Landsdystur
Fyri aðru ferð skal føroyska fótbóltslandsliðið í kvøld royna seg í landsdysti í januar. Fyrru ferðina, at landsliðið var í eldinum í januar, var fyri einum ári síðani. 31. januar í fjør spældu Føroyar og Finnland í La Manga í Spania. Úrslitið var 1?0 til Finnland. Málið fingu teir í 57. minutti.
Dysturin í Växjö í Svøríki í kvøld er søguligur, bæði tí at hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar og Svøríki spæla a?landsdyst, og tí dysturin er tann fyrsti nakrantíð, sum føroyska liðið spælir undir taki. Tað hevur verið tosað eitt sindur um, um dysturin er altjóða skrásettur, tí hann verður spældur innandura. Hesum hava vit ikki fingið greiðu á, men at hann stendur á heimasíðuni hjá FIFA man benda á, at altjóða fótbóltsfelagsskapurin góðkennir dystin.
Hetta er fjórði dysturin í NM kappingini, sum tað varð farið undir í fjør. Umframt at tapa 1?0 ímóti Finnlandi, so taptu Føroyar 3?2 ímóti Íslandi á venjingarleguni í La Manga í fjør. Tann dysturin varð spældur 4. februar. Triði dysturin var í Gundadali 16. august. Tá taptu Føroyar 2?0 ímóti Danmark.
Sambært skránni eiga føroyingar at spæla á útivølli ímóti Noregi. Tað hevur gingið illa at fáa avtalu um, nær hesin dysturin skal spælast.
Royndir spælarar
Sjálvandi er føroyska liðið ikki væl fyri at spæla landsdyst so tíðliga á árinum. Hvørki teir, sum spæla uttanlands, og so yvirhøvur ikki teir, sum spæla í Føroyum, eru í dystarvenjing. Útisetarnir í Íslandi ? tað er enn ikki greitt, hvussu nógvir teir vera í ár ? eru ikki komnir longri í venjingini, enn spælararniar í Føroyum. Teir, sum spæla í Føroyum, hava vant í tvær vikur. Útisetarnir í Hollandi, Danmark og Noregi hava vant eitt sindur meiri.
Føroyska landsliðsferðalagið hevur nógvar royndir. Ikki færri enn átta spælarar hava spælt fleiri enn 25 landsdystir, og afturat hesum eru spælarar við nógvum royndum í at spæla fótbólt uttanfyri føroysku landoddarnar. Her verður hugsað um Jákup Mikkelsen, Sámal Joensen og Hans Fróða Hansen.
Í kvøld verður sjøtul settur á 14. árið, síðani Føroyar í 1988 fóru upp í altjóða fótbólt. Fleiri spælarar hava verið við so at siga alla tíðina, og tí man sannlíkið ikki vera so lítið fyri, at eitt ættarliðsskifti stendur fyri framman. Aldurin tyngir teir ikki stórvegis, men tað kann væl hugsast, at einir fýra ella fimm av spælarunum, sum hava verið við í mong ár, ikki fara at vera á landsliðnum í fleiri ár afturat. Og so er spurningurin, hvussu tað verður við venjaranum. Allan Simonsen hevur havt ábyrgdina av landsliðnum síðani 1994. Sáttmálin er galdandi inntil HM undankappingin verður liðug í heyst, og tá skal støða takast til, hvussu tað verður við framtíðini.
Ungu menninir
Tað er stórur saknur í Johan B. Hansen og ikki minst Julian Johnsson. Teir hava báðir givið avboð, tí teir eru skaddir. Tað má roknast við, at hesir báðir fara at teljast millum landsliðsstuðlarnar í nøkur ár afturat.
At hesir báðir útisetarnir ikki eru við, eigur at gera tað uppaftur meiri upplagt hjá venjaranum at seta onkrar av minni royndu monnunum á vøllin. Allan Simonsen leypur ongantíð framav, og hann fer ivaleyst at seta ellivu royndar spælarar á vøllin frá fyrsta bríksli. Men tað er upplagt, at hesa ferð sleppa Andrew av Fløtum og ikki minst Súni Olsen at royna seg. Hesir báðir eru teir einastu í átjan manna hópinum, sum ikki hava roynt seg í altjóða skrásettum landsdysti. Higartil hava 70 spælarar roynt seg í 69 FIFA skrásettum landsdystum.
Um tað fer at ganga, sum tað er roknað við omanfyri ? altso at summir av mest royndu spælarunum ikki fara at vera við í fleiri ár afturat ? so skulu nýggir spælarar setast við. Og tá man lítið vera at ivast í, at Súni Olsen og Andrew av Fløtum fara at teljast millum uppløgdu evnini.
Fleiri aðrir spælarar, sum hava eitt sindur av landsliðsroyndum, eru við í Svøríki. At teir av og á hava fingið høvið at royna seg, man boða frá, at venjarin roknar teir sum framtíðar spælarar. Her verður t. d. hugsað um Fróða Benjaminsen (6 landsdystir) og Rógva Jacobsen (7 landsdystir). Fróði hevur verið millum teir fyrstu ellivu tríggjar ferðir. Merkisvert er tað, at hóast hann hevur spælt við í sjey landsdystum, so hevur Rógvi Jacobsen ongantíð verið ímillum teir fyrstu ellivu.
Síðani fyrst í nítiárunum hevur FSF arbeitt miðvíst við yngru landsliðunum. Ein av høvuðsmonnunum í hesum arbeiðinum hevur verið Jógvan Martin Olsen. Hann er hálparvenjari hjá Allani Simonsen, og ikki minst hjá Jógvani Martini man tað kennast hugaligt, at royndirnar at menna føroyskar fótbóltsspælarar í altjóða høpi, nú fara at bera frugt. Royndirnar hjá yngru monnunum á altjóða pallinum eru nógv størri enn tær vóru hjá Jens Martini og øllum hinum, tá teir í 1988 trinu inn á altjóða pallin. Ábyrgdin hjá ungu monnunum er at vísa í verki, at íløgan hjá FSF hevur ikki verið nyttuleys.










