mála og rudda. Tað er dagligdagurin hjá Hjørti Ellingsgaard Rasmussen og Eyðun Poulsen í tvær vikur. - Hetta er strævið lív, og vit mugu arbeiða hart, sigur Eyðun við einum smíli. Hann er 15 ára gamal og [...] tað er væl stuttligari at mála enn at lúka. Tað besta: Pengarnir Tey ungu fáa fyri at arbeiða í tvær vikur 6500 krónir. Tað er ikki so lítið hjá einum ungum at fáa. - Tað besta við at arbeiða her er pengarnir [...] gjørdu tað, og nú er gøtan vøkur og góð aftur, sigur Hjørtur stoltur. - Eg eri eisini ordiliga glaður fyri, at vit hava fingið ein so góðan bólkaleiðara, sum er okkum ein góð fyrimynd. Hann er eitt sindur strangur
nógvum og greitt er, at allur bati av samferðslukervinum er við at lyfta og menna føroyska samfelagið, sigur Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland. - Tess størri kapasiteturin er, tess betur er tað fyri KT-vinnuna [...] Gregersen á. Men hvat heldur Bitlandstjórin, Ólavur Gregersen, er týdningarmikið fyri gongdina í einum slíkum málið: - Alt ov ofta síggja vit, at stórar verkætlanir detta niðurfyri, og oftani er vantandi samskifti [...] samskifti og samstarv ein av høvuðsorsøkunum. - Tí er øgiliga týdningarmikið, at allir partarnir skilja, hvat tað er, ið hinir vilja, og okkara royndir siga okkum, at partarnir ofta ræðast sína egnu støðu
fyrsta umfari er ein bjargingartyrla í økinum og leitar við einum hitasøkjandi tóli, sigur bjargingarleiðarin og leggur aftrat, at tey í løtuni einki vita um, hvat skip ella bátur talan er um, og tey hava [...] Sambært VG í kvøld hevur eitt skip - ella eitt "fartøy" - sent út neyðarkall í Lofoten. Tað er Kystradio Nord, sum hevur fingið mayday-boðini frá einum skip ella báti í sonevnda Ballstad-økinum í Lofoten [...] Klokkan 21.08 (norska tíð) fekk Kystradio Nord eini mayday-boð á kanal 16, sum søgdu, at skip ella bátur er við at søkka, skrivar Høvuðsbjargingarstøðin í Norðurnoregi á Tvitter. "Vi synker, vi går ned, mayday
kreppuhjálp ella tillagingum av flotanum. - Men tað er avgerandi, at vinnan er við í einari loysn, og at tað er vinnan, sum kemur at umsita ein slíkan grunn. Sama er galdandi við víddargjaldinum til alivinnuna [...] og tað er heimið og foreldrini. Hann legði dent á, at skal skúlagongdin eydnast væl, er neyðugt við góðum skúla og góðum lærarum, men foreldrini hava ein altavgerandi leiklut. - Eg veit, hvat eg tosið [...] síðan vísti á mong ymisk mál, sum ætlanin er at gera nakað við. Hetta vísir, segði Jákup Mikkelsen, at samgongan hevur eitt stórt hjarta fyri hesum øki, og nú er avbjóðingin at vísa tað í verki, legði hann
næmingarnar, at teirra trúgv er í stríð við náttúruvísindi. Sum menniskju og lærarar eru vit øll ávirkað og myndað av okkara bakgrund, umhvørvi og lærdómi. Ongin undirvísing er neutral. Men vit leggja dent [...] forkastar menningarlæruna, at í frískúlanum verður vísundaliga ástøðið um menningarlæruna vrakað - tí hetta er í stríð við bíbilsku skapanarlæruna. - Til hesi uppáhald kann sigast, at næmingarnir í 7. flokki læra [...] leggja dent á at lýsa hetta frá fleiri síðum, og brúka vit ikki orðingar, sum siga, at menningarlæran er skeiv ella røtt, men tosa um, at tað finnast ymiskar áskoðanir um henda spurning. Vit trýsta ikki
Men greitt er, at vit í øllum førum fara at sýna okkara bilar fram á økinum. Eivind sigur, at enn er óvist, hvørjar bilar, teir fara at hava standandi við Oyggjarvegin. Annað bilamerki? - Sum er, selja vit [...] bilamerki. Allir møguleikar eru opnir, er tað, sum Eivindur vil siga um hetta. Hinvegin sigur hann, at tað er heldur trongligt við bilasøluna í Hoyvík, og tí er tað ikki óhugsandi, at nakrir bilar í fyrstu [...] Eivind er annars samdur við stjóranum hjá Meinhardt Arge um, at tvær bilasølur á økinum kunnu skapa ein enn størri skara av viðskiftafólki, enn tann eina bilasølan skapar einsamøll. Spurdur, hvat Reyni
Salthøvda og eitt á sjálvari Sandsvág. - Vit fara at kanna bæði økini gjøgnum veturin fyri at vita, hvat økið er best egnað. Hetta merkir, at vit fara at leggja ringar út í báðum støðum við ongum fiski í, og [...] at velja tað økið, sum er betri egnað til aling. - Um tað tá vísir seg, at vit kunnu brúka økið, fara vit at seta fisk í ringarnar til várs. Vísir tað seg hinvegin, at aldan er og høg, noyðast vit at rigga [...] rigga av aftur. Hann segði við Rás2 í dag, at trupulleikin við Sandsvág er, at her er ein innsigling. - Ein viti stendur á pierinum á Sandi, og tí vil Landsverk ikki hava okkum at leggja aliringar á Sandsvág
Eingin visti, hvørki tey sum høvdu skipað fyri vitjanini, men onkur helt seg vita, hvat hon hevði gjørt - men ikki hvat. - Ja, eg fekk møguleika at mála eitt sindur henda seinnapartin, váttaði Margretha [...] samfelagið hevur ment seg, hóast alheims kreppuna, segði hon, og legði í sama andadrátti aftrat: - Hetta er ikki sama samfelag sum fyri 20 árum síðani, tá kreppa eisini herjaði her. Í dag hyggja fólk upp og [...] løtuna, men Heindrikkur kom ikki allan vegin niðan ta rímiliga brøttu brekkuna til viðarlundina. - Tað er okkurt við beinunum, segði Heindrikkur stutt á tíðindafundinum í gjár. Málaði Fyrrapartin mikudagin
eftirbátar. Tað er kjarnin í mínari stúran. At vit bara halda, at soleiðis tað er og hevur verið, er soleiðis tað eigur at vera. Tað sigur Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum, eftir at tað er komi fram, at [...] dømi kann nevnast, at talið av læknum er tvífaldað í danska heilsuverkinum síðstu tjúgu árini, men tað er ikki støðan her. Her er talið av serlæknum minkað. Tað er ein óheppin gongd, tí vit verða eftirbátar [...] starvspláss hjá nýggjum læknum, vísir Pál Weihe á. Støðan er nevniliga serliga ring, tá hugt verður eftir gongdini í grannalondunum. - Tað er dýrari at reka eitt lítið heilsuverk enn eitt stórt, og tí
upp á tungu. Eitt er so púra vist – uttan dugnaligar og skikkaðar sjúkrarøktarfrøðingar, er trupult at tosa um eitt heilsuverk. Læknatrotið verður javnan kjakast um, og sjálvsagt er tað neyðugt. Men ongantíð [...] Mín spurningur, sum eg alt ov ofta sakni í kjakinum um okkara heilsuverk – hvat ynskja vit við sjúkrarøktarfrøðini í Føroyum? Hóast vit eru størsti bólkur og uttan nakran iva – ein sera týdningarmikil [...] Orsøkin, ið Fróðskaparsetrið hevur givið fyri at sleppa ískoytisútbúgvingini hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, er, at peningur vantar í. Súsanna Funding vil verða við, at tá ein útbúgving verður rindað av teim lesandi