- Vit søkka, mayday mayday...

Soleiðis skrivar Høvuðsbjargingarstøðin í Norðurnoregi á Tvitter um eitt "fartøy", sum hevur sent út neyðarkall í Lofoten.

 

 

Sambært VG í kvøld hevur eitt skip - ella eitt "fartøy" - sent út neyðarkall í Lofoten. Tað er Kystradio Nord, sum hevur fingið mayday-boðini frá einum skip ella báti í sonevnda Ballstad-økinum í Lofoten.

- Klokkan 21.08 (norska tíð) fekk Kystradio Nord eini mayday-boð á kanal 16, sum søgdu, at skip ella bátur er við at søkka, skrivar Høvuðsbjargingarstøðin í Norðurnoregi á Tvitter.

"Vi synker, vi går ned, mayday, mayday... " vóru boðini, tey fingu, sigur bjargingarleiðarin, Mariell Bakklund á Høvuðsbjargingarstøðini.

- Í fyrsta umfari er ein bjargingartyrla í økinum og leitar við einum hitasøkjandi tóli, sigur bjargingarleiðarin og leggur aftrat, at tey í løtuni einki vita um, hvat skip ella bátur talan er um, og tey hava ikki fingið samband aftur eftir neyðarkallið.

Veðrið í økinum ger leitingararbeiðið trupult. - Tað er nakað av vindi og aldu, og hetta ger tað trupult hjá bjargingarbátum at brúka radio í leitingini, sigur bjargingarleiðarin, Mariell Bakklund, við VG.

Sambært Lofotposten eru eingi sjónlig før at síggja á Marine Traffic í økinum uttan ein bjargingarbátur og eitt størri fiskiskip.

##med2##