Filmsheimurin hevur fleiri ferðir roynt at sett orð á fyribrigdið. Eitt nú við Hollywood filminum ”Stranger than Fiction” frá 2006. Í filminum fylgir hyggjarin skattainnkrevjaranum Harold Crick, ið verður spældur av Will Farell. Høvuðspersónurin Harold Crick er snøgt sagt ein keðiligur og gráur karakterur, hvørs gerandisdagur er ógvuliga væl skipaður, og hvør gerð matematiskt uppgjørd í sekundum. Men keðiliga gerandisrútman verður brádliga avbrotin við, at Harold gerst varugur við, at hansara lív verður stýrt av einum frásøgufólki, sum hann hoyrir í sínum egna høvdi. Frásøgufólkið sigur frá hvørjum smáluti í lívinum hjá Harold, uttan at hann fær samband við frásøgufólkið, sum ikki tykist lurta eftir honum.
Óttafullur leitar hann sær hjálp hjá sálarfrøðingum, men endar ístaðin hjá einum bókmentafrøðingi, sum eggjar honum til finna frásøgufólkið onkunstaðni úti í veruliga lívinum. Boðið frá bókmentafrøðinginum er, at Harold annaðhvørt er partur av einari tragediu ella komediu. Filmurin fylgir síðani Harold í hansara leitan eftir frásøgufólkinum, sum leggur hansara lív til rættis niður í minstu smálutir.
Innari viðmerkjarin
Tey flestu munnu onkuntíð hava sitið við einari kenslu av, at teirra lív er væl lagt til rættis frammanundan. At onkur annar heldur eyga við teimum. Samstundis nýta flest øll nakrar av teimum somu søgunum, lýsingunum og tvístøðunum, tá tey skulu lýsa seg sjálvi og sítt lív fyri øðrum. Persónliga søgan gevur okkara lívi eina søgugongd og ein struktur, soleiðis at lívið hjá okkum ikki hongur søguleyst í einum tómrúmi. Við øðrum orðum er endamálið við persónligu søguni at seta okkara lív í eitt ávíst meiningsgevandi høpi.
Fyribrigdið hevur lagt lunnar undir sálarfrøðiligu greinina ”narrativ sálarfrøði”, har grundleggjandi hypotesan er, at vit eru frágreiðandi verur, ið áhaldandi fortelja ávísar søgur um okkum sjálvi fyri at geva tilveruni meining. Øll hava eina ella fleiri lívssøgur, sum tey áhaldandi siga frá. Narrativa sálarfrøðin lænir úr bókmentafrøðini og skoðar hvørt einstakt menniskja sum eina serstaka søgu við egnum tema, plotti og høvuðspersóni. Frásøgufólkið sjálvt er nógv umrøddi innari viðmerkjarin - egið - ið rationaliserarar øll stig og allar gerðir í lívinum. Við øðrum orðum: Tosa øll, so ella so, við seg sjálvan - um seg sjálvan og sítt lív. Vit royna at svara spurningum sum t.d. hvussu eri eg? Eri eg væl eydnaður? Hvar eri eg í lívinum nú? Og hvat er næsta stigið?
Men eru okkara lívssøgur eins serstakar, sum menniskju eru ymisk? Svarið frá narrativu sálarfrøðini er, at nakrir reyðir tráðir eru at hóma millum lívssøgurnar. Eitt nú er lagnutrúgv ein afturvendandi reyður tráður sálarfrøðingar hava staðfest við at greina stórar mongdir av persónligum lívssøgum. Eins og ráðandi samfelagsligir normar, persónstypa og heilakemi eru nøkur boð uppá, hvat tað er, sum ávirkar tað, ið innara frásøgufólkið sigur.
Lagnutrúgv er nátúrlig
Vit hava eina innbygda universellan tendens til at greina hendingar og umstøður sum verandi partur av einum hægri endamáli. Hetta er niðurstøðan hjá amerikanska sálarfrøðinginum Jesse Bering, ið hevur skrivað bókina ”The Belief Instinct”. Slóðbrótandi bókin byggir á eina røð av opnum samrøðum, Jesse Bering hevur gjørt við fólk, ið høvdu til endamáls at avdúka, hvørt tey uttan nakra eyðsýnda ávirkan umrøddu týðandi hendingar í sínum lívi sum eitt úrslit av endamáli og meining, ella um tey nevndu tilvild og egið val sum mest týðandi ávirkanina á lívsgongdina.
Vanliga seta vit lagnutrúgv í samband við religión, men niðurstøðan hjá Jesse Bering er, at eisini fólk, sum tilvitað lýstu seg sum ”ikki religiøs” ella ”ikki trúgvandi”, eisini ótilvitað lýstu nógvar týðandi hendingar við orðingum sum t.d. ”tað var helst meiningin” ella ”hetta hendi so eg kundi læra av tí” og so framvegis. Tað gevur ábendingar um, at okkara heili er programeraður til at hugsa í endamáli og ikki tilvildum, er niðurstøðan hjá Jesse Bering.
Frágreiðingina finna vit í okkara evolutioneru fortíð, har menniskja fyri at yvirliva menti evni til at finna tilætlan í umhvørvinum, t.d. um nú onkur møgulig føði lá og lúrdi. Somu frágreiðing nýtir Jesse Bering at greina, hví gudstrúgv tykist koma nógvum so nátúrligt.
Men heilaevnafrøði er neyvan øll søgan. Dan P. McAdams, professari í kliniskari sálarfrøði á Northwestern University í USA hevur í sínari gransking funnið tað seramerikanska aftur í persónssøgunum hjá luttakarunum í sínum kanningum. Hann nevnir hesa serligu søguna fyri ”the redemptive self” ella ”tað endurloysandi egið”. Reyði tráðurin eru idealiseraðar lívssøgur, har frásøgukjarnin er ”eg stríðist nú, men mítt stríð kemur komandi ættarliðum til góða” og ”í seinasta enda verður dreymurin veruleiki”, og “eg komi at gera ein mun í heiminum”.
Við øðrum orðum er eitt afturvendandi tema í amerikonsku sjálvsfatanini sjálvsuppofran fyri einum hægri endamáli. Tað er meining við líðingini nú. Niðurstøðan hjá Dan P. McAdams er, at henda søguprototypan stingur djúpt í amerikanskari mentan og fer líka aftur til europeisku niðursetufólkini, sum kendu á sær, at tey høvdu eitt serstakt kall í heiminum. Lagnan sum ein rættuligur ”self made man ið skal broyta heimin” er sostatt dømi um, hvussu ein samfelagsligur normur kann seta djúp spor í innara frásøgufólkinum og gerast partur av persónligu sjálvsuppfatanini. Í hesum førinum í einum givnum mentanarligum samanhangi.
Hetja ella offur?
Ert tú ein hetja ella offur, sambært tær sjálvum? Heimurin er fullur av sjálvhjálparbókum, ið skulu hjálpa okkum at siga eina positiva søgu um okkum sjálvi og økja um sjálvsálitið. Og vanliga fatanin er, at vit gera, sum vit hugsa. Tí ræður um at hugsa rætt. Men nakrir sálarfrøðingar leggja nú á annan bógvin og venda hesi fatan á høvdið. Tvørturímóti, so verður tú tað, sum tú gert og sært, er boðskapurin.
Í einari klummu í bretska blaðnum The Guardian verður professarin í sálarfrøði Timothy Wilson, frá University of Virginia, siteraður fyri at siga, at upprunaliga orsøkin til, at vit t.d. lata eina pengamappu inn, kann væl vera fyri at gerast væl umtókt millum fólk, men gerðin sjálv kann elva til, at vit broyta fatan av okkum sjálvum og føra til ta niðurstøðu, at erliga atferðin hóast alt veruliga er ein partur av okkum. Við øðrum orðum hava sosialu umstøðurnar og sjálvar gerðirnar eina støðuga ávirkan á søguna, vit siga um okkum sjálvi. Og persónliga søgan er ongantíð atskild frá teimum upplivingum okkum tilvildarliga koma fyri, sum t.d. at vit finna eina mappu á vegnum.
Henda sálarfrøðiliga tilgongdin nevnist ”Self perception theory” og byggir á eina røð av sosial sálarfrøðiligum royndum. Eitt dømi eru royndir, har luttakarar við lágum sjálvsáliti verða manipuleraðir til at halda nógv um seg sjálvar, bert við at fyriskiparar ávirka sosialu umstøðurnar og fáa aðrar lutakarar at bera seg at mótvegis teimum á ávísan álitisgevandi hátt. Tilgongdin gevur eina ábending um, at okkara sjálvsuppfatan er lættari at ávirka enn tey flestu vanliga hugsa.
Timothy Wilson hevur víst á, at hendan einfalda tilgongdin í veruleikanum er rættuliga djúp, tí hon avdúkar at vit í roynd og veru eru okkum sjálvum rættuliga fremmand – vit hava støðugt tørv á at eygleiða og tulka okkara egnu sosialu atferð – fyri betri at skilja hvørji vit eru og hvat okkum dámar. Við øðrum orðum kunnu vit ikki taka høvuðspersónin í persónligu søguni fyri givið.
Taka vit hesa tilgongd í álvara, er okkara samleiki og persónliga søgufrágreiðing altíð til tingingar við okkara sosialu umstøður og teir leiklutir umstøðurnar geva okkum. Men tilgongdin gevur samstundis eina vón um, at okkara leiklutir ikki nýtast vera eins fastlastir sum vit ofta hava lyndi til at halda.