Fyri góðari viku síðini varð gamli Ólavur Halgi, ella Veavåg sum hann síðani hevur itið, seldur av landinum. Tað er eitt franskt reiðarí, sum hevur keypt Veavåg, men hvat hann nú skal brúkast til, hevur ikki eydnast okkum at fáa upplýst. Poul Martin Rasmussen, reiðari, sigur, at teir eru kunnaðir um, at skipið skal røkja uppgávur í Caribiska havinum, men teir vita ikki, hvørjar uppgávur talan er um.
Ongar ætlanir um sølu
Poul Martin Jacobsen greiðir annars frá, at sum so høvdu teir ongar ætlanir um at selja skipið, men sigur at teir fingu eitt boð fyri skipið, og mettu teir tað vera skilagott at taka av boðnum. Poul Martin vil ikki upplýsa okkum, hvussu stór peningaupphæddin var, men segði einans, at teir sjávsagt taka støðu til tey tilboð, sum koma, og verða hesi mett at vera nóg góð, verður arbeitt víðari við málinum.
Siglt í norskum sjógvi
Veavåg hevur siglt sum vaktarskip í norskum sjógvi meginpartin av tíðini, og hava høvuðsuppgávurnar verið at halda trolarar burturi frá ávísum økjum, fyri at verja havbotnin.
Seinastu tíðina hevur hetta virksemi tó verið minkandi, og hóast summi vilja vera við, at virksemið á hesum øki fer at økjast munandi í framtíðini, so valdu teir at taka av franska tilboðnum, ístaðin fyri at satsa upp á eitt møguliga vaksandi virksemi.
12 mans hava siglt við Veavåg, harav meginparturin hava verið føroyingar.
Myndatekstur:
Ein partur av føroyskari søgu er nú liðugt skrivaður. Gamli Ólavur Halgi, ella Veavåg, sum hann varð nevndur seinastu árini, er nú seldur av landinum