Frætti, at Føroya Landsstýri hevur sett fólk at gera uppskot til føroyska grundlóg, og at tygum eru valdur at standa á odda fyri hesum monnum og kvinnum. Tað ljóðar væl. So nú eri eg spentur at síggja, hvat tit eru ment.
Føroyingar hava góðar grundir til ikki at vera eintir við ta grundlóg, teir enn hava saman við dønum. Men eisini nógvir danskarar peika á, at sumt í grundlógini er ótíðarhóskandi, ja, satt at siga tápuligt.
Eitt tað tápuligasta í so máta er 4. grein, hon sum sigur, at «Den evangelisk-lutherske kirke er den danske folkekirke og understøttes som sådan af staten«. Við øðrum orðum: Avgjørt er, at ein ávís kirkja skal verða fólksins trúarlæra.
Men spyrjast kann: Hvat er fólkið, um tað ikki er alt fólkið og sostatt eisini baptistar, hvítusunnufólk, gudloysingar og so framvegis? Er tann evangelisk-lutherska kirkjan kanska eisini baptistanna og gudloysinganna kirkja? Hvat munnu eitt nú teir nógvu baptistarnir í Føroyum siga til tað?
At tað er Tann evangelisk-lutherska kirkjan, ið erk osin at vera fólksins kirkja, ger ikki støðuna betri, at kanna verður eftir, hvørja hugsan hendan kirkjan hevur um fólkið í landinum.
Eg veit ikki, um tygum, Jóan Pauli, góvu tygum far eftir tí fyrsta orðinum í brævi mínum. Vit taka tað sum givið, at eitt bræv byrjar við orðunum »Góði« ella »Góða«. Vit eru so von at byrja brøv okkara soleiðis, at vit hugsa ikki meira um tað. Hetta er okkum so sjálvsagt at brúka, bæði tá ið vit skriva til kunnug og ókunnugfólk, viðhaldsfólk og mótstøðufólk, tí vit hava næstan øll gjørt tær royndir, at okkurt gott og virðismikið býr í hvørjum menniskja. Hjá summum meira, hjá øðrum minni. Man tað ikki vera hetta góða, vit tilvitandi ella ótilvitandi kalla á og seta okkara vón til, tá ið vit skriva til fólk?
Men hvat sigur so Tann evangelisk-lutherska kirkjan? Jú, hon lærir, at í síni grund eru øll menniskju ónd og spilt og ring. Í tí Augsburgsku trúarjáttanini, 2. grein, siga Luther og hansara menn, at »somuleiðis læra vit, at øll menniskju, ið vera gitin á náttúrligan hátt, eftir Adams fall verða fødd við synd. Tað vil siga: við ongum gundsótta, ongum áliti á Gud og við girndarhuga. Og henda arvaliga sjúka og brek er av sonnum synd, sum fordømir og støðugt voldar teimum ævigan deyða, sum ikki verða endurfødd við dópi og Heilagum anda«. (Tá ið teir evangelisk-luthersku prestarnir verða vígdir, geva teir tað lyfti, at teir skulu læra hetta).
Ella, sum Luther lærir aðrastaðni: »Gud sigur, at øll fólk eru órættvís og ónd í natúr, eftir teirra fyrru føðing«. (Epistlaprædika yvir Gal. 4, 1-7). Vit finna somu áskoðan á menniskjað aftur ymsastaðni í evangeliunum. Jesus segði einaferð: »Eingin er góður, uttan ein, tað er Gud«. (Mark. 10,18).
Tá ið menniskjanatúrin er so ring og spilt, kann einki gott koma frá henni. Luther skrivar: »Tað er, sum Kristus sigur í Matteusarevangeliinum, 7. kapitli: Eitt ringt træ kann ikki bera góðar fruktir, og í 12. kapitli: Hvussu kunnu tit tala tað, ið gott er, tá ið tit sjálvir eru óndir?« (Tann trælkaði viljin).
Men nøkur menniskju kunnu batna. Gud hevur útvalt nøkur og givið teimum trúnna á Kristus frelsara. Hjá teimum verður syndin strikað, tey føðast av nýggjum og fáa nýggja natúr. Tann gamla, ringa natúrin verður rikin burtur, ofta eftir hart og drúgt stríð millum báðar nátúrirnar. Hjá teimum kemur góðska í staðin fyri ilsku.
Ikki fyrr enn við tí heilhugaðu trúnni á Kristus verður menniskjað gott og ført fyri at gera tað góða. Ja, nú er tað bara ført fyri at gera tað góða! »Einans tann rættvísgjørdi ger væl, og alt, sum hann soleiðis rættvísgjørdur ger, er gott«. (Epistlaprædika yvir Gal. 4, 1-7). Ella við Jesusar orðum: »Eitt gott træ kann ikki bera ringar fruktir«. (Matt. 7,18).
Í verkinum Tann trælkaði viljin greiðir Luther gjøllari frá hesum. Hann sigur: »Tað er so, at um Guð býr í okkum, tá býr Satan ikki í okkum, og so hava vit einans viljan til tað góða í okkum. Men um Gud ikki er har, tá er Satan har, og so hava vit einans viljan til tað illa í okkum... og tað merkir, at synd og óndskapur eru øll okkara tráan, at synd og óndskapur renna av tungu okkara, og at synd og óndskapur eru allir okkara gerningar«.
Ikki eiti á ummæli, tey ókristnu fáa. Tú fært ta fatan, at tey eru herviligastu skrímsl. Hevur eingin hugsað um, hvussu særandi hesi orðini mugu kennast teimum?
Tann evangelisk-lutherska kirkjan hevur heldur ikki nógv gott at bera baptistum, sum Luther helt vera villeiddar av Illamanni. Í tí Augsburgsku trúarjáttanini verða baptistarnir fordømdir ferð eftir fyri at boða ranglæru. Til dømis verður sagt í 9. grein: »Um dópin læra vit, at hann er neyðugur til frelsu, at Guds náði verður bjóðað í dópinum, og at børnini skulu verða doypt, til tess at tey, tá ið tey verða borin fram fyri Gud í dópinum, kunnu verða náðað av Gudi. Vit fordøma endurdoypararnar, sum ikki dáma barnadópin og sum siga, at børnini verða frelst kortini«.
Øll tey, sum ikki eru útvald, av Gudi og ikki hava ta røttu trúnna, skulu sambært Tí evangelisk-luthersku kirkjuni fáa av at vita. Í tí nevndu trúarjáttanini, sum prestarnir í hesi kirkjuni skulu prædika eftir, stendur soljóðandi í 17. grein, at »somuleiðis læra vit, at Kirstus skal koma til sjóndar við heimsins enda til tess at døma, og hann skal vekja upp øll tey deyðu. Teimum trúgvandi og útvaldu fer hann at geva ævigt lív og æviga gleði, men tey ógudiligu menniskjuni og djevlarnar fer hann at fordøma til at pínast uttan enda. Vit fordøma endurdoypararnar, sum halda, at endi verður á revsingunum hjá teimum fordømdu menniskjunum og djevlunum«.
Nú, Jóan Pauli, veit eg ikki, hvat tygum halda um hesa kirkjuna og hennara læru. Tað ber ivaleyst til at finna okkurt í henni, sum er betri enn tað, eg havi tikið fram. Og sjálvsagt kunnu landsins myndugleikar stuðla hesari kirkjuni peningaliga, eins og teir geva pening til so nógv annað. Men frá hesum og so til tað, ið stendur í 4. grein í grundlógini, vit nú hava, tað er eitt álvarsligt stig at taka.
Tit í grundlógarnevndini áttu at spurt tykkum sjálv: Er tað yvirhøvur neyðugt at hava eina »fólksins kirkju« í einum fjølbroyttum nútíðar samfelag? Er tað ráðiligt, at tann nýggi føroyski staturin bindur seg til eina ávísa kirkju og trúarlæru? Og hartil eina kirkju og trúarlæru, sum lærir, at teir umleið 4 túsund baptistarnir í landinum - og kanska onnur túsund við somu hugsan - skulu fordømast? Og sum lærir, at bert tey kristnu eru góð og før fyri at gera tað góða og hava uppiborið æviga gleði, meðan allir hinir føroyingarnir eru óndir og ikki førir fyri at gera nakað gott og tí skulu pínast uttan íhald!
Vónandi fara tit í grundlógarnevndini at hugsa tykkum væl um, tá ið tit skulu gera uppskot til nýggja føroyska grundlóg og skulu ráðgeva um, annaðhvørt 4. grein skal takast viðaftur, ella ikki.
Blíðar heilsur
Høgni av Heiði
PS. Í Svøríki hevur tingið samtykt at taka statskirkjuskipanina av komandi ár. Tá verður tann svenska evangelisklutherska Kirkjan ein kirkja á jøvnum føti við allar aðrar kirkjur og trúarbólkar í landinum.