galdandi sáttmálum á almenna arbeiðsmarknaðinum, skulu koma í gildi tann 1. oktober í ár. Tað tykist tó óvist, hvørja lagnu henda ætlan fær, tí í gjár boðaði talsmaðutin hjá fimm stórum yrkisfeløgum á almenna [...] skuldu slaktast. Í gjár var juni hálvrunnin, men enn er einki hent. Leysasøgurnar í politiska umhvørvinum um komandi kreppupakkan hava ikki trotið og torført er at skilja millum veruleika og heita luft [...] tey alment løntu í Føroyum skulu ikki bera skrædlið einsamøll. Bakgrundin fyri hesi útmelding er, at almennu Føroyar komandi fíggjarár skulu rekast fyri sama krónutal, sum er galdandi í verandi fíggjarári
fongsulsrevsing fyri at hava misbrúkt ein drong undir 12 ár og eina gentu undir 15 ár í eitt longri tíðarskeið, meðan hann helt saman við móðir barnanna. Málið varð lýst úr enda í annan fyri Eystara Landsrætti [...] Eystari landsrættur var í Føroyum fyrr í mánaðinum, viðgjørdi rætturin eitt kærumál frá einum manni, sum í Føroya rætti var dømdur fyri misbrúk av tveimum stjúkbørnum sínum. Maðurin varð í Føroya rætti dømdur [...] av at fyrningarfreistin fyri blygnaðarskemd er fimm ár, og maðurin varð ákærdur meiri enn fimm ár eftir hendingarnar, er hann einans funnin sekur í tí eina førinum av blygnaðarskemd.
Socialstyrelsen. Tað var millum annað tað, ið hevði gjørt, at Britta Nielsen megnaði at svika gjøgnum fleiri ár. Britta Nielsen varð handtikin í Suðurafrika í november mánaði í 2018, men hon gjørdi sjálv av [...] krónur, og hon hevði játtað seg seka í stórum partum av ákæruni. Britta Nielsen hevur í rættinum áður greitt frá, at svikið byrjaði, tá sjúka var í familjuni aftur í 90'unum, og familja hennara hevði f [...] Britta Nielsen var í dag dømd seks ár og seks mánaða fongsulsrevsing, umframt at hon skal gjalda pengarnar aftur, sum hon hevur svikað frá Socialstyrelsen. Dómarin legði í rættinum dent á, at langa tí
búgva í meginøkinum fyri at fáa eitt gott flogbóltslið. Seinastu nógvu árini hava teir gjørt um seg í yngru deildunum, og nú ungdómarnir vaksa til, eru tey »har suðuri« eisini farin at gera um seg í vak [...] hevur, sum annað av tveimum feløgum, tvey lið í meistaradeildini og tey gera sítt ítarsta fyri at fáa sum mest burturúr. Tá eitt felag hevur tvey lið í bestu deildini, so verður ofta so at annað er framúr [...] Leikararnir eru ungir og klára tær at halda saman í nøkur ár afturat, so verða tær rættiliga ovarlaga í meistaradeildini. Ikki tí, tær endaðu eisini ovarlaga í fjør, men enn vantar eitt trin upp á ovastu rók
mánaða í ár, - men øllum kunnugt forðaði COVID-19 farsóttin í fyrstu atløgu hesi ætlan. Sum útlitini vóru um tað mundið, varð annað tíðarmál sett fyri haldinum. Nú, tvær vikur fyri tíðarmálið, sett í aðru [...] heilsuligu útlitini – hava fyrireikararnir gjørt av, at ongin mentanarvika verður í 2020. Mentanarvikan 2020 er harvið flutt, og verður hildin í seinra helmingi av apríl mánaða í 2021 ístaðin. Hetta verður [...] borgarstjóri, í tíðindaskrivi: »Stórt hevur verið tikið til, og nógv hevur verið ætlað, síðan fyrireikingarnar byrjaðu longu eftir mentanarvikuna í 2019. Mentanarvikan 2020 skuldi upprunaliga haldast í apríl mánaða
systkinaforhold, tí vit hava verið so nógv saman, sigur hon. Hon var eisini við kroatiska landsliðnum í HM í Brasil í 2014, men tá sat hon á áskoðaraplássunum og hugdi at dystunum. Í ár hevur hon sitið á v [...] Kroatia hevur spælt í HM í ár. Millum allar menninar á venjarabonkinum, situr ein ljóshærd kvinna. Iva Olivari er einasta kvinnan, sum nakrantíð hevur sitið á bonkinum í einum HM dysti í fótbólti fyri menn [...] og at eg ikki kann hava nógv skil fyri fótbólti. Men tað leggi eg einki í, sigur hon í eini samrøðu við tíðindastovuna AFP. Hon byrjaði at arbeiða fyri kroatiska fótbóltssambandið í 1992 og hevur verið
22 milliónir krónur sama tíðarskeið í 2008, sigur Føroya Banki í tíðindaskrivi. - Vit hava havt støðuga framgongd fyrstu níggju mánaðirnar í ár, og samstundis hava vit gjørt til veruleika fleiri stig at [...] at altjóðagera bankan, millum annað við at keypa meirilutan í íslendska tryggingarfelagnum Vørði og at fara at bjóða út realkredittfígging í Føroyum í samstarvi við danska realkredittfelagið DLR, sigur [...] Útlán bankans vóru 30. september í ár 7,3 mia. kr. samanborið við 7,7 milliardir sama tíðarskeið í fjør. Innlán bankans vóru 5,4 milliardir, ið var tað sama sum somu tíð í fjør. Eginpeningur bankans er nú
talan kundi vera um sjálvverju. Maðurin var eisini ákærdur í fleiri øðrum førum fyri innbrot og stuldur. Hesum varð hann eisini funnin sekur í. Hann hevur brotið inn á Landssjúkrahúsið og stolið vandamiklan [...] Tann 42 ára gamli maðurin, sum var ákærdur fyri at hava stungið ein 24 ára gamlan mann við knívi tvær ferði, fekk seks mánaða fongsulsrevsing. Hann tók ímóti dóminum og er longu farin undir at sita dómin [...] dómin. Maðurin hevði stungið hin mannin tvær ferðir við felliknívi, og annað lunga var punkterað. Maðurin greiddi frá, at hann bara hevði vart seg sjálvan, men hetta álopið var ov grovt sambært dómaranum
Maðurin, sum í septembur stakk ein annan við knívi í miðbýnum í Havn, fekk seks mánaðir fongsulsrevsing. Tað avgjørdi Føroya rættur í dag. Maðurin var ákærdur fyri at hava stungið ein annan mann við knívi [...] knívi seinnapartin 19. septembur í ár. Hetta hendi í bakgarðinum aftan fyri gamla bankabygningin í miðbýnum í Havn. Tey vóru nøkur, sum høvdu savnast har og sótu og drukku. Ákærdi greiddi frá, at hann hevði [...] hann, at hin bløddi og segði, at hann mestur mundi hava rakt hann, tá hann vardi seg, og at talan tí var um neyðverju. Fleiri vitni vóru í rættinum í dag, men ilt var at fáa eina greiða fatan av, hvat
juni í 2012 og eru sostatt galdandi í hálvtannað ár afturat. Í ringasta føri sleppur Nærverkið sostatt ikki burtur úr sáttmálanum fyrrenn um hálvtannað ár. Vit ætlaðu at spyrja Mary í Garði, stjóra í Nærverkinum [...] gomul fólk, sum hava brúk fyri heimahjálp og so frameftir. Og vit hoyra dag og dagliga um avleiðingar, sparingar í Nærverkinum hava fyri hesar samfelagsbólkar. Tí tykist tað at vera í andskræmiligari andsøgn [...] tíðliga í 2008 og tann triði varð undirskrivaður beint fyri jól í 2009, so teir eru rættiliga nýggir. Virksemið flutt Men Nærverkið brúkar ikki húsið, tí í heyst varð alt virksemið, stovnurin hevði í teimum