Eykajáttan til tilboð

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Hví kallast oyrað, sum vit láglønartrælir fáa 1.mai, frítíðarløn?

Tilvild? Nei. Heldur ikki, tí at í ár var stríðsdagurin ein leygardag, so tey flestu høvdu frí allan arbeiðaraarbeiðsdagin.

Er hon løn fyri frítíðina, tit hava havt í arbeiðstíðini til at roykja ella vera heima hjá sjúkum børnum? Nei, heldur ikki.

Tann frítíðarlønin er við í føstu lønini hjá teimum, sum hava fasta løn.

Jú, hon eitur frítíðarløn, tí hon skal brúkast til at hava frí, summarferiu, fyri. Tað er í veruleikanum hálvgum eitt lógarkrav.

Í lógini um frítíð við løn stendur millum annað, at avtala um at siga frá sær rætt til frítíð, frítíðarløn, frítíð við løn ella frítíðarískoyti er ógildug.

Tú kanst ikki nokta at fáa frítíðarløn. Andin í lógini, sum tað eitur so øgiliga fínt, er so tann, at pengarnir skulu brúkast til feriu. Ikki at keypa fyri í arbeiðstíðini.

Tí og men í veruleikanum er veruleikin tann, at tá frítíðin kemur, er frítíðarlønin brúkt og farin.

Handlar og onnur, sum eisini hava brúk fyri okkara pengum, sótu sum rægammar og bíðaðu eftir okkara frítíðarløn. Postkassin var hesar dagarnar á tremur við tilboðsbløðum og mátti tømast tvær ferðir um dagin fyri at finna brævið um frítíðarlønina í glitrandi blaðdungunum. Tunnilsdagur var, so fólk kundu fara í aðrar oyggjar fyri einki at keypa sama skrambul, sum tey kunnu koyra nakrar hundrað metrar og keypa, har sum tey búgva.

Rúsan var tó eina viku ov sein at hava opið leygardag. 8.mai var øll frítíðarløn longu brúkt. Men úr Rúsuni kom tíverri heldur einki tilboðsblað.

Rætt og slætt: frítíðarlønin skal brúkast at halda summarfrí fyri. So hon skal ikki brúkast í tilboðshandlum í Føroyum, teimum dýrastu í Evropa, sigst, men í Danlandi og Lallandilalandia, sum eisini hava tilboð.

Vit láglønartrælir eiga, nei, eru tvingað til at hava summarfrí, so vit koma væl hvíld og lødd aftur til flutningsbandið.

Sum maðurin kortini segði: einki er so ringt, at ikki okkurt er verri. Handilsfólkini fáa onga frítíðarløn aðra enn okkara, og tey hava ikki stundir at fara í summarfrí.

Tað hava tingfólk. Tey hava langa feriu, 11 vikur, tí tey skulu røkja valdømið. Tey gera annars lítið annað í arbeiðstíðini. Og nú alt landið er valdømið hjá øllum, noyðast suðringar at fara heilt til Mykinesar ella í Fugloynna at pleyga valdømið. Tað er langt at fara, eisini hjá suðringunum, sum búgva í Havn. Men summarferian hjá løgtinginum var longri fyrr, tá sjey valdømi vóru.

Sjáldan, fyri ikki at siga ongantíð, ber til at siga løgtingið og logikkur í sama setningi.

So....nú blivu valdømini sjey aftur. Kanska eru tey vorðin fimm ella eitt ella ein fólkaatkvøða ella fimm serfrøðingar ella okkurt heilt annað eftir evstamark hjá mær.

Tað einasta rætta er einki valdømi. Gevið løgtinginum frí uttan løn í 500 ár.

Sum sagt, tað er forboðið ikki at halda summarfrí. Eina ferð bað Uttanríkisráðið okkum ferðast í egnum landi, ikki í egnum ríki. Sendistovan gjørdi faldaran, minnist meg rætt. Minnist tó ikki, um hann kom 1.mai sum eitt tilboð.

Eg kann bara siga, at eg havi ferðast ikki sørt í egnum landi, á flogvøllin og aftur haðani til Havnar. Tú fært tvær oyggjar í einum høggi, tríggjar, um vit telja hasa á vegnum við Sandavág við.

Jú, nógv supertilboð vóru, meðan frítíðarlønin var á lønarkontuni og vendi.

Hvussu við til dømis einari ísøks til havan?