U18 ? gentur
Bólkur B5:
Ongland
Føroyar
Ukraine
?umframt liðið, sum endar nummar 2 í 1. umfarsbólkinum. Tað verður Turkaland, Moldavia, Bulgaria (teirra luttøka er ikki heilt greið enn) ella Slovenia
Kappingin er skipað í trý umfør. Í 1. umfari eru 16 lið í fýra bólkum, har av nummar eitt og tvey koma víðari til 2. umfar.
Í 2. umfari koma Føroyar so við, og í hesum umfarinum eru tilsamans fimm bólkar.
Nummar eitt og tvey í 2. umfarsbólkunum koma so víðari til 3. umfar av kappingini. Í hesum umfarinum eru fýra bólkar. Og europameistarin verður so funnin í einum finaluumfari við fýra liðum. Hetta eru tey fýra liðini, sum vinna bólkarnar í 3. umfari.
Í 2. umfari, har Føroyar eru við, skulu dystirnir vera spældir áðrenn 20. desember 1999. Í 3. umfari skulu dystirnir vera spældir áðrenn 20. mai 2000.
U16 ? dreingir
Bólkur 13:
Føroyar
Liechtenstein
Finnland
Hendan undankappingin er skipað í 15 bólkar ? 11 bólkar við trimum liðum og fýra bólkar við fýra liðum.
Her skulu dystirnir vera spældir áðrenn 10. mars í 2000. UEFA skal hava boð frá teimum ymsu fótbóltssambondunum um, nær dystirnir verða spældir, í minsta lagi 30 dagar áðrenn fyrsta dystin í bólkinum, og í seinasta lagi 15. apríl 1999.
Teir 15 bólkavinnararnir koma í endaspælið saman við Ísrael, sum skipar fyri. Í endaspælinum verða liðini býtt sundur í fýra bólkar við fýra liðum í hvørjum, altso júst so sum vit kenna tað frá EM hjá teimum vaksnu liðunum.
EM-endaspælið hjá U16 dreingjaliðunum verður spælt í februar 2000.
U18 ? dreingir
Bólkur 6:
Finnland
Ungarn
Albania
Føroyar
Kappingin hjá U18 liðunum hjá dreingjum er býtt upp í 14 bólkar. Átta av bólkunum hava fýra lið, meðan hinir seks hava trý lið.
Her skulu dystirnir í undankappingini vera spældir í seinasta lagi 30. november 1999.
Og eins og hjá U16 liðunum skal UEFA hava fráboðan um dystarskránna í seinasta lagi 15. apríl 1999.
Tá undankappingin er liðug, verður spælt eitt slag av »miðalumfari«, har teir 14 bólkavinnararnir verða býttir í sjey bólkar (sostatt verður bert ein dystur í hvørjum »bólki«).
Vinnararnir fara saman við Týsklandi, sum skipar fyri, til EM-endaspælið, sum verður í mai mánaði ár 2000.
Misjavnt føroyskt lutakast
Fyri føroysku liðini má sigast, at lutakastið var eitt sindur upp og niður.
U18 kvinnulandsliðið kom aftur í bólk saman við Onglandi, sum vit fyri ikki so langari tíð síðani taptu stórt ímóti.
Hinvegin er vert at festa seg við, at í kappingini hjá U16 dreingjaliðnum eru Føroyar komnar í bólk saman við Liechtenstein, sum má sigast at vera lægri í metum enn Føroyar, tá tað kemur til fótbólt, so her skuldu føroysku U16 dreingirnir ivaleyst havt ein góðan møguleika fyri at fingið okkurt gott burturúr.










