tí tá var tað rein stalinisma, teir løgdu fyri dagin. Kjakið er kærkomið Chrisian Magnussen úr Javnaðarflokkinum fegnaðist um, at kjakið um fíggjarlógina tók hesa vend. Hann segði, at tað var gleðiligt [...] ongantíð fekk møguleika at standa á egnum beinum, og almennum skipanum, sum tað ikki var grundarlag fyri at fíggja í samfelagnum. - Tað er trupult, tá staturin skal vera tann stóra móðurin, sum tryggjar hvønn [...] alt sjónligari. Man kundi sagt, at skipanirnar í m.a. Danmark og Svøríki hava tikið tað ringasta frá kapitalismuni og tað ringasta frá sosialismuni eystanfyri. Staturin hevur verið brúktur til at hjálpa
Kyndil var oddaliðið, men tað var StÍF, sum átti lógvabrestirnir í høllini á Hálsi mikukvøldið. Allir spældu upp til sítt besta, eingin sveik, og tí vann strandaliðið uppiborið 27-23 á Kyndli, sum varð [...] varð fullkomiliga runnið um koll í seinna hálvleiki. Tað var annars heimaliðið, sum kom betur frá byrjanini, og teir lótu ikki StÍF koma framum, fyrr enn tjúgu minuttir vóru spældir. Men so fóru strandingar [...] teir raknaðu ikki við aftur, fyrr enn støðan var 22-16 til StÍF. Munurin minkaði eitt sindur aftur, og Kyndil royndi seg við at mansverja Artur Johansen, men tað gjørdi ikki tann stóra munin, og Kyndil hótti
bæði tí at hon noyðist at vera tað og so eitt sindur av móta eisini, tí hinir hava tað. Men taka vit t.d. gearskiftið, so skal tað rigga. Tað skal rigga hvørja ferð. Tað má ikki vera so, at í einum spurti [...] súkklar tú vanliga á sýrumarkinum, so tú akkurat ikki fær sýru. Og tað ber væl til at venja tað. Men tað eru ikki øll sum tola somu pínu. ? Tað, tú her sigur, merkir í veruleikanum, at súkklari á tí støðinum [...] Í ár hendi tað, at Gunnar Dahl-Olsen hevði sett tað í seg, at hann skuldi f? halda danskarunum, sum komu upp her at súkkla. Gunnar vann eisini onkra etapu. Hann hekk í teimum, og tað var altíð á málstrikuni
hevur hon ikki havt nakran serligan týdning. Tað er einki sum er so óspennandi sum at lesa tað, ið reyðsokkarnir hava skrivað. Tað er ein farin tíð, men tað er tað eftir øllum at døma ikki fyri allar kvinnur [...] sett til at seta í verk nøkur nýggj ting, sum eg havi arbeitt við í Danmark, tað var tað sum gjørdi meg skikkaða til starvið og tað ætli eg mær at liva upp til. Skúlin er í eini broytingartíð og at seta ta [...] eg meg í ein múr. Av teirri grund mátti eg lata dóttrina vera í Danmark fyrstu tíðina og tað var hart. Tað var ein trupul tíð og eg hugsaði, at Føroyar eru ikki eitt samfelag fyri meg við teimum dreymum
StÍF vann ikki minni enn 41-25, og tað var ikki eitt mál ov nógv. Fyri at taka málmansspælið fyrst, so var tað enn betri enn móti Kyndli fyrr í vikuni, og tá var tað sera gott. Johan Danielsen tók alt [...] seinastu árini. Men leygardagin var tað StÍF, ið spældi sum ein føroyameistari. Tað hava teir gjørt fyrr, men ofta hevur tað verið ov svingandi hjá strandaliðnum, og tí hevur tað ongantíð eydnast teimum at [...] ikki. Teir hugnaðu sær úti á vøllinum, og eftirsum hetta var seinasti dysturin áðrenn jólasteðgin, var heldur eingin orsøk til at spara seg. Júst tað at kappingin nú heldur ein steðg upp á tríggjar vikur
Jan Müller Tey trý oljufeløgini, tað norska Saga Petroleum, tað franska Total og tað amerikanska Anadarco, sum hava arbeitt saman í eina tíð á bretskum øki, hava nú gjørt av at skipa seg í bólk á føroyskum [...] leitistjóri, sum ikki heldur tað vera so relevant við spurninginum, at tað vanliga skulu borast 10 brunnar fyri at gera eitt fund. -Vit hava fyrireikað okkum so mikið væl, at vit halda tað vera realistiskt við [...] 20% av partabrøvunum. Men tað er annars eitt ynski í Noregi, at tað skulu vera trý oljufeløg, og hetta er sjálvandi nakað, sum Sagafólk eru fegin um. Hann leggur dent á, at tað týdningarmesta er at gera
trupulleikar, borið so í bandi, at tað at fáa sær børn er ein trupulleiki og annars alt tað sum er inniligt. Tað er skrætt burtur úr gerandisdegnum. Hvør hevur skrætt tað burtur? - Tey ráðandi á arbeiðsm [...] eftir lokna útbúgving í 1976. - Hevði eg vitað, at tað var so torført at byrja fyri seg sjálva og byggja eitt virki upp, hevði eg ikki gjørt tað. Tað hevur verið sera strævið, og hevði eg valt eina ferð [...] Ikki tí at eg einki hevði uppá hjarta ella tí eg ikki dugdi, men tí eg var konufólk. Fyrr var tað ótrúliga sárandi og eg tók tað persónligt, men í dag smáflenni eg eftir slíkum. Lívsjáttandi Ingvør Nolsøe
jólatræ í bygdini. Tað stóð á Fiskastykkinum oman fyri Piddasa handil. Ikki var tað so stórt upp á fót sum tað í Havn, men tað var eins og yndisligt sum jólatræið á Lítlu oyggj. Ikki var lúðraljóðið undir [...] Hon var drigin sum ein brakfilla í besta deiggi. Hetta var ein upphiting til veitsluna, sum skuldi verða uppi í B36-húsunum leygarkvøldið tann 21. desembur. Tað var so heimligt inni á Perluni. Tað bar [...] skránna, nú var tað kotulettin, ið skuldi á borðiskin og ikki Sverrasa Trapezius!« Tað var eitt lítið høgættargul. Kyldin var køld, og hevði hann mest sum lyndi til at fara at æla. Kom avfall, var eingin ivi
Men tað sigur seg sjálvt, at tað verður neyðugt at fara alt longri burtur frá húsum, og hetta hevur við hvørt við sær, at býlingar og bygdir flyta. Nu ein dagin komu vit fram á eld og royk. Tað plagar [...] síðani eini 250 fólk. Nú búgva umleið 700 fólk her. Aðalmálið og jólini Og so var tað aðalmálið hjá trúboðarunum. Tað var at boða Kristus. Í tríati ár hava teir arbeitt miðvíst við hesum fyri eyga. Teir [...] ber ikki til bókstaviliga at tosa um endar á Jørðini, men tað kennist sum um vit eru so langt burtur frá tí, vit eru von við, sum tað ber til. Tað ber til at fanga onkra útvarpsstøð á longbylgju, og vit
av tí at tað er rúsdrekkaumhvørvi. Hon orkar ikki longur at vera saman við fullum fólki. Jólaaftan fer Julia eins og áður í KFUK, og tað gleðir hon seg til, tí tað er sera hugnaligt. Í fjør var hon í Danmark [...] Dagny Joensen Jens Kr. Vang Tað er fjálgt og hugnaligt inni í herberginum, har Sosialurin ein regnvátan og myrkan illveðursdag í vikuni støkk inn á gólvið at tosa við fólk, sum onkursvegna hava verið soleiðis [...] verða gloymd ella burturmist, og merkt av, at tey vóru fyri bakkasti. So kunnu vit siga, at tað er sjálvgjørt, men tað kann eins væl vera fólk, sum ikki vóru nóg sterk at taka mótburð, og tí ikki mentust sum