politikki skilji eg er, at í vár verður farið at bora tunnil undir Vestmannasundi og helst fara tað ikki at ganga mong ár, til at tað eisini fer at verða borað undir Leirvíksfirði. Hetta fer at knýta størsta partin [...] av Føroyum í eina stóra eind, sum kemur at hava stóran framburð og týdning fyri oyggjarnar norðan fyri Suðuroyarfjørð. Fyri Suðuroynna kemur hetta at merkja, at vit tá av sonnum gerast útjaðari, og tað [...] skilagott t.d. at lagt oljudirektoratið í Vági, um býráðið er ført fyri at vísa á hóskandi hølir. Hetta hevði havt ein ómetaligan stóran týdning fyri menningina av Suðuroynni, og fyri at fingið væl kva
vit fyri ikki so langari tíð síðani taptu stórt ímóti. Hinvegin er vert at festa seg við, at í kappingini hjá U16 dreingjaliðnum eru Føroyar komnar í bólk saman við Liechtenstein, sum má sigast at vera [...] Vinnararnir fara saman við Týsklandi, sum skipar fyri, til EM-endaspælið, sum verður í mai mánaði ár 2000. Misjavnt føroyskt lutakast Fyri føroysku liðini má sigast, at lutakastið var eitt sindur upp og niður. [...] tað kemur til fótbólt, so her skuldu føroysku U16 dreingirnir ivaleyst havt ein góðan møguleika fyri at fingið okkurt gott burturúr.
teimum, at teir vinna heimadystin móti StÍF í dag, og tað kann vísa seg at gerast ein tung uppgáva. StÍF vísti stórspæl móti júst Kyndli mikukvøldið, har teir vunnu 27-23. Her er ógjørligt at finna nakran [...] Tey flestu munnu ikki rokna við, at VB fær nakað stig hetta vikuskiftið heldur. Bæði VÍF og StÍF eru væl við í kappingini, og hjá báðum hesum liðunum ræður um at vinna seinasta dystin, so tað verður enn [...] við at spæla fýra útidystir, áðrenn tær fingu sín fyrsta heimadyst. Í dag spæla klaksvíksgenturnar á Kambsdali, og í morgin enda tær heima móti Neistanum. Liðið hjá norðoyingum byrjaði við at vinna á Kyndli
eftirsum kappingin í Schweiz er skipað á tann hátt, at rættiliga nógv lið flyta upp og niður, skuldi góður møguleiki verið fyri, at liðið fer at vinna sær pláss í bestu deildini. John Petersen skal í fyrstu [...] Marokko stutt seinni. Yverdon ætlar at leiga John Petersen frá B36 í eitt hálvt ár fyri fyrst, og um báðir partar eru nøgdir við hetta hálva árið, eru góð líkindi fyri, at ein sáttmáli verður gjørdur. Schweiz [...] Alpunum megnaði ikki at spæla seg til HM í Fraklandi í summar. Fremsta orsøkin til, at tað ikki hevur gingið so væl í seinastuni, sigst vera, at landsliðið ongantíð er komið fyri seg eftir missin av Hodgson
mest bilsin av, mundi vera, at kvinnuliðið hjá VB, sum í 10 dystum bert hevði fingið tvey stig, megnaði at vinna bæði í Vestmanna og á Skála, og tað enntá dag um dag. So at siga alla kappingina hava tað [...] teir hava víst seg at missa stig á løgnastu støðunum, og tað kann kosta, tá tað verður talt saman fyri seinastu ferð tann 1. apríl. Tey mundu ikki vera nógv, sum roknaðu við, at H71 fór at vera tað niðasta [...] javnleikin móti Stjørnuni høvdu tær tapt stórt móti Neistanum í steypakappingini. Fyri GÍ/Tjaldrið var tað bert spell, at VB fekk ikki minni enn fýra stig, tí hóast javnleikin bleiv samanlagda eysturoyarliðið
Tjaldrinum eisini at revsa, og tað var um reppið, at tær vunnu. Tær fegnaðust um stigið, tær høvdu vunnið, men tað mundi koma eitt sindur illa við, at hitt botnliðið, VB, megnaði at vinna báðar sínar dystir [...] sigast, at úrtøkan var sera soltin. Hevði tað ikki verið tí, at VB hevði eitt so gott vikuskifti og vann á bæði VÍF og StÍF, so hevði Stjørnan nú ligið á fimta plássi. Og tær skulu eisini fegnast um, at hetta [...] Tríggir minuttir eftir at spæla, og minuttin eftir varð Beinta Joensen víst út í tveir minuttir. Stjørnan sá nú út til at skula fara avstað við báðum stigunum, men tær megnaðu ikki at skora í yvirtalsstøðuni
Stjørnuni einki at reypa av, og tað gjørdi eisini arbeiðið hjá málverjanum lættari. Ein av orsøkunum til, at munurin var so lítil í fyrra hálvleiki var, at Stjørnan dugdi væl at gera sær dælt av, at Neistin í [...] Stjørnan tað sama vunnið dystin. Tí var tað eisini rættiliga óvæntað, at Neistin skuldi vinna ikki minni enn 27-15 í Klaksvík sunnudagin. Av tí at tað hava verið trupulleikar við fax-maskinuni í KÍ-høllini, hava [...] seinna hálvleiki kom Neistin eftir, at Stjørnan fekk fyrimun av hesum. Tær góvust við útskiftingunum, og so var einki eftir at gera hjá heimaliðnum, sum sostatt ikki megnaði at yvirhála Neistan á øðrum plássi
Føroyum inn á Skála at spæla móti StÍF. Hetta var triðju ferð í ár og aðru ferð á rað, at VB brúkti eitt heilt vikuskiftið norðan fyri til at spæla tveir dystir. Tær eru ikki so nøgdar við, at kappingin er løgd [...] VB-kvinnunum at vinna, og tá var sigurin so tryggur sum 25-17. Í øðrum dystum hevur tað verið nær við ? millum annað móti Stjørnuni ? men sum oftast hevur verið hildið, at tað bert var á heimavølli, at VB kundi [...] bragdið á Skála, har tær sigraðu 21-16. Fyri at taka dystin í Vestmanna fyrst, so vóru tað serliga verjurnar, ið sviku. 57 mál komu í dystinum, og tað er rættiliga nógv fyri ein kvinnudyst. Tað byrjaði eftir
ólavsøku í ár skipaði fyri einum øðrum og nógv størri tiltaki, nevnliga væleydnaðu kappingini um The Atlantic Giant 98, og tað er lítið at ivast í, at áhugin fyri kappingini um at gerast Føroya sterkasti [...] kann tó vera vert at nevna, at tá ið SMS fyri nøkrum árum síðani skipaði fyri eini opnari kapping í sjómanstaki, var tað Jákup Jacobsen, sum vann kappingina. Teir seks luttakararnir fara at verða stýrdir av [...] sigast annað, at hetta er ein av teimum heilt áskoðaravinarligu venjingunum, í mun til eitt nú deadlift. Regin favorittur Tað er einki yvir at dylja, at Regin Vágadal er stórfavorittur til at vinna kappingina
Venezuela Jørðin er rund Tað var millum annað fyri at staðfesta henda veruleikan, at Kolumbus fyri meiri enn fimm hundrað árum síðani sigldi vestureftir fyri at koma til India. Hann kom ikki til India, tá [...] Ein er, at teir innføddu seta skúlan sera høgt. Tað er vorðið ein dygd at duga at lesa, skriva og rokna, og teir innføddu halda sjálvir skúla. Fyri trúboðararnar hevur tað havt mest at siga, at ein samkoma [...] høvdu høgt niður fyri ikki so langari tíð síðani. Maður hennara var millum teirra, sum vóru farnir á veiðuferð »fyri vikuna«, og hon greiddi frá, at onkur hevði sagt henni, at tað fór skjótt at regna. Hon hevði