Býráðið setir fútaforboð móti egnari samtykt

Tórshavnar Býráð breyt byggisamtyktina, tá tað samtykti at geva einum manni loyvi at byggja sethús úti í Tinganesi. Tí skal byggingin steðga beinanvegin. Hetta sigur Løgmansskrivstovan í skrivi til býráðið. Nú kennir býráðið seg kroyst til at seta fútaforboð móti egnari samtykt

 

Byggingin av einum sethúsum úti í Bakka á Tinganesi er ólóglig. Hetta staðfestir Løgmansskrivstovan, sum hevur viðgjørt eina kæru frá tveimum grannum úti á Reyni, Jonhardi Eliasen og Ólavi Ellefsen, sum halda, at byggiloyvið er givið í heimildarloysi.

Um byggingin skal halda fram, er neyðugt at býráðið broytir alla byggisamtyktina fyri hetta økið, og tað hevur tað ikki gjørt.

Vanligt er at býráðið kann geva smávegis frávik frá byggisamtyktini, og í hesum førinum, hevur býráðið hildið fast um, at henda byggingin bert er eitt smávegis frávik.

Hesum er Løgmansskrivstovan ikki samd í, og tí áleggur hon býráðnum at steðga byggingini beinanvegin, til formligu viðurskiftini eru fingin í rættlag, og arbeiðsmenninir hava eisini lagt amboðini.

Løgmansskrivstovan vísir á, at hetta økið, har neystagrundin stendur, er kannað almennum stovnum og skrivstovum. At ein privatpersónur byggir á hesum økinum er sostatt ov stórt frávik frá samtyktini.


Smávegis frávik

Tað var beint eftir Ólavsøku, at Jóhan M. Mac Donald fór undir at byggja sethúsini, men longu 2. august setti Løgmansskrivstovan forboð móti byggingini, tí hon metti ikki, at formligu viðurskiftini vóru í lagi.

Býráðið staðfestir síðani á fundi, at talan er um eitt smávegis frávik frá byggisamtyktini, og tí loyvir hon byggingini at halda fram. Nú hevur Løgmansskrivstovan so enn einaferð steðgað byggingini.

Fríggjamorgunin sendi sakførarin hjá býráðnum, Jógvan Páll Lassen, umsókn til Føroya Fútarætt um at seta eitt fútaforboð í verk ímóti byggingini. Býráðið hevur biðið um eina skjóta viðgerð, og málið kemur helst fyri mánadagin ella týsdagin.

Um Fútarætturin setir forboð, so er tað revsivert at halda fram við byggingini, og løgreglan kann boðsendast, um maðurin heldur fram.

Borgarstjórin Jan Christiansen sigur, at býráðið ikki vil steðga byggingini, men hann kennir seg noyddan at lýða harraboðini úr Landsstýrinum.


Endurgjald

Jan Christiansen sigur, at hann væntar, at býráðið fór at fáa eitt endurgjaldskrav frá eigaranum, og tað fer býraðið at beina víðari til Løgmansskrivstovuna, sum borgarstjórin metir eigur stóran lut í hesi óhepnu støðu býráðið er komið í.

? Landsstýrið góðkennir fyrst leigusáttmálan fyri húsini, men tá byggingin fer í gongd er tað ikki í lagi, sigur Jan Christiansen sum heldur, at arbeiðsgongdin hevur verið eitt sindur bagvend hjá Landsstýrinum. Býráðið skuldi fingið at vita frá Landsstýrinum beinanvegin tá leigusáttmálin var til viðgerðar, at henda byggingin ikki var í lagi, heldur borgarstjórin.

Byggingin kann í øllum førum ikki halda fram, fyrr enn byggisamtyktin fyri alt økið er broytt, og tað tekur longri tíð.