Skaði steðgaði Absalon Eysturoy

Badminton: Hevði skaði ikki sent hann úr kappingini, eru tað fleiri, ið halda, at Absalon Eysturoy hevði verið gott boð til finalist í Tórshavn Open

Tað gjørdist ikki sørt spennandi í Badmintonhøllini leygardagin, tá tað eydnaðist tí unga Absalon Eysturoy at vinna á veteraninum Jákup Midjord, og harvið senda hann út úr kappingini, ið fór fram eftir cup-skipanini.

Absalon spældi seg fram ímóti semi-finaluni, har hann kom ímóti Gunnar Gregoriussen.

Men so var Absalon so óheppin at fáa ein skaða sum gjørdi, at hann noyddist at gevast, og tað hevði so við sær, at Gunnar hevði fingið pláss í finaluni.

Annars var Absalon mest spennandi spælarin leygardagin, og fleiri vóru tey, ið hildu, at um hann ikki fekk handan skaðan, kundi hann lættliga sent Gunnar úr kappingini, og enntá hótt Erland í finaluni.

Men hetta verða bert tankar, tí sum sagt fekk Absalon skaða, so hann kom ikki víðari til finaluna.


Finalan

Í finaluni kappaðust Gunnar Gregoriussen og Erland Poulsen, báðir úr HBF.

Fyrsta settið var sera javnt, teir skiftust um at liggja á odda og vera javnir, til støðan var 13-13. Síðstu løtuna av hesum settinum gekk betur hjá Gunnari, sum vann settið 18-15.

Men í øðrum setti gekk betur hjá Erland, sum vann trygt 15-5.

Triðja settið varð javnari, hóast Erland lá framman fyri alla tíðina. Hetta settið endaði 15-11 til Erland Poulsen, sum harvið hevði vunnið Tórshavn Open 1997 fyri menn.


Kvinnur

Hjá kvinnunum var enn eina ferð talan um lokaluppgerð á Strondum, og hesa finaluna vann Ingun Hansen trygt á Borglis Fagradal við settúrslitunum 11-8 og 11-6.

Annars vóru úrslitini hesi:


Gentur undir 10 ár

1. Jenny Nielsen, VÍF

2. Christina Ericsen, VÍF


Gentur 10-12 ár

Jenny Nielsen vann finaluna á Lis Christoffersen Hansen, báðar eru úr VÍF, við settmuninum 11-2 og 11-1.


Gentur 12-14 ár

Elin Hansen úr HBF vann í finaluni á Jenny Niclasen úr ÍF við settmuninum 11-5 og 11-5.


Gentur 14-16 ár

Karin Hansen úr HBF vann finaluna á Marit Mortensen, eisini úr HBF, við settúrslitunum 12-10 og 11-6.


Kvinnuunglingar

Bjørg Poulsen vann finaluna á Duritu Mikkelsen við settunum 6-11, 11-8 og 11-3. Tær eru báðar úr HBF.


Dreingir undir 10 ár

Niclas Eysturoy úr HBF vann finaluna á liðfelaga sínum Eli Fróða Hansen við úrslitinum 11-1 og 11-0.


Dreingir 10-12 ár

Í finaluni vann Thomas Rubbeksen, HBF, á Gunnar Poulsen, HBF, við settúrslitunum 11-8 og 12-10.


Dreingir 12-14 ár

Bjartur Lamhauge úr HBF vann finaluna á Hanus Eliasen úr ÍF við settmuninum 15-5 og 15-8.


Dreingir 14-16 ár

Aksel Poulsen úr Havnar Badmintonfelag vann finaluna á Bjarka Hansen úr sama felag við settmuninum 15-5 og 15-4.


Mansunglingar

Eisini hetta var ein lokaluppgerð í Havnar Badmintonfelag. Jørgin Enghamar vann á Christian E. Andreasen við settunum 15-8 og 15-11.