- Vit verða eftirbátar

- Um vit standa í stað, so eru tað onnur heilsuverk, ið menna seg í rúkandi ferð, og vit verða eftirbátar. Tað er kjarnin í mínari stúran. At vit bara halda, at soleiðis tað er og hevur verið, er soleiðis tað eigur at vera.


Tað sigur Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum, eftir at tað er komi fram, at um játtanin til Landssjúkrahúsið fyri 2017 ikki hækkar, so er neyðugt við sparingum fyri 16 milliónir krónur.


Læknafelagið hevur fleiri ferðir farnu árini verið frammi í fjølmiðlunum og ávara um gongdina í føroyska heilsuverkinum, tí felagið metir, at heilsuverkið hevur ov lítið av peningi. Tað sæst m.a. aftur í talinum av læknum.


- Sum dømi kann nevnast, at talið av læknum er tvífaldað í danska heilsuverkinum síðstu tjúgu árini, men tað er ikki støðan her. Her er talið av serlæknum minkað. Tað er ein óheppin gongd, tí vit verða eftirbátar, tá vit heldur eiga at royna at vera eitt attraktivt starvspláss hjá nýggjum læknum, vísir Pál Weihe á.


Støðan er nevniliga serliga ring, tá hugt verður eftir gongdini í grannalondunum.


- Tað er dýrari at reka eitt lítið heilsuverk enn eitt stórt, og tí áttu Føroyar at brúkt lutfalsliga meira uppá heilsuverkið enn onnur lond fyri at halda sama støði, men tað er ikki støðan, vísir Pál Weihe á.


Formaðurin í Læknafelagnum vísir á eina kanning, ið felagið lat úr hondum í fjør, har tað varð staðfest, at føroyska samfelagið játtar minning pening til heilsuverkið enn londini kring okkum.


Í frágreiðingini verður m.a. staðfest.


- Útrokningarnar vísa, at Føroyar í 2013 brúktu 343 mill kr. minni uppá heilsuverkið enn Danmark brúktu, tá hædd var tikin fyri fólkatalinum, og nærum helvtina minni enn hvat Norra brúkti. Svøríki brúkti bert 71 mill kr. meira enn Føroyar. Men tað er týdningarmikið at taka hædd fyri, at COFOG bert inkluderar almennar útreiðslur, og tí skal ein vera varin, tá ið COFOG útreiðslur vera samanbornar.


- Um hugt verður eftir útreiðslum per capita, so brúka norðmenn kr. 20.879 meira til hvønn íbúgva uppá heilsuverkið, enn føroyingar gjørdu. Danmark brúkti 6.830 kr. meira fyri hvønn íbúgva og Svøríki 1.065 kr. meira fyri hvønn íbúgva, enn Føroyar brúkti, ber til at lesa í frágreiðingini hjá Læknafelagnum.