sum smiðju- og snikkaraarbeiði. Undirstellið á borðinum eru rør, sum teir saga og sveisa. Tað verður sproytað, og borðplátuna gera næmingar í smíði og festa á stellið. Hetta eru sera snøgg borð, og 48 borð [...] knøpp, men næmingarnir kýta seg fyri at fáa go-cartarnar lidnar rættstundis. Áðrenn teir byrjaðu avgørdu teir, hvørjir næmingar skuldu keypa go-cartarnar, sum teir fáa fyri tað, tilfarið kostar. Sólorka Ein [...] anlegginum. Mátitól verður sett á, so næmingarnir kunnu rokna orkuøgdina út. Smáttan fer at verða brúkt sum hitalaboratorium hjá skúlanum, og ætlanin er eisini at taka hana við á framsýningar. Aftrat hesum
trupulleikin. Men tað er heilt avgjørt ein fortreyt fyri at fólk støðast á einum stað, at skattatrýstið er rímiligt. Tað er munur á at búgva í eini kommunu við 16% í skatti og einari við 23% í skatti. [...] skal betala eyka fyri at fáa húsarhaldsolju út í oynna? Men heldur ikki í hesum føri er tað ein tann einasti politikari, sum rættir útjaðaranum eina hond, finst býráðsformaðurin á Tvøroyri at. Allir skilja [...] doyggja út. Men størsta feilin hevur mín egni partamaður, Anfinn Kallsberg. Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri er sera misnøgdur við, hvussu lítlan ans, løgtingsmenn og landsstýrismenn vísa útjaðaranum
kunstiga vitið. Spælið gongur út upp á at læra seg at kenna lítla djórið og at gerast vinur við tað. Spælið er Fin Fin og tann verðin, ið er bygd upp rundan um hann. Hann livir á Teo, ein vøkur og grasgrøn planet [...] okkum væl mótvegis øðrum. Og tað er jú ikki so heilt av leið. Fakta Tað ber bert til at fáa samband við Fin Fin á Teo, um ein hevur Windows 95, minst eina 2x speed CD-rom støð og eina mikrofon til telduna [...] mun til Tamagotchi?arnar eru hetta tó annaðleiðis klók og fyrikomandi verur. Og enn síggjast tey bert á einum telduskíggja. Kunstigt vit Fin Fin er eitt lítið sjarmerandi villdjór, ein blanding av springara
frítíðini kann tað vera snilt at melda seg til lýsingar fyri ferðir, og á tann hátt fáa hópin av upplýsingum um ferðir og prísir á tann hátt. [...] tað, ið hendir á web staðinum www. reklame.dk. Her hevur ein lítil donsk fyrtøka gjørt eina heimasíðu, sum rindar pening til fólk, ið vilja hyggja at lýsingum! Lýsingarnar liggja ikki á heimasíðuni. Men [...] ymiskum lýsingum. Fyri hvørja lýsing fær ein 10 oyru. Peningurin verður so tvær ferðir um árið settur inn á konto hjá einum. Og ikki er veruliga neyðugt at hyggja at lýsingunum; tað er í hvussu er ógjørligt hjá
leiga vøllin á Toftum, sigur formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, sum mánadagin fer frá sum formaður í meistarafelagnum. Hjá okkum var støðan serlig, tí vit løgdu eina venjingarlegu í hølunum á dystinum [...] , sum brúkti onkrar av Intertoto-Cup dystunum hjá B36 á tippiseðlanum og í øðrum spæli. Hesir pengar eru eingin trygd hjá føroysku felagnum at fáa, og orsøkin til, at B36 fekk hesa upphædd var, at teir [...] umsitingina og 10% fara í ein serligan trygdargrunn. Tær góðar 30 milliónir krónurnar, sum feløgini fáa at býta, verða býttar soleiðis, at 4/5 fara til feløgini, sum hava forvunnið hesar pengarnar, meðan
grunanr?, fyri at endurgeva J. F. Øregaard á sinni. Hetta merkir, at vit hava uppá seg nógv mikki pláss á sjónum og eisini á landi enn norðmenn. Óli Jacobsen vísti á dømi, har ein oljuvinna kann ?hótta? f [...] vinnunevndini verður at innkalla vinnuna at fáa greiðu á í hvønn mun hetta virksemið longu nú nervar teir, sum fiska. Eisini vísti hann á, at útgerð eitt nú rørleiðingar á havbotninum kunnu darva fiskiskapinum [...] Hetta arbeiði er gjørt av serfrøðingum á økinum. Tí mugu vit hava álit á, at framlagda uppskotið er tað, sum vit hava brúk fyri. Óli Jacobsen, sum herfyri var á kunningarferð í Noregi sum limur í Vinnunevndini
er í fyrstu syftu, er at fáa seyðin úr tí fjølbygdasta partinum av kommununi. Tað vil siga, at ætlanin er at fáa seyðin úr býnum av Sevmýru, vestur til áraka elverkið, ella har á leið. Kommunan er stór [...] ímillum fiskakassarnar niðri á flakavirkinum. Talan er um matframleiðslu, og tað ber ikki til at hava seyð malandi har, sigur Páll Vang. Býráðið er sinnað at finna eina loysn á trupulleikanum og eg rokni [...] Seyður, sum gongur leysur í býnum er eitt hitt frem kjakevnið ímillum tvørafólk. Nógv fólk ilskast inn á, at seyðurin er til stóran ampa. Onnur krevja, at hann skal varðveita vetrarbitið óskert. Men so nógv
Leygarkvøldið fáa vágafólk Moirae. Føroyski rockbólkurin við tí tiltikna sangaranum Terja Rasmussen á odda, fer leygarkvøldið at spæla til dans í Sørvági. Moirae er í góðari venjing eftir ferð til Finnlands [...] og kontantum rocki og onkrum friðarligari lagi. Nýggj løg, sum limirnir í bólkinum hava smíðað, eru á skránni, og eisini spæla teir gomul løg hjá Føstufressum. Kopiløg hjá kendum útlendskum tónleikarum [...] n við orku sum eitt heilt fótbóltslið, Hjalti Joensen, sum spælir gittar, Kaj Johannesen, sum slær á trummurnar, Kim Hansen, sum spælir keyboard, og Mikkjal Joensen, sum spælir bass.
fyri menn. Kvinnur Hjá kvinnunum var enn eina ferð talan um lokaluppgerð á Strondum, og hesa finaluna vann Ingun Hansen trygt á Borglis Fagradal við settúrslitunum 11-8 og 11-6. Annars vóru úrslitini hesi: [...] 10-12 ár Jenny Nielsen vann finaluna á Lis Christoffersen Hansen, báðar eru úr VÍF, við settmuninum 11-2 og 11-1. Gentur 12-14 ár Elin Hansen úr HBF vann í finaluni á Jenny Niclasen úr ÍF við settmuninum [...] 14-16 ár Karin Hansen úr HBF vann finaluna á Marit Mortensen, eisini úr HBF, við settúrslitunum 12-10 og 11-6. Kvinnuunglingar Bjørg Poulsen vann finaluna á Duritu Mikkelsen við settunum 6-11, 11-8 og
Nógv bendir á, at Drelnes verður fyrsta føroyska oljuútgerðarhavnin. Ein áhugabólkur umboðandi vinnulív á Tvøroyri og aðrastaðni í landinum hevur síðani apríl mánað í 1996 samráðst við eitt danskt felag [...] sum hevur verið við í fyrireikingunum er Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri. Hann sigur, at ein avgerandi fortreyt fyri at kunna seta á stovn eina útgerðarstøð í Føroyum er tann, at allar veitingar til [...] íløgur Tað er ikki nokk, at hetta kemur at standa í treytunum til tey einstøku feløgini, sum fáa loyvi at bora á føroyskum øki heldur Páll Vang. -Um eitt felag skal gera stórar íleggingar, so má hetta kravið