Rigmor Dam
Hann segði m.a. at í londunum kring okkum er man í ferð við at gera upp við tað sokallaða norðurlendska vælferðarmodellið. Man er í einum hugsjónarligum vakuum. Kjarnin í hesum modellum hevur verið ein blandingsbúskapur. Tær óhepnu avleiðingarnar í hesum blandingsbúskapið, gerast alt sjónligari. Man kundi sagt, at skipanirnar í m.a. Danmark og Svøríki hava tikið tað ringasta frá kapitalismuni og tað ringasta frá sosialismuni eystanfyri. Staturin hevur verið brúktur til at hjálpa kapitalismuni á føtur aftur, tá hon hevur rent seg sjálva á sjógv. Man hevur stuðla einum vinnulívið, sum ongantíð fekk møguleika at standa á egnum beinum, og almennum skipanum, sum tað ikki var grundarlag fyri at fíggja í samfelagnum.
- Tað er trupult, tá staturin skal vera tann stóra móðurin, sum tryggjar hvønn einstakan í samfelagnum, tí tá tekur staturin eisini frælsið og sjálvræðið frá tí einstaka. Hann klientger fólkið. Í Danmark hevur man t.d. eina ørgrynnu av fyrrtíðarpensionistum og arbeiðsleysum. Spurningurin er, um tey í veruleikanum eru ein partur av vælferðasamfelagnum. Tey verða í hesum skipanum hildin fast uttanfyri samfelagið, og fáa neyvan møguleika fyri at koma inn aftur sum sjálvstøðug individ. Vit mugu gera upp við hendan tankan, at staturin við at klientgera fólk, kan tryggja nakað persónligt frælsi.
Um hvat vit skulu gera, segði Høgni Hoydal, at vit noyðast at finna eitt nýtt innihald í hugtakinum vælferð, og eftir hansara tykki merkir vælferðasamfelagið ikki, at øll skulu gerast partur av eini stuðulsskipan hjá statinum.
- Tað er ikki rímuligt, at øll, uttan mun til inntøku, skulu hava rætt til fólkapensión, segði hann.
- Tí eftir mínum tykki, merkir vælferð og eitt samhaldsfast samfelag, at tey, sum hava meira orku skulu gjalda meira, enn tey, sum hava minni orku. Hvør letur eftir evni og nýtur eftir tørvi.
Eisini segði hann, at lyklaorðið átti at verið sjálvregulering. Marknaðarkreftirnar eru eitt ógvuliga effektivt amboð, til at skapa eitt dynamiskt vinnulív. Men tað má stýrast undir føstum treytum, settar av tí almenna. Og so má vinnulívið klára seg innan teir karmar sum eru settir.
Um studning til vinnulívið, segði hann, at høvuðstrupulleikin í studningi er, at vinnulívið verður klientar á eini konto, og tað mugu vit koma burtur frá.
- Vit mugu gera langtíðarætlanir og finna nakrar skipanir, sum eru sjálvregulerandi, bæði tá talan er um pensiónir, barnaansing, býtið millum land og kommunu og ikki minst vinnulívið.
Óli Brekmann fortørnaður
Óli Brecmann úr Fólkaflokkinum var ikki blíður aftaná, og bað Høgna Hoydal lata vera við at provokera Fólkaflokkin í hesum samgongusamstarvinum. Hann sipaði til samgonguskjali og segði seg vóna, at Tjóðveldisflokkurin eisini stóð inni fyri tí. Hann segði, at Høgni Hoydal ikki skuldi halda fyrilestur fyri sær og øðrum fólkaflokksfólki, um hvat marknaðarbúskapur er, og hvør leiðin millum fríu marknaðarskipanina og sosialismu er. Eisini minti hann á tær tíðirnar, har Tjóðveldismenn ferðaðust kring heimin og sungu úr lítlum reyðum bókum, tí tá var tað rein stalinisma, teir løgdu fyri dagin.
Kjakið er kærkomið
Chrisian Magnussen úr Javnaðarflokkinum fegnaðist um, at kjakið um fíggjarlógina tók hesa vend. Hann segði, at tað var gleðiligt at hoyra Høgna Hoydal tosa um hvørjar mekanismur gera, at fólk ikki trívast, og um hvussu man skal fíggja vælferðina hjá teimum, sum verða tveitt av í svinginum í hesum marknaðarbúskapinum. Hann segði eisini, at Javnaðarflokkurin sjálvandi fer at luttaka í hesum kærkomna kjaki.
Miðflokkapolitkkur?
Helena Dam á Neystabø landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, tók undir við upplegginum frá Høgna Hoydal. Hon var samd við honum um, at klientgeringin ikki var av tí góða, og segði seg frøðast um at Tjóðveldisflokkurin hevði flutt seg inn á miðjuna av føroyskum politikki, har møguligt er at tosa um sjálvsábyrgd og sjálvregulering av einum samfelagi, sum vit sjálvi skulu hava ábyrgdina av í framtíðini. Hon helt at hetta vóru nýggir tónar frá Tjóðveldisflokkinum, tí hetta letur upp fyri, at vit kunnu veita teimum eina tænastu, sum veruliga hava brúk fyri tí. Eisini segði hon, at man eigur ikki at halda fast við eini skipan, har bara man hevur ein studning, tað verið seg til børn ella ung ella gomul ella skip ella vinnu, skulu øll hava líka nógv, óansæð um tørvur er á tí. Tí tá er eingin møguleiki at fíggja viðurskiftini hjá teimum sum veruliga eru við skerdan lut.