Býráðsóskilið í Havn

Borgarin kann ikki longur hava álit á býráðslimum, ið hóreiggja sær, sum teir gera

Tað er vorðið alt meira vanligt hjá Javnaðarflokkinum at bróta samgongulyftir, heldur enn at halda givin lyftir.

Hesaferð er tað Elin Lindenskov, við Javnaðarflokkinum í rygginum, ið leypur frá eini samgongu. Tórfinn Smith er farin saman við Elini í nýggju samgonguna, men kenni eg hann rætt, hevur Tórfinn gjørt hetta við sera ringum tannabiti. Tórfinn hevur sett eina æru í at halda givin lyfti.

Men sum sagt, svik er vorðin vani hjá Javnaðarflokkinum.

Hvør minnist ikki í 1982, tá Javnaðarflokkurin fekk koppað einari samgongu í býráðnum í Havn, tá javnaðarumboðini, júst sum nú, lupu frá givnum lyftum.

Ella í 1993, tá fíggjarmálaráðharrin Jógvan Sundstein kom til stongdar dyr í Landsstýrinum, tí Javnaðarflokkurin í náttarmyrkrinum hevði fríggjað aðrarvegir og hevði gjørt nýggja samgongu, uttan so frætt, sum at siga sínum samgongulimun frá, at nýggj samgonga var skipað.

Ella í 1996, tá Javnaðarflokkurin rýmdi úr samgonguni við Sambandsflokkinum, tí Jóannes Eidesgaard ikki longur orkaði bara at vera varaløgmaður.

Ella aftan á býráðsvalið í 1994, tá Javnaðarflokkurin valnáttina leyp frá givnum lyftum til Sambandsflokkin, um at halda fram við samarbeiðinum eftir valið.


Sosialurin og

teirra sjálvrættvísi

Sosialurin (tíðindablaðið hjá Javnaðarflokkinum), kallar slíkar politiskar dáragerðir at profilera seg. Sosialurin sigur í oddagrein, at tað kann ikki vera teirra problem, at Fólkaflokkurin ongan profil hevur, og tí kunnu teir (Javnaðarflokkurin) gera sum teir gera.

Tað má kennast eitt sindur løgið hjá Lisbeth L. Petersen og Ronald Poulsen nú at hálsfevna Elin Lindenskov. Tað var jú hon, ið koppaði Lisbeth úr býráðsformanssessinum. Eisini var tað Elin, ið noktaði at Ronald kundi verða við í samgonguni millum Tjóðveldis-, Javnaðar- og Fólkaflokkin.

Í sínum sjálvrættvísi gevur Sosialurin, Páll Petersen skuldina fyri dáragerð Javnaðarfloksins, men hvat, lættast er at turka skittin av egnum hondum á onkran annan.


Koppa Javnaðarflokkin

Fólkaflokkurin stendur við givin lyfti, og tí er Ingi Mohr ikki longur í Fólkaflokkinum. Eingin keta er sterkari enn veikasta liðið, og var okkara veikasta lið Ingi Mohr. Hann valdi at bróta samgongulyfti, og avleiðingin er, at hann er koyrdur úr flokkinum.

Sosialurin og Javnaðarflokkurin eiga at vita, at tá Ingi Mohr skifti hest, stóð tað øllum Fólkaflokkinum í boði at fara yvirum til minnilutan. Men vit høvdu gjørt eina avtalu, og hana vildu vit halda.

Tað kundi sjálvsagt verið freistandi at tikið av tá tilboðið fyrilá. Um vit so gjørdu, høvdu vit havt meirilutan í øllum nevndum, og sostatt allar formennirnar. Javnaðarflokkurin hevði mist formennirnar í bæði sosialu nevnd og havnarnevndini, men vit hildu samgonguavtaluna, eisini Páll Petersen.

Vit hava profilin sigur Sosialurin í oddagreinini. Ilt er at meta um sipað verður til Jóannes Eidisgaard, ið bleiv profileraður sum løgmaður við so stórum plakatum, at bert tann av Heðini Mortensen var størri. Ella kanska verður hugsað um systir blaðstjórans, Elina Lindenskov.


Livst so spyrst!

Vinarliga

Jan Christiansen, býráðslimur