Christian Høgni lá eftir


 

Í gjárkvøldið spældu føroyingar fótbóltslandsdyst í Svøríki. Vit umrøddu dystin eitt sindur í blaðnum í gjár. Blaðið var prentað, áðrenn dysturin varð spældur í gjárkvøldið, men í blaðnum í morgin venda vit aftur til dystin.

Í gjár nevndu vit, at tað kanska verður heilt skjótt, at eitt nýtt ættarlið av landsliðsspælarum fer at mynda Føroyar í altjóða fótbólti. Vit nevndu í tí sambandinum fýra ungar spælarar. Tveir teirra ? Fróði Benjaminsen og Rógvi Jacobsen ? høvdu frammanundan dystinum í gjárkvødlið fleiri ferðir verið á landsliðnum.

Umframt teir báðar omanfyri standandi nevndu vit Súna Olsen og Andrew av Fløtum. Í tí sambandinum søgdu vit, at teir báðir vóru teir einastu í átjan manna hópinum í Svøríki, sum ikki høvdu verið inni á liðnum.

Í dag mugu vit bara staðfesta, at tað eru ikki bara landsliðsspælararnir, ið ikki eru í fullgóðari venjing so tíðliga á árinum. Ítróttarskrivarin er heldur ikki í venjing. Tað kann hann ikki vera, tá hann gloymdi ein so góðan spælara sum Christian Høgna Jacobsen!

20 ára gamli álopsspælarin hjá NSÍ er sera evnaríkur. Súni Olsen og Andrew av Fløtum komu í hópin, tí Julian Johnsson og Johan B. Hansen góvu avboð. At Allan Simonsen tók Christian Høgna Jacobsen út ímillum teir fyrstu átjan ber boð um, at venjarin roknar ikki minni við honum í framtíðini, enn hann roknar við øðrum ungum monnum.

Vit biðja lesararnar og Christian Høgna Jacobsen orsaka okkum, at hann ikki varð nevndur í blaðnum í gjár.