Býráðið rekur nú fólkaflokspolitikk

Ansingartrupulleikin í Havnini hevur í mong ár verið stórur.

Longu í 1987 samtykti býráðið at gjalda teimum mammum, ið sjálvar ansaðu børnum sínum heima eina viðbót, sum tá var 700 kr. fyri børn yvir 3 ár og 900 kr. fyri børn undir 3 ár. Tað var Fólkaflokkurin, ið tók stig til hetta, meðan hann sat í samgongu við Sambands- og Sjálvstýrisflokkinum.

Henda skipan helt fram til á heysti í ´93, tá Sambands-, Tjóðveldis- og Javnaðarflokkurin tóku hana av.

Í januar 1998 gjørdu Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin samgongu. Tá fingu vit hesa skipan innførda aftur, nakað á sama hátt sum frammanundan. Henda skipan helt fram í umleið eitt ár, men so varð klagað til landsstýrið, og niðurstøðan var, at skipanin ikki var eftir galdandi reglum, og tí steðgaði hon upp.

Sitandi samgonga hevur nú rent seg fasta í ansingarspurninginum, eins og Fólkaflokkurin ávaraði um. Gleðiligt er kortini, at samgongan nú hevur samtykt at reka fólkaflokspolitikk á hesum økinum. Nú er gamla skipanin við at gjalda mammum at ansa eftir egnum børnum heima tikin upp aftur og snikkað so til, at samtyktin ikki brýtur lógina á økinum. Ætlanin er nú, at mammur fáa umleið 3000 kr. fyri børn undir 3 ár og 2800 kr. fyri børn yvir 3 ár. Foreldini skulu tó rinda 1050 kr. av hesum, so stuðulin verður ávikavist um 1750 og 2000 kr. fyri barnið. Hetta er umleið 2,5 ferðir so nógv sum eftir gomlu skipanini.

Hetta er gjørt nú, kanska sum valagn. Men løgið tykist tað kortini, at hetta verður skundað ígjøgnum júst nú, meðan heitastu talsmenn Fólkafloksins fyri hesum máli eru í farloyvi. Tað er ikki so langt síðani, at somu menn, sum nú samtykkja hesa skipan, hóttu við at slíta samgonguna, varð skipanin sett í verk.

Tað stutta av tí langa er kortini, at málið hjá Fólkaflokkinum nú verður pyntað og sett upp av javnaðar-, sambands-, tjóðveldis- og sjálvstýrissamgonguni.

Vinarliga,


Páll Petersen,

býráðslimur