Jesus segði einaferð: »Eingin er góður, uttan ein, tað er Gud«. (Mark. 10,18). Tá ið menniskjanatúrin er so ring og spilt, kann einki gott koma frá henni. Luther skrivar: »Tað er, sum Kristus sigur í Matt [...] tápuligasta í so máta er 4. grein, hon sum sigur, at «Den evangelisk-lutherske kirke er den danske folkekirke og understøttes som sådan af staten«. Við øðrum orðum: Avgjørt er, at ein ávís kirkja skal verða [...] verða fólksins trúarlæra. Men spyrjast kann: Hvat er fólkið, um tað ikki er alt fólkið og sostatt eisini baptistar, hvítusunnufólk, gudloysingar og so framvegis? Er tann evangelisk-lutherska kirkjan kanska
samanbering frá oljuog gassverðini. Tað er eisini greitt, at við 55 mill. kr. í eginpeningi, verður føroyska oljufelagið ein tann peningasterkasta fyritøkan í landinum hvat eginpeningi viðvíkur. Men hvørja trygd [...] veldst alt um, um nøkur olja verður funnin. Men hinvegin er vágin at kunna missa pengarnar, verður eingin olja funnin, evarska lítil. Bert ein brotpartur av eginpenginum verður mistur, um boring einki [...] teir uppruna-liga settu seg fyri. Man kann siga, at hetta líkasum er gula-rótin. Tá kann tað nevniliga gerast góð forrætning at eiga partabrøv í felagnum sigur Wilhelm Petersen, sum eisini sær partafelags
og enn er tað ongantíð komið fyri at tað er blivið óklárt hjá okkum ella farið runt, tá ið vit hava skotið. Spara 10% í olju Men ikki minst heldur skiparin á Skálaberg, at ein stórur fyrimunur er, at teir [...] ? Hetta var ein góð íløga. Róin Biskopstø, skipari á Skálaberg, úr Klaksvík, angrar ikki, at teir gjørdi av at fáa sær teir nýggju trollemmarnar úr Vági umborð á hendan stóra flakatrolaran. Tað var fyri [...] Tað hevur víst seg, at síðani vit fingu hesar nýggju lemmarnar, er oljunýtslan hjá okkum fallin 9-10%, sigur Róin Biskopstø. Og tað er ikki so heilt lítið. Tí Skálaberg brúkar umleið 10 tons um døgnið
um landsstýrismaðurin metir tað vera rímiligt, at ein stórur partur av vatninum millum Fjarða verður burturleiddur, tá havandi er í huga, at hetta er landbúnaðarøki burturav, og at hetta kemur at skapa [...] málið 2. juli 1999, og segði hann, at upplýst er, at talan verður ikki um at leiða alt vatn burtur. Harafturat vísti landsstýrismaðurin á, at tað ikki er nøkur góð grundgeving, tá ført verður fram, at um áin [...] í 1983 úrskurðinum eru loknar enn. Her er talan um treytirnar 4 - 8. Men víst verður í sama sambandi á, at SEV hevur givið frágreiðing um orsøkirnar til, at so er, og hevur yvirfriðingarnevndin síðani mælt
hava verið føroyingar. Myndatekstur: Ein partur av føroyskari søgu er nú liðugt skrivaður. Gamli Ólavur Halgi, ella Veavåg, sum hann varð nevndur seinastu árini, er nú seldur av landinum [...] Halgi, ella Veavåg sum hann síðani hevur itið, seldur av landinum. Tað er eitt franskt reiðarí, sum hevur keypt Veavåg, men hvat hann nú skal brúkast til, hevur ikki eydnast okkum at fáa upplýst. Poul [...] kunnaðir um, at skipið skal røkja uppgávur í Caribiska havinum, men teir vita ikki, hvørjar uppgávur talan er um. Ongar ætlanir um sølu Poul Martin Jacobsen greiðir annars frá, at sum so høvdu teir ongar ætlanir
arbeiðaranna og sum tískil er valdur av arbeiðaranum. Men nú sæst, at hann hóast alt ikki er vinur føroysku arbeiðaranna. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at tá hetta er prísurin fyri at fáa fullveldi [...] fullveldi, ræðist hann, hvat fer at henda, tá komið er so mikið langt, at vit hava fingið fullveldi. ? Vit verða so lítið vird, at eg eri bangin fyri, at eftir loysingina fara vit, tað arbeiðandi fólkið [...] Karl Johansen. Undanførsla Vit vísa Karli á, at ein av grundgevingunum hjá trivnaðarnevndini fyri at vera ímóti uppskotinum at broyta dagpeningaskipanina er, at landsstýrið arbeiðir við at gera eitt uppskot
ferðslumentan er ein náttúrulóg, sum vit bara mugu læra okkum at liva við. Vit øtast, hava samkenslu, tosa kanska um at bøta um onkran vegastubba ? og so koyra vit víðari. Í roynd og veru er tað ein katastrofa [...] missa ungfólk í besta blóma. Ein katastrofa, sum er so ræðuligt, at hon av røttum átti at verið handfarin líka klófast sum nátturuvanlukkur, kreppur og hungur. Vit áttu øll sum er at høgt bremsuna í og nýtt [...] Leggja skúlarnir nóg stóran dent á ferðslufrálæruna, og er tað nakað, sum koyrilærararnir kundu gjørt betri. Uppskot er um at fáa eina glíðubreyt. Men hvat við at fingið Trygd og Tryggingarfelagið at sponsorerað
beinleiðis úr New Orleans til Føroya. Hann er ein av oddamonnunum í Murphey Oil, sum sær stórar møguleikar á Atlantsmótinum. -Vit vóna, at úrslitini við Føroyar verða eins góð og tey í Norðsjónum. Vit síggja tí [...] Texaco bólkurin er komin væl áleiðis við sínum kanningum, so meta teir tað ikki realistiskt at bora fyrr enn ár 2001. Enn hava teir onga boripall tøkan, men teir vóna at hava ein til ta tíð. Hvat viðvíkur royndunum [...] tey trý oljufeløgini, at tað enn er ov tíðliga at siga nakað, hvat fer at henda, nú Greenpeace og bretska stjórnin hava verið í Hægsta Rætti í London við málinum. Tað er óvist, hvørjar - um nakrar - avleiðingar
eftir ferð sagt. Myndin er góð, men hyggja vit niður í henda góða amboðskassa, so finna vit ikki nógv amboð, sum vit kunnu brúka. Gaman í, har er ein bittong at bíta okkurt av við, ein sag at kappa okkurt [...] verður tað meira sjónligt at síggja, hvat tað fer at krevja av pørtunum, um ein semja skal gerast, ella um ein hvítur pílur skal skjótast eftir henni. Men hvat er eitt aðalorðaskifti? Vit hava havt nøkur [...] tvørturímóti tað eigur at verða málið hjá okkum øllum, og er tað kanska eisini. Men tað er eisini ein veruleiki, at tað er rættiliga ymiskt, hvat politiskar hugsjónir leggja í hetta lítla orðið. Nationalistar
vísti á, so er almenni sektorurin í Føroyum í dag ?ov stórur? relativt til tann privata sektorin. Sakin er tann, at tað týdningarmesta tilfeingið, ið Føroyar eiga, er fólkið, ið her býr. Neyðugt er tískil, [...] Trupulleikin er, at tað sjálvsagt liggur eitt stórt trýst á politikkararnar at økja um útreiðslurnar um peningur er tøkur, og samstundis er spurningurin eisini, hvussu leingi danska stjórnin er fús at geva [...] nýggjum vinnum. Tann vinnulívspolitikkur, ið oftast er farin fram í Føroyum er selektivur vinnulívspolitikkur, ið er málrættaður til fiskivinnuna. Neyðugt er, at hugsað verður meira víttfevnandi við generellum