Bjørt fer úr Tinganesi

Kunningarráðgevin á Løgmansskrivstovuni, Bjørt Samuelsen, hevur sagt seg úr starvi. Høvuðsorsøkin til uppsøgnina er, at hon ikki ynskir at vera partur av valstríðnum til løgtingsvalið

Hugtakið »spindoktari« ella »spunasmiður«, sum tað verður rópt á føroyskum, hevur í nógv ár verið kent frá serliga amerikanskum og enskum politikki. Seinnu árini er tað vorðið alt meiri vanligt í flest øðrum londum, har fyritreytirnar fyri at standa seg í politikki í sera stóran mun eru treytaðar av, at politikarin stendur seg í fjølmiðlunum.

Talan er sostatt um at vera kunningarráðgevi og fjølmiðlaráðgevi, ið hevur sum fremstu uppgávu at hjálpa einum politikara – oftani einum ráðharra ella leiðandi politikara – so hesin tekur seg væl út í fjølmiðlunun.

Serliga undir eini politiskari kreppu, herferð ella undir einum valstríði hevur tað stóran týdning fyri politikarar at hava góðar fjølmiðlaráðgevarar.

Fyrstu ferð hugtakið »spunasmiður« kom inn í føroyskan politikk, var, tá Jóannes Eidesgaard í sínum fyrsta ári sum løgmaður, gjørdi av at seta ein kunningarráðgeva. Valið fall á Bjørt Samuelsen, ið er útbúgvin journalistur og sum hevur fleiri ára royndir frá bæði norskum og føroyskum fjølmiðlum.

Bjørt Samuelsen hevur nú sagt seg úr hesum starvinum í Tinganesi. Høvuðsorsøkin er, at hon ikki ynskir at gerast partur av valstríðnum, ið so smátt er við at byrja. Val verður í seinasta lagi 19. januar komandi ár, og hetta merkir, at valið skal útskrivast seks vikur frammanundan, og tað er fyrst í desember. Av tí at talan eisini er um eitt tíðaravmarkað starv, hevur Bjørt Samuelsen valt at siga farvæl nú.

- Hetta er ikki eitt politiskt sett starv, men av tí, at tað er tíðararmarkað til stutt eftir valið, hevur tað eitt politiskt stempul. Eg vænti, at innihaldið í starvinum fer at broytast nógv, nú vit nærkast einum vali, og eg ynski ikki at vera partur av einum valstríði, sigur Bjørt Samuelsen, sum varð sett at byggja upp eina kunningardeild í Tinganesi og at røkja sambandið við fjølmiðlarnar.

Fyribils ætlar Bjørt Samuelsen sær ikki í nakað annað starv, men fer at arbeiða sum freelansari.

 

 

Fakta

Bjørt Samuelsen er ein av stigtakarunum til kvinnuportalin kveik.fo. Hon er útbúgvin Cand. Brom (matvøruverkfrøðingur) í Danmark og hevur journalistútbúgving úr Noreg. Hevur starvast á Aftenposten, Forbrukerrapporten og NRK-tv. Flutti í 2000 til Føroyar saman við manni og tveimum børnum og hevur arbeitt í útvarpi, sjónvarpi og sum freelansari. Hevur eisini undirvíst á Fróðskaparsetrinum í granskingamiðlan.