Í august mánaði byrjaði nýggjur árgangur av SIT-næmingum á Tekniska Skúlanum í Havn.
Longu nú eru teir slopnir at royna seg við amboðunum, og teir gera veruligar brúkslutir.
Í staðin fyri at lata næmingarnar bara gera royndir fyri at læra handverkið, valdi skúlin at lata hesar 30 næmingarnar gera eitt projekt, sum 1o vikur eru settar av til. Hesar 10 vikurnar skulu teir royna seg í tí handverkinum, teir sjálvir hava valt skal vera teirra hetta tíðarskeiðið, snikkaraarbeiði, sveising o.a.
Skúlaborð
Ein bólkur ger borð, sum skúlin skal hava til nýinnrættaðu høli síni. Tveir næmingar eru um hvørt borðið, ið verður gjørt bæði sum smiðju- og snikkaraarbeiði.
Undirstellið á borðinum eru rør, sum teir saga og sveisa. Tað verður sproytað, og borðplátuna gera næmingar í smíði og festa á stellið.
Hetta eru sera snøgg borð, og 48 borð verða gjørd tilsamans.
Go-cartar
Nakrir SIT-næmingar skulu gera tilsamans tríggjar go-cartar. Næmingarnir hava tvey modell sum fyrimynd, og skulu so gera allan bilin sjálvir. Har er nógv at sveisa og nógv tíðarkrevjandi putl. Nógv smátt at skera og saga til og sveisa, tí teir gera alt stellið sjálvir. Hjól o.a. verður keypt, men alt skal setast saman. Væl gongur. Tíðin er knøpp, men næmingarnir kýta seg fyri at fáa go-cartarnar lidnar rættstundis. Áðrenn teir byrjaðu avgørdu teir, hvørjir næmingar skuldu keypa go-cartarnar, sum teir fáa fyri tað, tilfarið kostar.
Sólorka
Ein triðja uppgáva snýr seg um sólorku. Teir byggja eina lítla smáttu, og í henni erður rúm fyri einum arbeiðsborði og nøkrum tólum. Á tekjuna verður ein sólfangari lagdur. Rørarbeiði læra næmingarnir við at gera vatnanlegg til og frá sólfangaranum. Elektronikk læra teir, tá stýring skal gerast av anlegginum.
Mátitól verður sett á, so næmingarnir kunnu rokna orkuøgdina út.
Smáttan fer at verða brúkt sum hitalaboratorium hjá skúlanum, og ætlanin er eisini at taka hana við á framsýningar.
Aftrat hesum projektunum skulu aðrir bólkar við næmingum gera ein hjall, eitt amboðsborð og eitt løðitól.
Øllum dámar
Lærararnir á Tekniska Skúlanum í Havn lata væl at hesum undirvísingarmátanum.
Ikki bilti, at næmingarnir høvdu lært so lítið, áðrenn teir vórðu kastaðir inn í projektið beint aftaná heystferiuna, tí teir komu so skjótt eftir tí. Og arbeiðshugurin er góður, tí tað er ein meining í arbeiðinum, við tað at lutirnir, teir gera, fara at kunna brúkast.
Projektið hjá SIT-næmingunum heldur fram til jóla.
Verður gjørt aftur
Lærararnir eru líka væl nøgdir sum næmingarnir, og teir ivast ikki í, at komandi SIT-næmingar eisini sleppa at gera slík projekt.
SIT-útbúgvingin tekur eitt álva árið. Samstundis sum teir hetta fyrsta hálva árið gera projekt hava teir eisini vanligar lærugreinir.
Tað seinna hálva árið velja næmingarnir linju.
Tá teir eru lidnir við útbúgvingina, kunnu teir, um teir fara í læru og raka á eitt fak, sum teir valdu at hava í útbúgvingini, fáa árið góðskrivað í lærutíðini.