fótbóltslandsliðið í kvøld royna seg í landsdysti í januar. Fyrru ferðina, at landsliðið var í eldinum í januar, var fyri einum ári síðani. 31. januar í fjør spældu Føroyar og Finnland í La Manga í Spania. Úrslitið [...] spæla í Føroyum, eru í dystarvenjing. Útisetarnir í Íslandi ? tað er enn ikki greitt, hvussu nógvir teir vera í ár ? eru ikki komnir longri í venjingini, enn spælararniar í Føroyum. Teir, sum spæla í Føroyum [...] Úrslitið var 1?0 til Finnland. Málið fingu teir í 57. minutti. Dysturin í Växjö í Svøríki í kvøld er søguligur, bæði tí at hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar og Svøríki spæla a?landsdyst, og tí dysturin
Hesuferð skipar næsta vikuskifti fyri almennum fyrilestrum í fimleikarhøllini á Háskúlanum. Endamálið er at fáa orðaskifti um týðandi spurningar í samband við komandi fólkaatkvøðuna um fólkarættarligu støðu [...] At fóta sær í einum broytiligum heimi Almennir fyrilestrar á Føroya Háskúla, leygardagin 3. febr. 2001 kl. 14-18. Inngangur: Ein broytiligur heimur Framløgur: 1. Tjóðskaparhugsjónin Carl Johan Jensen, r [...] Joensen, næstformaður, Starvsmannafelagið 4. Stýrisskipan, virkisføri og búskapur hjá smáum oyggjalondum í einum broytiligum heimi Kjartan Hoydal, skrivari
Í gjárkvøldið spældu føroyingar fótbóltslandsdyst í Svøríki. Vit umrøddu dystin eitt sindur í blaðnum í gjár. Blaðið var prentað, áðrenn dysturin varð spældur í gjárkvøldið, men í blaðnum í morgin venda [...] venda vit aftur til dystin. Í gjár nevndu vit, at tað kanska verður heilt skjótt, at eitt nýtt ættarlið av landsliðsspælarum fer at mynda Føroyar í altjóða fótbólti. Vit nevndu í tí sambandinum fýra ungar [...] dystinum í gjárkvødlið fleiri ferðir verið á landsliðnum. Umframt teir báðar omanfyri standandi nevndu vit Súna Olsen og Andrew av Fløtum. Í tí sambandinum søgdu vit, at teir báðir vóru teir einastu í átjan
fyri somikið tíðliga á árinum savnsmynd Setast í kassa Hagtøl 70. Svøríki?Føroyar 0?0 NM kapping Mikudagin 31. januar 2001 kl. 18.00 Í Tipshallen í Växjö í Svøríki 2.204 áskoðarar Dómarakvartett úr Noregi: [...] tá landsliðið um hesa tíðina í fjør niðri í Spania tapti tepurt ímóti Finnlandi og Íslandi. Og at føroyskir landsliðsspælarar hesa ársins tíðina eru eins væl fyri, sum teir í brøðratjóðunum kring okkum eru [...] høvdu í 1. hálvleiki seks hornaspørk, meðan sviar einki høvdu. Nógvar skiftiingar Allan Mørkøre og Fróði Benjaminsen funnu væl saman í høgra borði, og Sámal Joensen og Øssur Hansen samanspældu væl í vinstru
Konfirmatión í eystara parti av Norðstreymoyar prestagjaldi verður í Hvalvíkar kirkju pálmasunnudag 08. apríl kl. 11. Farið verður at ganga til í Hvalvíkar missiónshúsi týsmorgunin 27. mars kl. 08. Í hesum sambandi [...] Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli, kl. 17 møti. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman, Guttorm Zachariasen sigur frá. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn. Rhema á Hálsi Fríggjakvøldið [...] drekkamunnur at fáa. Innsavnan verður fyri sunnudagsskúlan í Meinigheitshúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 14 í Hoyvíkar skúla sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn og kl. 18
men so er í ár, og tískil eru trettan bøkur í uppskoti. Latið okkum snúgva okkum til landið, sum í hondbólti kappast um norðuramerikanska meistarheitið, men í mangar aðrar mátar hoyrir upp í Norðurlond [...] skotin upp fyri eitt lakari verk í skaldskapinum ? og soleiðis var tað í Rolf Jacobsens føri ? so fær hann ikki virðislønina. Happaðir høvundar Líkasum í 1986 halda norðmenn seg í ár hava størsta møguleikan [...] gitin og verður boðin í allar ættir á fundir og til bókmentatiltøk. Rói Patursson, sum fekk virðislønina í 1986 veit um hetta at siga og somuleiðis Einar Már Guðmundsson, ið fekk hana í 1995. Hesin seinni
"Líkasum" í 1986 MYND: Jóannes Nielsen er tann føroyingur, sum oftast hevur verið í uppskoti. Í 1988 fyri "Tjøraðu plankarnar stevna inn í dreymin", í 1994 fyri "Kirkjurnar á havsins botni" og í 1999 fyri [...] Heinesen, Gunnar Hoydal og Carl Johan Jensen tvær ferðir. Tóroddur Poulsen verður skotin upp ta einu ferðin, í 1996. Í fýra førum hevur eingin føroyskur rithøvundur verið skotin upp. Í ár er so á fyrsta sinni [...] virðisløn, vóru so stór nøvn í uppskoti, sum William Heinesen, Karen Blixen og Halldór Laxness. Men Eyvind Johnson streyk við sigrinum. Tað var fyri bókina "Hans nådes tid". Í 1965 fekk William Heinesen
ar, tí t.d. megnaði Mjølnir ikki at leika seg í finaluna í NS-kappingini. Broytt uppstilling Fleyr byrjaði dystin við eitt sindur broyttari uppstilling í mun til undanfarnu dystir, við tað at Klæmint Isaksen [...] soleiðis at hann og Johannes Ejdesgaard nú stóðu diagonalt yvir av hvørjum øðrum. Og so var Bergur Olsen á hinum álopsplássinum. Og hetta gav úrslit í Klaksvík. Og eisini sást, at Johannes Ejdesgaard var við [...] við aftur í mun til ímóti Fram seinasta vikuskifti, tí hann var við til at geva liðnum meira breidd í álopinum. Eisini Bergur leikti ein góðan dyst. Støðugt spæl Mjølnir kom ongantíð upp í ferð, og tað
eftir Paganini. Fyrra konsertin verður í Gamla Turkihúsinum hjá Osmundi Justinussen í Leirvík fríggjakvøldið kl. 19.00 og seinna konsertin verður í Mykinestorninum í Listaskálanum leygardagin kl. 16.00. [...] verður eitt sindur av hvørjum: Íblástur av sponskum fólkatónleiki í Granados og fronsk elegansa í Ibert, og eisini serstaki wienarastílurin í verkunum hjá úrmælinginum Kreisler. Meistararnir báðir, Bach og [...] báðir teir føroysku snillingarnir at hoyra í einleiki á ávikavist fiól og gittara. Teir fara hvør sær at framføra brot úr partitum eftir mæta tónaskaldið Johann Sebastian Bach. Á konsertini verður eisini
føroyavinum í vinnuni sum standa aftanfyri henda sáttmála sum rætt og slætt er ein stórfingin gáva til føroyska fólki í hesum okkara álvarstíðum. Ísland stuðlar okkum bæði moralskt og í verki. Vit eiga [...] Johan Mortensen Í farnu viku kom fiskimálaráðharri okkara aftur úr Íslandi við einum fiskivinnusáttmála fyri inniverandi ár. Tað má sigast at hetta er sanniliga ein sáttmáli sum er sera góður fyri Føroyar [...] aðrar inntøkur í Landskassan av at virka fiskin osfrs. Eisini hava Íslendingar latið okkum 70 tons av kalva hóast teirra kalvastovnur er sera illa fyri. Tey rættindir sum íslendingar fáa í okkara sjógvi