-Tað er altíð spennandi at flúgva upp til Føroyar. Í góðum veðri fært tú møguleikan at síggja frálíku náttúruna, og í ringum veðrið er vanliga talan um eina rættiliga spennandi avbjóðing fyri ein flogskipara.
Týsdagurin fer leingi at standa sólarklárur í minninum hjá flogskiparanum Poul Erik Vittrup. Danin hevur síðan 1996 verið flogskipari hjá Mærsk á Føroyaleiðini, men vegna aldur var týsdagurin seinasti arbeiðsdagur danski flogskiparin noyddur. Í samband við seinasta arbeiðsdag hjá Poul Eriki á Føroyaleiðini, var skipað fyri eini móttøku á flogvøllinum í Vágum fyri dámliga dananum.
Poul Erik Vittrup hevur starvast sum flogskipari hjá Mærsk síðan 1976, og hann hevur sostatt verið flogskipari seinastu 24 árini. Spurdur, hvussu tað kendist at flúgva inn eftir Sørvágsfirði fyri seinastu ferð, svaraði flogskiparin hjá Mærsk, at tað kendist løgið, og tað óivað fer at taka nakrar dagar, áðrenn hann veruliga hevur fatað, at flogferðin var hin seinasta.
Verulig royna seg
Danski flogskiparin er eitt sindur trekur at fáa at siga, hvør túrur til Føroya hevur verið tann baldruttasti. Hann ber seg eitt sindur undan, men sigur kortini, at tað ikki altíð er so tespiligt at koma eftir Sørvágsfirði, tá nógvur sunnanvindur er.
Poul Erik Vittrup hevur øll átta árini, hann hevur flogið til Føroya, savnað hagtøl frá túrunum.
-Í dag var mín 352 túrur til Føroya. Síðan eg fór undir at flúgva til Føroya, havi eg bert verið noyddur at venda aftur fýra ferðir vegna veður, og tað haldi eg ikki er so galið, greiðir fráfarandi flogskiparin frá.
Honum hevur dámt ómetaliga væl at flúgva til Føroya.
-At stýra einum flogfari til Føroya er nakað heilt serligt fyri eini flogskipara. Í dag verður tað mesta stýrt við radarum og øðrum teknikki, men á Føroyaleiðini er øðrvísi. Her sleppur tú veruliga at vísa, at tú dugir flogskiparahandverkið til lítar, og tað dámar mær væl sigur Poul Erik Vittrup
Søga og klintring
Hóast Poul Erik Vittrup júst hevur rundað pensiónsaldur, hevur hann ongar ætlanir um at liggja á latu síðuni. Eftir summarfrítíðina fer hann at undir at lesa søga á universitetinum í Keypmannahavn. Seinni í heyst ætlar hann sær at klintra á Mount Everest.
Hann hevur áður roynt seg á Mount Everest, og vil fegin royna tað aftur.