- Vit verða sjáldan tikin upp á tungu

Sjúkrarøktarfrøðingur spyr, hví teirra øki at kalla ongantíð verður umrøtt

Mín spurningur, sum eg alt ov ofta sakni í kjakinum um okkara heilsuverk – hvat ynskja vit við sjúkrarøktarfrøðini í Føroyum? Hóast vit eru størsti bólkur og uttan nakran iva – ein sera týdningarmikil partur av heilsuverkinum, so verða vit sjálvdan tikin upp á tungu. Eitt er so púra vist – uttan dugnaligar og skikkaðar sjúkrarøktarfrøðingar, er trupult at tosa um eitt heilsuverk. Læknatrotið verður javnan kjakast um, og sjálvsagt er tað neyðugt. Men ongantíð verður spurningur settur við sjúkrarøktarfrøðingarnar. Hví man tað vera? Kanska tí at sjúkrarøktarfrøðingarnir eru bara har, teir gera tað sum teir skulu gera og gera hetta uttan stórvegis hóvasták. Helst munnu tey fægstu skilja ella vita, hvussu stóran leiklut sjúkrarøktarfrøðingurin hevur í hvørjari sjúklingagongd.

 

Millum annað hetta spyr Súsanna Funding, sjúkrarøktarfrøðingur í dag eitt lesarabrævi í dag, har hon undrast á, at sjúkrarøktarfrøðingar ikki sleppa at uppstiga sína útbúgving. Orsøkin, ið Fróðskaparsetrið hevur givið fyri at sleppa ískoytisútbúgvingini hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, er, at peningur vantar í.

 

Súsanna Funding vil verða við, at tá ein útbúgving verður rindað av teim lesandi sjálvum, haltar handan argumentatiónin.

 

Súsanna Funding sigur í lesarabrævinum, at krøvini til sjúkrarøktarfrøðingar økjast alsamt. Viðgerðarmøguleikarnir gerast fleiri og fleiri og tí krevst eisini, at sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa størri førleikar at geva forsvarliga sjúkrarøkt.

 

Lesarabrævið kann lesast her.