Nevndin í Tórshavnar Kommunala Starvs- & Tænastumannafelag hevur nú skipað seg, aftan á aðalfundin ið var 24. feb.
Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali: Kartni Ravnsfjall, ið var afturvaldur og Signa Hammer, ið ikki stillaði upp aftur. Í hennara stað var Barbara Petersen vald.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Kartni Ravnsfjall, formaður. Johan Christiansen, næstformaður. Alma Hansen, skrivari. Michael Jacobeus, kassameistari og Barbara Petersen, nevndarlimur
Viðv. málinum um leiðaran fyri skattakærunevndina hevur Tórshavnar Kommunala Starvs- & Tænastumannafelag góðtikið, at hesin hevur innlimað seg í Búskapar- & løgfrøðingafelagið. BLF hevur eisini fyri felagnum váttað, at hesin, sum limur í teirra felag ikki fær møguleika at taka upp annað arbeiði, enn tað hann dagliga fæst við. Harumframt hevur TKST í skrivi heitt á BLF um at geva TKST fráboðan, um hesin ella býráðið limað hann úr teirra felag.
Í einum øðrum stríðsmálið millum TKST og býráðið hevur felagið valt at stevna Tórshavnar býráð. Talan er um krav um, at vikuskiftisavloysarnar í Svimjihøllini ikki fáa útgoldið vaktargjøld, sum teir eiga smb. sáttmála. Felagið hevur áður roynt at fingið avgreitt málið á fundi við býráðið (har eisini borgarstjórin var til staðar). Men fekk felagið her greitt at vita, at um hesi vaktargjøld skuldu gjaldast, skuldi umtalaði starvsbólkur niður í lønarflokk. Felagið heldur uppá, at hesi starvsfólk skulu verða í 9. lønarbólki, sum ásett í sáttmálanum.
Framvegis fáa avloysarar, ið starvast í Svimjihøllini ikki útgoldið hesi vaktargjøld. Hetta at starvsfólk undir býráðnum skulu arbeiða fyri vanliga løn leygar- og sunnudagar er væl í trá við serliga starvspolitikkin sum sitandi býráðssamgonga ynskir at føra. TKST hevur tó valt at stevna býráðnum í hesum máli og krevur, at vaktargjøld verða goldin frá 1. juni 1995 at galda, tá skipanin við vaktargjøldum kom aftur í sáttmálan.
Annars kann nevnast at býráðið í skrivi til felagið 8. feb. boðaði frá, at áðrenn innplaseringarnar fyri leiðarar fara út í landsstýrið til góðkenningar, skuldi TKST faa hesar til ummælis. Vit hava nú frætt, at býráðið hevur sent Føroya Landsstýri hesar innplaseringar uttan um felagið. Hetta hevur felagið nú sent býráðnum skriv um, har biðið verður um eina frágreiðing, sigur Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag.