umboð í býráðnum. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa orðið á Jògvan Krosslá, borgarstjóran í Vági, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár. Men næsti maður á listanum var Hans í Líðini og hann heldur, at valúrslitið [...] Stenberg, sum hevur sitið í býráðnum, fær nú Svenning Borg undir liðina á sær. Hjá javnaðarflokkinum hendi eisini ein broyting við tað, at Páll Augustinussen fall. Ístaðin var Kirstin Strøm Bech vald við stórari [...] hjá tjóðveldisflokkinum í Vági er ein avleiðing av politiskum sliti. Jógvan Krosslá fekk 174 atkvøður á seinasta vali, men hesuferð fekk hann bara 80. ? Tjóðveldisflokkurin hevur havt borgarstjóran í Vági
reka fólkaflokspolitikk á hesum økinum. Nú er gamla skipanin við at gjalda mammum at ansa eftir egnum børnum heima tikin upp aftur og snikkað so til, at samtyktin ikki brýtur lógina á økinum. Ætlanin er nú [...] hetta, meðan hann sat í samgongu við Sambands- og Sjálvstýrisflokkinum. Henda skipan helt fram til á heysti í ´93, tá Sambands-, Tjóðveldis- og Javnaðarflokkurin tóku hana av. Í januar 1998 gjørdu Fól [...] Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin samgongu. Tá fingu vit hesa skipan innførda aftur, nakað á sama hátt sum frammanundan. Henda skipan helt fram í umleið eitt ár, men so varð klagað til landsstýrið
Byggingin av einum sethúsum úti í Bakka á Tinganesi er ólóglig. Hetta staðfestir Løgmansskrivstovan, sum hevur viðgjørt eina kæru frá tveimum grannum úti á Reyni, Jonhardi Eliasen og Ólavi Ellefsen, sum [...] eisini lagt amboðini. Løgmansskrivstovan vísir á, at hetta økið, har neystagrundin stendur, er kannað almennum stovnum og skrivstovum. At ein privatpersónur byggir á hesum økinum er sostatt ov stórt frávik frá [...] móti byggingini, tí hon metti ikki, at formligu viðurskiftini vóru í lagi. Býráðið staðfestir síðani á fundi, at talan er um eitt smávegis frávik frá byggisamtyktini, og tí loyvir hon byggingini at halda
grannunum til eitt nú økið í Vágsbotni við standmyndina av Nólsoyar Páll, Miðlahúsið, Hotel Tórshavn og partvís Karlsborg, sum hava gingið á odda í at fáa økið betri útnytta. Eitt av hugskotunum hevur verið [...] tíðarskeið um summarið. Enn eru kortini ikki komin nøkur skelti upp ella aðrar forðingar, sum benda á, at gøtan er stongd fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu. Ætlanin er tó ikki at forða fólki, sum búgva í sjálvari
rnum á Varðagøtu. Páll Petersen, formaður í teknisku nevnd, sigur, at tað serliga er krossurin Brattabrekka/Varðagøta, og økið við barnagarðin og vøggustovuna, talan verður um at fremja ábøtur á. Eisini [...] gin, talan er um. Páll Petersen sigur, at hetta er enn eitt stig á leiðini, men enn táttar nógv í, tí vegurin skal gerast nógv longri. Hann roknar tí við, at kostnaðurin kemur upp á minst 12 mió. kr. R [...] í Havn er á R.C. Effersøesgøtu, har bilarnir úr SMS koma út. Fyri at bøta um ferðsluruðuleikan har, játtaði býráðið 850.000 kr. til eina rundkoyring ella líknandi, sum kann minka um ferðina á vegastrekkinum
Fólkaflokkin. Í sínum sjálvrættvísi gevur Sosialurin, Páll Petersen skuldina fyri dáragerð Javnaðarfloksins, men hvat, lættast er at turka skittin av egnum hondum á onkran annan. Koppa Javnaðarflokkin Fólkaflokkurin [...] við Sambandsflokkinum, tí Jóannes Eidesgaard ikki longur orkaði bara at vera varaløgmaður. Ella aftan á býráðsvalið í 1994, tá Javnaðarflokkurin valnáttina leyp frá givnum lyftum til Sambandsflokkin, um at [...] hevði mist formennirnar í bæði sosialu nevnd og havnarnevndini, men vit hildu samgonguavtaluna, eisini Páll Petersen. Vit hava profilin sigur Sosialurin í oddagreinini. Ilt er at meta um sipað verður til Jóannes
bukast upp á pláss av so navnframum persónum sum Bjarna Djurholm, Øssuri Dam Jacobsen, Steen Juul Petersen og Óla Breckmann. Eg valdi so ikki borð Faraos, men valdi at fara í minniluta, meðan Páll Petersen [...] 1980, tá Fólkaflokkurin hevði býráðsformannin, sum tá fór frá við einum yvirtrektum kassakreditti upp á 38 miljónir krónur, men hetta hevur ikki áhuga, tá skeggið er ov nær høkuni. Býarpolitiska støðan er [...] løgtingið at broyta kommunulógina verður vanligt til egið gagn, og harvið føra bygda- og býráðspolitikk á landsins palli, verður mælt frá at gera størri kommunalar eindir, tá størri kommunalt frælsi bert verður
Rógvi Jacobsen legði heimaliðið á odda beint fyri steðgin, og beint eftir steðgin javnaði Símun Hansen. Málið hjá ÍF kom eftir innlegg frá Áka Petersen, sum stóri klaksvíkingurin stútaði í kassan, meðan [...] Suðuroy og EB/Streymur. ÍF ? B71 1-1 (1-0) 1-0: Rógvi Jacobsen, 44. 1-1: Símin Hansen, 47. Dómari: Páll Augustinussen
í okkara eygum, men soleiðis er tað bara. Hvaðani koma tit? Meðan vit stóðu á gøtuni í Ballater, fingu vit vitjan. Jógvan Páll stóð og tók nakrar myndir eftir høvuðsvegnum saman við mær sjálvum og Fraser [...] stórur heiður at verða »vørulatari« til kongaliga bretska hovið. Tí, so fær ein tað kongaliga segli upp á húsaveggin og tað merkir nakað heilt serligt. Býurin Ballater liggur nakrar fáar tímar úr Aberdeen. [...] Spurdi hann hvat vart áfatt og hann segði at ta var tí, at ein hollendskur ferðamaður hevði koyrt á ein ungan drong, og at hann mistonkti okkum at verða blaðmenn úr stórbýnum. Hann var umskiltur, tí hann
vera um hetta, tí so varð takið lættari. Partaeigararnir í hesum báti skuldi vera, Jákup á Biskupstøð, Napoleon á Biskopstøð, Heini Símun og síðani eg sjálvur. Vit komu allir saman til at tosa um hetta [...] lupu av, og vóru tær brúktar til annað, ið tørvur var á. Til at nýta sum innivið keyptu vit rekavið, sum vit sagaðu sundur við langsag í gálganum á Biskopstøð. 25 oyru um tíman Allir vit, sum skuldu eiga [...] dagur hjá okkum, tá hetta far, sum vit høvdu stríðst við at byggja, fór á sjógvin, og var tað ein gleðilig stund at síggja farið flóta á vágni. Navnið, vit góvu bátinum var “Royndin Fríða”, uppkallað eftir