Býráðsval
Vágur: Tað skerst ikki burtur, at tjóðveldisflokkurin í Vági hevði stóra afturgongd í býráðsvalinum týsdagin.
Tjóðveldið hevði fýrá býráðslimir, men hesuferð mistu teir fjórða limin til sambandsflokkin og hava sostatt tríggjar býráðslimir.
Hinvegin fekk sambandsflokkurin sum sagt, ein afturat og tey eru nú tvey.
Annars varðveittu bæði uttanflokkalistin og javnaðarflokkurin síni bæði umboð í býráðnum.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa orðið á Jògvan Krosslá, borgarstjóran í Vági, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár.
Men næsti maður á listanum var Hans í Líðini og hann heldur, at valúrslitið hjá tjóðveldisflokkinum í Vági er ein avleiðing av politiskum sliti.
Jógvan Krosslá fekk 174 atkvøður á seinasta vali, men hesuferð fekk hann bara 80.
? Tjóðveldisflokkurin hevur havt borgarstjóran í Vági í 12 ár og tað hevur uttan iva kostað í sær sjálvum, heldur Hans í Líðini.
Tað skerst heldur ikki burtur, at vinnuliga hevur staðið illa til í Vági seinastu árini og tað kann eisini hava kostað borgarstjóranum atkvøður.
Men er hetta so, er tað ein stór misskiljing, heldur Hans í Líðini, sum sjálvur er nývaldur í býráðnum.
? Ein kommuna skal ikki reka vinnulív og tí kann tað ikki leggjast kommununi til last, at tað er so lítið arbeiði í Vági.
? Ein kommuna skal skapa karmar og karmar hevur Vágs Kommuna skat so góðar sum nakrastaðni. hava umsóknir verið um vinnuvirkir, hevur kommunan avgreitt umsóknirnar skjótt og væl og niðri á havnalagnum eru umstøðurnar heilt framúr.
?Trupulleikin er, at tað privata vinnulívið manglar pening til at seta naka í verk fyri, sigur nývaldi býráðslimurin í Vági
? Er støðan tann, at borgarin væntar, at kommunan skal hava hava vinnulív, avspeglar tað bara, hvussu vánalig støðan er.
Sjálvur er Hans í Líðini sera bilsin av sínum egna valúrslitið. Hann fekk heilar 76 atkvøður og var sostatt bara fýra atkvøður aftanfyri Jógvan Krosslá.
? Tað var nógv meiri enn eg hevði væntað, sigur hann.
Triði býráðslimurin hjátj´ðveldisflokkinum í Vági, er Dánjal Bjarkhamar.
Sambandsflokkurin fekk ein lim afturat. Ásgerð Stenberg, sum hevur sitið í býráðnum, fær nú Svenning Borg undir liðina á sær.
Hjá javnaðarflokkinum hendi eisini ein broyting við tað, at Páll Augustinussen fall. Ístaðin var Kirstin Strøm Bech vald við stórari undirtøku, tí hon fekk 74 og hon skal nú manna javnaðaflokkin í býráðnum saman við Eyðfinni Mørk.
Uttanflokkalistin varðveitti eisini síni bæði umboð. Sølvi Andreasen varð afturvaldur, men Poul Johannus Joensen stillaði ikki uppaftur. Fyri hann varð Poul Augustinussen, valdur.