal ikki gloymast, at Todi hóast alt hevur verið ein av mest týðandi leikarunum í FCK. Hann hevur verið besti málskjútti hjá liðnum í fleiri ár, og á all-time listanum er hann eisini leikarin, sum hevur skorað oftast fyri FCK. Hartil er hann leikarin á dagsins FCK, sum oftast hevur umboðað felagið.
Og alt hetta eru dygdir, sum áskoðararnir hava sett prís uppá. Hóast talan hevur verið um upp- og niðurgangstíðir, so hevur Todi ongantíð dult fyri, at hann er fegin fyri at spæla í FCK. Hann hevur eisini sagt, at hann fegin tekur enn eitt tørn fyri felagið, um nýggjur sáttmáli stendur honum í boði.
Men fyrst og fremst, so ræður um at spæla fyri einum nýggjum sáttmála. Tað gerst best við at skjóta mál fyri besta liðið hjá FCK, men so leingi, sum venjarin velir at nýta Santos, Zuma, Bech og Møller í álopinum, er tað ein trupul uppgáva hjá føroyska essinum. Men hinvegin, so hevur hann so ofta sýnt, at hann er maður fyri at taka torføra dystin upp, og hvør veit, um hann ikki ger tað einaferð enn.