Eftirtorv

YVIRLIT. Tað var í 1962 at Norðurlandaráðið fyrstu ferð lat bókmentavirðislønina. Síðani hevur hon, virðislønin, vaksið seg stóra. Í 1985 vóru Føroyar fyrstu ferð við. Aktuella bókin hjá Oddvør er hin trettanda føroyska í hesum høpi

 

Mentan

Birgir Kruse


Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins kann av sonnum sigast at verða okkara Nobelvirðisløn. Í hvussu er, tá vit tosað um bøkur. Og tað gera vit ofta á okkara leiðum. Tí her stendur bókmentunarliga traditiónin sterk. Her skulu fleiri enn nakrir Pokémonnar, at taka okkum av fótum.


Fyrstu ferð, møguleiki var at skjóta upp bókmentunarlig evni til hesa felags norrønu virðisløn, vóru so stór nøvn í uppskoti, sum William Heinesen, Karen Blixen og Halldór Laxness. Men Eyvind Johnson streyk við sigrinum. Tað var fyri bókina "Hans nådes tid".


Í 1965 fekk William Heinesen virðislønina, men dómsnevndin vildi hava hann at deila hana við svian Olof Lagercrantz. Og so varð. Kanska er lagna okkara laga soleiðis, at vit aldri skulu standa sigursvinnandi á einum einsamallum sigursplássi. Á ongum sinni er virðislønin síðani latin tvíbýtt.


Tað var í 1985, at føroyingar fyrstu ferð sýndu bókmentunarlig evni. Ikki tí, skrivað hevði verið og søgur høvdu verið sagdar á manna munni í øldir mangar. Góðar søgur, sterkar søgur. Eisini søgur, sum skrivaðu seg inn í miðeuropeiska søguarvin. Men hetta var árið, vit á fyrsta sinni megnaðu at trýna fram á norrøna pallin við egnum orðum.


Lagt varð fyri við Regini Dahl og savni hansara "Eftirtorv". Hóast heitið, ið frásigur sær alla æru, eingin vána byrjan. Tí árið eftir var føroyska uppskotið tikið til eftirtektar, og dómsnevndin kundi senda tey gleðiligu boð heim til Føroya, at vit høvdu vunnið. Ja, tað vil siga Rói, Rói Patursson. Í 1986 fekk hann bókmetavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið "Líkasum".


Tey fylgjandi árini verða fimm menn skotnir upp. Jóannes Nielsen tríggjar ferðir, og teir tríggir Jens Pauli Heinesen, Gunnar Hoydal og Carl Johan Jensen tvær ferðir. Tóroddur Poulsen verður skotin upp ta einu ferðin, í 1996. Í fýra førum hevur eingin føroyskur rithøvundur verið skotin upp.


Í ár er so á fyrsta sinni mælt til, at ein føroysk kvinna fær bókmentavirðislønina. Oddvør Johansen við "Í morgin er aftur ein dagur". Trettanda føroyska bókin, ið skotin er upp at fáa stórstu bókmentavirðislønina á okkara leiðum.


At ein dagur er eftir fríggjadagin og trettandu føroysku bókina, ja tað fær norðmaðurin Jan Kjærstad at sanna. Tí eftir henda dag er Jan 350.000 krónur ríkari. Og týddur til og kendur á mongum fremmandum málum. Enn fleiri enn áður. Tí virðislønir er bæði eitt herðaklapp, men sanniliga eisini ein alneyðugur liður í marknaðarføring.


Hvat føroyskum máli og føroyskum rithøvudnum viðvíkur, mugu vit eisini ásanna, at norrøna bókmentavirðislønin sum hin fremsta er við til at økja um kunnleikan til føroyskar bókmentir og tað sum mentunarliga rørir seg herheima. Og gera tað ásjónligt fyri umheiminum. Og tað er ikki so lítið. Hóast við koma aftur sum av torvheiðum. Og aftur gjørdust eftirtorv.


Oddvør og allir menninir eiga tøkk uppiborna fyri at hava víðkað okkum sjónarringin.


MYND: Regin Dahl var fyrsti rithøvundur, sum føroyingar skutu upp at fáa norrønu bókmentavirðislønina. Tað var 1985 fyri savnið "Eftirtorv"


MYND: Rói Patursson er einasti føroyingur, sum hevur fingið bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Tað var fyri yrkingasavnið "Líkasum" í 1986


MYND: Jóannes Nielsen er tann føroyingur, sum oftast hevur verið í uppskoti. Í 1988 fyri "Tjøraðu plankarnar stevna inn í dreymin", í 1994 fyri "Kirkjurnar á havsins botni" og í 1999 fyri "Pentur"


MYND: Oddvør Johansen er trettandi føroyski rithøvundurin og fyrsta kvinnan, sum umboðar okkum, tá støða skal takast til bestu norrønu bókina