tá hann kemur inn í skiftirúmið eftir dystin. Lagið er gott eftir stóru upplivingina, men Símun klárar ikki ar halda sær. – Eg fór inn á WC og stongdi hurðina, og so fór eg bara at gráta, sigur Símun [...] Símun og nevnir nøvn sum Símun Petur Justinussen, Poul og Kaj Ennigarð, Símin Louis Jacobsen og Svenn Olsen. Uttan fyri vøllin er Símun tó ikki nóg búgvin. Hann leingist illa aftur heimbygdina, og hvør [...] at omman í Vági er deyð. Beiggi Símun, Jón, og mammubeiggin, Petur, standa og bíða eftir honum, tá hann kemur av vøllinum. Símun fer at heilsa upp á, og teir greiða frá, at hon doyði fyrr um dagin,
ábyrgd bæði andliga og tímiliga, og vóru við at forma og menna okkum. Takk babba fyri kærleikan tú vísti okkum sera væl. Við tíni hond og umsorgan So signað eru vit og sæl Eitt ríkt og signað lív ein fær [...] abba- og ommubørn komin afturat og í ár ein langabba/ommu dóttir. Uppvøkstur á Glyvrum, Barnaárini hjá babba vóru á Glyvrum í krígsárunum og beint eftir. Tá vóru ikki nógvir pengar millum fólk og lítið [...] var skorin og framleidd til víðari virkingar á Glyvrum. Vinnuliga virksemið helt fram og tað var bæði viðrák og mótrák. Nógv broyttist á vinnuliga økinum í Føroyum í áttati og nýtiárunum, og hetta merkti
gamla Eirik Simonsen úr Havn, sum – eins og nógvir aðrir føroyingar gera – sum 16 ára gamal valdi at fara á eftirskúla í Danmark. Har spælir hann hondbólt við Viborg HK, og í síðstu viku varð hann á fyrsta [...] nærri at, hvør Eirikur er, og hvat hann ætlar sær. Valið fall á býin Viborg, har siður er fyri hondbólti, og av tí at Eirikur at kalla alt sítt lív hevur spælt hondbólt, so lá hetta so væl fyri. Liðugur [...] Eirikur spælir í bakketuni og kann nýtast á bakkunum og eisini sum spælbýtari. Styrki hansara hevur verið skotini, men ein skaði hevur fyribils sett hesa styrkina til viks. – Eg havi havt trupulleikar við
Alex og viðleikararnir verða skundaðir umborð. – Øll sótu klár at fara og hugdu upp á okkum. Tað vóru bara trý pláss eftir í flúgvaranum, so tey hava bara bíða eftir okkum, sigur Alex og ristur við høvdinum [...] r hava hann niður í løn, men tað og nógva koyringin gjørdi, at hann valdi at skifta til HB. – Eg havi eina dóttir, og tá eg plagdi at koma heim frá venjing, lá hon og svav, so vit upplivdu einki saman [...] fyri Alex og Rigardo, sum í dag spælir í næstbestu deildini í Russlandi. – Vit koyrdu buss í 41 tímar, og hann steðgaði í heilum. Tá vit eina ferð komu fram, vóru føturnar hjá mær hovnar, og eg visti ikki
At Benadikt gjørdist so kendur og væl umtóktur eisini uttan fyri bygdina, komst av, at hann og konan fingu sær gistingarhús í Mykinesi, og mong eru tey, bæði uttan- og innanlendis, sum hava sitið væl [...] við teim fimmti árunum, og at hesin vinsæli og virkisfúsi maður má hava mong góð ár at virka í til frama fyri bygdina og til gleði fyri tey mongu, ið leita til Mykinesar á sumri – hesa perlu í okkara oy [...] Jógvan á Lækjuni, krøkti seg á útróðri og fekk blóðeitran. Hann lá sjúkur í Sørvági og doyði har. So ringt var sambandi til Mykinesar, at Lisa visti av ongum fyrr enn eftir, maðurin var jarðaður í Sørvági. Lisa
við lívinum í havinum? Meiningar tróta ikki. “Byrsufólk og friðingarfólk” smæðast ikki, og maður, sum ikki tekur dagar millum húk og trol, friðing og dagatal, er ikki fyri rættan mann at rokna. Ein hugsanin [...] toski, so tættur og so ovalaga stóð hann í sjónum. Væl bar til. Ríkidømið og avkastið var stórt, og hvør maður raskari enn annar. Men so brádliga, upp gjøgnum áttatiárini fór at sansa at, og í 1991 vóru teir [...] mannaður við einari mió. ársverkum á landi, og 140.000 ársverkum umborð á 85.000 'skipum og bátum. Stórveldini smæðast ikki við yvirfisking og útblaking, og síðani at revsa tann minna, ið lítið orkar.
gamal og sjálvlærdur miðlagrafikari, minnist, at vinmenninir og hann sum dreingir plagdu at fiska um kvøldarnar. Í frítíðini íðkaðu teir fótbólt og hondbólt, og vóru teir í haganum, runnu teir. – Tað [...] stuttleikaðu vit okkum og drukku, sum unglingar flest, og ferðaðust til stevnur um summarið. Í allar mátar eitt púra vanligt og virkið unglingalív. – Við bilinum hevði tú størri frælsi og slapp hagar, tú vildi [...] Árið var 1988, og 19 ára gamli Heini og vinmenninir høvdu verið í býnum fríggja- og leygarkvøld, og hendan dagin kókaðu teir havhest, áðrenn teir ætlaðu í dans. Teir javnaðu allan dagin og kvøldið við.
avdúkar at vit í roynd og veru eru okkum sjálvum rættuliga fremmand – vit hava støðugt tørv á at eygleiða og tulka okkara egnu sosialu atferð – fyri betri at skilja hvørji vit eru og hvat okkum dámar. Við [...] nakrar av teimum somu søgunum, lýsingunum og tvístøðunum, tá tey skulu lýsa seg sjálvi og sítt lív fyri øðrum. Persónliga søgan gevur okkara lívi eina søgugongd og ein struktur, soleiðis at lívið hjá okkum [...] positiva søgu um okkum sjálvi og økja um sjálvsálitið. Og vanliga fatanin er, at vit gera, sum vit hugsa. Tí ræður um at hugsa rætt. Men nakrir sálarfrøðingar leggja nú á annan bógvin og venda hesi fatan á høvdið
ella føroyskt. Hann hevur trý viðføri við, og tí ansar hann væl eftir. – Mamma hevur altíð lært meg, at eg skal ansa væl eftir bagaguni, og ikki lata nakran annan fáa fatur á henni, greiður Sorin frá. [...] tosað við løgregluna eina løtu, fær hann eyga á viðførið, og við ráðunum hjá mammuni í huga, so reisist hann og drønar avsta eftir henni – og løgreglan aftaná. Tingini koma í rætt lag. Sorin verður vístur [...] rumenanum væl. – Vit vóru í skúla í fýra tímar, og so vandu vit í tveir tímar, greiður Sorin frá. Tað var tó ikki stuttleiki og spæl, sum stóð ovast á dagsskránni. Venjingin var hørð og málrættað. Tað
námsfrøðingar og hjálparfólk framyvir bert fara at arbeiða helvtina av tíðini, og fyrireika seg hina helvtina av tíðini. Til tað er arbeiðið við børnunum og teim ungu alt ov spennandi og mennandi. Og eingin skal [...] limir okkara – harundir rætturin til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið. Í semjuni varð staðfest, at: “Hjá pedagogum og hjálparfólki á dagstovnum skal tíð setast av til at fyrireika og eftirmeta [...] í landinum og umboð fyri Føroya Pedagogfelag løgdu fram fyri øllum borgarstjórum og kommunalu umsitingunum ein leist fyri, hvussu fyrireikingartíðin kemur starvsfólkum og børnum til góðar og hvussu ársverk