Heðin Mortensen og KAF hava eingin úrslit at vísa á í samband við fyrireikingartíð í dagstovnunum

Eingin í Føroya Landi man hava gloymt, at Pedagogfelagið í samfull 22 døgn var í verkfalli í ár.
Tað, sum stríðið snúði seg um, var betri arbeiðsviðurskifti fyri limir okkara – harundir rætturin til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið.
Í semjuni varð staðfest, at: “Hjá pedagogum og hjálparfólki á dagstovnum skal tíð setast av til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið.“
Á Hotel Føroyum var fundur fyri øllum borgarstjórum í landinum og umboð fyri Føroya Pedagogfelag løgdu fram fyri øllum borgarstjórum og kommunalu umsitingunum ein leist fyri, hvussu fyrireikingartíðin kemur starvsfólkum og børnum til góðar og hvussu ársverk kann brúkast til at skipa fyrireikingartiðina við.
Einki uppskot frá KAF
Ein niðurstøða á fundinum varð, at KAF skuldi gera eitt uppskot til, hvussu tey halda at fyrireikingartíðin kann skiljast. Og í Tórshavnar Kommunu varð ein arbeiðsbólkur settur at gera eitt uppskot til, hvussu fyrireikingartíðin kann skipast í Tórshavnar Kommunu. Enn hava vit einki uppskot sæð frá KAF.
Arbeiðsbólkur gera uppskot
Føroya Pedagogfelag hevur skilt á fleiri leiðarum kring landið, at tey bíða spent eftir útspælinum frá arbeiðsbólkinum í Tórshavnar Kommunu. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu og formaður í KAF, hevur sagt við Pedagogfelagið, at tann arbeiðsbólkurin sum settur varð at gera eitt uppskot til Tórshavnar Kommunu, einans er ætlaður at arbeiða við einum uppskoti fyri Tórshavnar Kommunu. Tí er als eingin orsøk hjá borgarstjórum kring landið at bíða eftir hesum arbeiðsbólki. Pedagogfelagið metir eisini, at hetta er eitt óneyðugt trýst at leggja á nakrar fáar leiðarar, at alt landið skal bíða eftir teirra niðurstøðum. Tað lá ikki í arbeiðssetninginum.
Fleiri hava longu latið fyrireikingartíð
Fleiri kommunur hava tikið stig til at avgreiða spurningin um fyrireikingartíð. Og tað fegnast vit um í Føroya Pedagogfelag. Tað eigur at vera so, at leiðslan á staðnum sigur, hvønn tørv einstaki dagstovnurin hevur á fyrireikingartíð og at játtanin so verður tillagað hendan tørv. Eingin kommunalur politikkari eigur at óttast fyri, at námsfrøðingar og hjálparfólk framyvir bert fara at arbeiða helvtina av tíðini, og fyrireika seg hina helvtina av tíðini. Til tað er arbeiðið við børnunum og teim ungu alt ov spennandi og mennandi. Og eingin skal ivast í, at limirnir í Pedagogfelagnum vilja børnunum, familjunum og arbeiðsgevarum sínum alt tað besta. Afturfyri hava tey rætt til skipað og góð arbeiðsviðurskifti.




Støðan í Tórshavnar kommunu
Undanfarnu trý árini er ikki lagt upp fyri lønarhækkingum í Tórshavnar Kommunu, eins og sparingar eru gjørdar á el og hita. Hóast lønirnar ikki eru hækkaðar nógv, so ber ikki til at finna pengarnar í verandi játtanum og fíggjarstøðan á nógvum dagstovnum er tí sera álvarsom. Tá hugt verður eftir fíggjarætlanini fyri Tórshavnar Kommunu, so eru heldur eingir pengar settir av til fyrireikingartíð fyri komandi ár. Hetta tulkar Pedagogfelagið sum eitt brot á lyftið frá borgarstjóranum, Heðin Mortensen um, at hann vildi ganga á odda fyri at greiða krúlluna og loysa stríðsmálið, sum legði landið lamið í 22 døgn.
Heðin og verkfallið
Heðin dansaði við limunum á Vaglinum, Heðin varð heintaður á flogvøllinum av limunum í Pedagogfelagnum, Heðin varð avmyndaður saman við hjørtunum á Tinghúsvøllinum og Heðin býtti út regnskjól til limir í verkfallinum sum gingu runt í býnum og róptu herróp.
Harra Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn og formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum: um tú meinti tað, tú segði, tá tú royndi at loysa stríðið á føroyska arbeiðsmarknaðinum, so vís nú í verki, at tú meinti tað!
Limirnir í Pedagogfelagnum bíða spentir eftir, hvørji stig verða tikin í ymsu kommununum til tess at betra um arbeiðsviðurskiftini og til tess at fylgja sáttmálanum og semjuni sum partarnir hava skrivað undir. Fyrireikingartíð er neyðug, og hon er við til at geva borgarunum eina enn betri tænastu. Tað er óvirðiligt at renna undan ábyrgdini.