Sjúkraverk
Føroyskir sjúklingar koma av og í klemmu millum tvær ymiskar skipanir, ta hjá Landssjúkrahúsinum og ta hjá Ríkissjúkrahúsinum. Fyri at koma burtur úr tí noyðist sjúklingurin sjálvur at streingja á. Í grundini skuldi trupulleikin verið til at loyst.
Eitt gott dømi umhetta er Sverri Nilssen á Tvøroyri.
15. juli var Sverri á Ríkissjúkrahúsinum til hálvárligt eftirlit, tí hann hevur havt krabbamein í arminum.
Á Ríkissjúkrahúsinum segði ein lækni við han, at tey høvdu sæð ein blett á øðrum lunganum og bóðu hann fara til Føroya at verða skannaður á Landssjúkrahúsinum, og tað hevði skund, vóru boðini.
Sverri fór til Føroya og 3. august var hann á Landssjúkrahúsinum og fekk lunguni skannað.
Misti tolið
Hann hevur bíðað og bíðað í óvissuni síðan, men hósdagin var tolið uppi.
Hann ringdi niður á Ríkissjúkrahúsið at spyrja eftir svarinum, men tey søgdu seg ongar myndir hava fingið.
So ringdi Sverri á Landssjúkrahúsið, og har fekk hann at vita, at røntgenmyndirnar vóru sendar niður.
Og so aftur at ringja niður. Sama svar.
Enn eina ferð ringdi Sverri til Landssjúkrahúsið, har hann varð biðin um at seta seg í samband við Ríkissjúkrahúsið.
- Tá segði eg, at tað kundi ikki vera rætt, at sjúklingurin sjálvur skuldi loysa henda trupulleikan, tí vit duga ikki so væl at forklára okkum, og vit kunnu ikki vita, hvat er hent, sigur Sverri Nilssen.
Nakað eftir ringdi Landssjúkrahúsið aftur, og Sverri Nilssen fekk at vita, at onkur skipan á Ríkissjúkrahúsinum var brotin saman. Tey skuldu ringja aftur í morgun.
Bíðar framvegis
- Eg var so fortørnaður, og eg angri so dyggiliga, at eg fór til Føroya at taka røntgenmyndirnar, tí hóast bíðitíðin er longri á Ríkissjúkrahúsinum enn í Føroyum, hevði eg nú havt fingið svar, sigur Sverri Nilssen.
Sum lovað, ringdu tey av Landssjúkrahúsinum í morgun aftur til Sverra Nilssen. Nú hevði Ríkissjúkrahúsið váttað, at myndirnar vóru komnar, men læknarnir fara ikki at hyggja at myndunum fyrr enn mánadagin.
Sverri Nilssen noyðist sostatt at bíða eftir svarinum, um hann hevur lungnakrabba ella ei, í tríggjar dagar aftrat.
- Hetta kann heilsuverkið ikki bjóða fólki. Tað er so ringt at liva við hesum ivanum, og so vísir tað seg, at sjúklingurin sjálvur má streingja á, tí annars hendir einki, sigur Sverri Nilssen.
Hann veit um fólk, sum hava bíðað longur enn hann. Tað kann koma at kosta, tá ið talan er um krabbamein.
Tvey ymisk p-tøl
Á Landssjúkrahúsinum vistu tey als ikki av, at Ríkissjúkrahúsið ikki hevði fingið mydnrnar. Ríkissjúkrahúsið hevði bara biðið Sverra Nilssen fara á Landssjúkrahúsið at fáa tikið myndir, og tá ið Landsjúkrahúsið hevði gjørt tað var teirra uppgáva liðug.
- Tá ið eg hósdagin fekk at vita, at Ríkissjúkrahúsið ikki hevði fingið myndirnar, ringdi eg niður og segði, at trupulleikin helst var, at vit senda myndar við føroyska p-talinum hjá sjúklingum, og at Ríkissjúkrahúsið hevur síni egnu fiktivu p-tøl fyri føroyingar, sigur røntgenlæknin Marius Rasmussen.
Hósdagin eydnaðist honum ikki at fáa orð á nakran lækna, sum hevði heimild til a leita út frá føroyska p-talinum. Hann ringdi so aftur í morgun, og tá bar til. Myndirnar vóru har.
Marius Rasmussen sigur, at myndir áður eru dotnar burturímillum orsakað av tveimum ymiskum p-tølum, men á Ríkissjúkrahúsinum eru eisini læknar, sum vita um trupulleikan og ti duga at finna myndirnar beinanvegin.