vita at siga, at tað er Brunaumsjón Landsins, sum hevur víst á, at trygdin ikki er í lagi, og eisini kravt, at tað skal hon vera, áðrenn latið veðrur upp. Leiðarin á Brunaumsjónini var staddur uttanlands [...] uttanlands, tá vit fingu orð á hann. Men hann var sera fámæltur og vildi ikki gera nakrar viðmerkingar til hetta málið, tí tað er ikki avgreitt, sigur hann. Heldur ikki frá leiðsluni í partafelagnum Vágatunlinum [...] Nevndarformaðurin, Klæmint Weihe, er staddur uttanlands, og var ikki við fartelefonina, tá vit ringdu til hansara í gjár, og Dávur Reinert Hanen, stjóri, var upptikin á fundi og fekst ikki at gera viðmerkingar
varð valdur í býráðið fyri Tjóveldi á býráðsvalunum í 2008, tá hann eisini var fystvaldur við 489 persónligum atkvøðum. Tað var bara Heðin Mortensen, sum við 2.200 persónligum atkvøðum, fekk fleiri enn [...] 16 ár – í báðum førum sum tann, sum hevur sitið nógv longst. Eyðvitað gevur tað pláss fyri øðrum á Javnaðarlistan, um enn tað eisini er ein risastór avbjóðing, tá Heðin Mortensen til tey seinastu fýra valini [...] verið inni nakrar ferðir sum varamaður fyri Anniku Olsen hetta valskeiðið. Spurdur um hann stillar uppaftur fyri Fólkaflokkin ella Tjóðveldi hesaferð, er hann ikki serliga greiður. Tá stríðið var í hæddini
øll tosa um veðrið, men eingin ger nakað við tað. Men tað sær út til at vera ein farin tíð, tí nú tosa øll um at gera nakað við tað. Og tað er ikki bara, um tað skal verða útróðrarveður í morgin, men: latum [...] og nýta tað til orku, tá ið tað rennur omanaftur. Tað skaðar ikki umhvørvið, og tað avlagar ikki streymføringina, tí vatngoymslan virkar sum eitt battarí. Hetta varð kannað fyri nøkrum árum síðani. Niðurstøðan [...] Niðurstøðan var, at tað lat seg væl gera, men tað loysti seg ikki við tí oljuprísi, sum tá var, men hann er tríggjar ferðir so høgur nú, og vit eru meira tilvitað um umhvørvið nú enn tá. Hetta kunnu og eiga
skrivisliga út. Tað varð sagt, at eingin, sum hevði virðing fyri sær sjálvum, kundi geva hesari vesælu kroysu ans. Jú so sanniliga var her altíð sera hugnaligt at sita, her valdaði friður, og tað var eins og inn [...] Uttanfyri var stormur og kavarok, eitt ósvivaligt veður, men inni í kroysuni var fjálgt, og her andaði av friði og gleði. Innandura valdaði kærleiki og vinalag. Tann sanni huffarsligi og rætti jóladámurin [...] endurgeva dreymin. Súsanna droymdi, at abbi hennara, ið fyri mongum Harrans árum síðan var farin heim í teir ævigu bústaðirnar, var komin til hennara í dreymi. Abbin greiddi Súsonnu frá einum samfelag, ið hann
undir Vestmannasundi. Fíggjarliga var tó grundarlagið ikki gott nokk, tá íløgan skuldi lánsfíggjast, samstundis sum landskassin var á veg inn í alt ov stóra lánibyrði. Tað var so gott sum eingin, sum setti [...] sigla á tí. Fíggjarligi spurningurin einsamallur var orsøkin til at arbeiðið bleiv steðgað aftur áðrenn komið var á mál. Trýstið á farleiðina um tað mundið var ikki mett at vera størri, enn at haldast kundi [...] fyri hvørji 25 ár. Ella veljast skal ein tunnilsloysn, sum gott nokk kostar tað tvífalda sum íløga, men hevur longri livitíð. Tað ber sikkurt eisini til at velja eina ella aðra lappaloysn, men henda vil bert
um kvøldið var hann til avhoyringar hjá trygdartænastuni Shin Bet. Seinni um kvøldið váttaðu myndugleikarnir, at Peter Hounam var settur í varðhald. Peter Hounam er ikki hvør sum helst. Tað var hann, sum [...] við revsingina. Hann hevði kortini játtað at lata BBC gera ein film um seg, og tað var í teimum ørindunum, at Peter Hounam var farin til Ísraels. Vanunu segði í gjár, at avgerðin hjá Shin Bert at handtaka [...] er "Beagle" kolað upp á veg niður á Mars, ella hevur farið hildið leiðina fram longri út í rúmdina. Ein lítil uggi er tað kanska, at tann fyrsta evropeiska Mars-royndin er minni enn so tann einasta, sum
løn kom til landið, og tað var so galið, at tey ið fingu pensjón máttu bíða við at fáa hana útgoldna, tí eingin peningur var. - Men tað sum gjørdi tað heila meiri álvarsamt var, at tingmenninir, teir fingu [...] árini. Tá var talið av arbeiðsfólkum nærum dupult so stórt sum í dag. - Ja, tá var munur á. Alt var tyngri, tí alt skuldi bæði lyftast og berast við handamegi. Tað var sera primitivt, meðan tað í dag koyrir [...] báðum dámar tað sera væl. FAKTA Eyðbjørg Olsen (62) úr Vestmanna hevur arbeitt á flakavirki síðani hon var 29 ára gomul. - Eg vildi sleppa út at arbeiða, og tá virkið var her í bygdini, var tað so upplagt
bandaumhvørvið? – Tað er skiljandi nokk, at fólk hugsa soleiðis. Eg eri vanur við at fólk spyrja kritiskt inn til mín. Men tá tað er sagt, so haldi eg ein fyrilestur um mítt lív, bæði tað ringa og góða, har [...] øðrum, sigur hann. – Hann hevur sitið og hevur bøtt fyri tað, sum hann hevur gjørt. Nú ynskir hann at ávara onnur um tað. Fantastiskt, at hann ger tað. Hann kundi eisini bara sett seg afturá. Hann sær vandan [...] Brot úr longri grein í Sosialinum... »Mítt lív í ónáði« Hetta er heitið á einum fyrilestri, sum verður í samkomuhúsinum Lívdini 2. august. Tað er fyrrverandi Hells Angels rockarin Brian Sandberg, sum skal
og tað hevði skund, vóru boðini. Sverri fór til Føroya og 3. august var hann á Landssjúkrahúsinum og fekk lunguni skannað. Misti tolið Hann hevur bíðað og bíðað í óvissuni síðan, men hósdagin var tolið [...] um var brotin saman. Tey skuldu ringja aftur í morgun. Bíðar framvegis - Eg var so fortørnaður, og eg angri so dyggiliga, at eg fór til Føroya at taka røntgenmyndirnar, tí hóast bíðitíðin er longri á [...] húsið hevði gjørt tað var teirra uppgáva liðug. - Tá ið eg hósdagin fekk at vita, at Ríkissjúkrahúsið ikki hevði fingið myndirnar, ringdi eg niður og segði, at trupulleikin helst var, at vit senda myndar
Mykinesar ella í Fugloynna at pleyga valdømið. Tað er langt at fara, eisini hjá suðringunum, sum búgva í Havn. Men summarferian hjá løgtinginum var longri fyrr, tá sjey valdømi vóru. Sjáldan, fyri ikki [...] frítíðarløn. Postkassin var hesar dagarnar á tremur við tilboðsbløðum og mátti tømast tvær ferðir um dagin fyri at finna brævið um frítíðarlønina í glitrandi blaðdungunum. Tunnilsdagur var, so fólk kundu fara [...] tey kunnu koyra nakrar hundrað metrar og keypa, har sum tey búgva. Rúsan var tó eina viku ov sein at hava opið leygardag. 8.mai var øll frítíðarløn longu brúkt. Men úr Rúsuni kom tíverri heldur einki tilboðsblað